Náttúra
Árini 1994-2008 tók havrannsóknarskipið Magnus Heinason tilsamans 4.076 yvirlitstrolstøðir á føroyska landgrunninum, 1.478 um várið og 2.598 um heystið. Við støði í hesum kanningum ber til at staðfesta, um fiskurin undir Føroyum hevur flutt seg seinastu árini. Frá 1994-2008 hevur toskurin á landgrunninum týðiliga flutt seg eystureftir um várarnar. Hendan broyting sæst tó ikki hjá toskinum um heystið. Meðan tann stóri kongafiskurin hevur flutt seg á djúpari vatn og meiri vestureftir, hevur trantkongafiskurin flutt seg á grynri vatn og meira eystureftir.
Hetta er nakað av tí, sum kann lesast í einari nýggjari ritgerð, sum Hannipoula Olsen og Helga Báru Mohr Vang júst hava latið úr hondum í samband við teirra bacherlorútbúgving í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Heitið á ritgerðini hjá teimum er:?“Effects of marine climate on the spatial distribution of fish species on the Faroe Shelf”.
Ritgerðin snýr seg um, hvørja ávirkan broytingarnar í havumhvørvinum hava á útbreiðsluna av fiski á føroyska landgrunninum.??
Heitari sjógvur
Í áhugaverdari grein, sum Eyðfinn Magnussen, ið starvast á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum hevur skrivað, verður víst til ritgerðina hjá nýggju biologunum.
- Hesi seinastu árini er sjógvurin í Norðuratlantshavi vorðin alsamt heitari. Hitamátingar av sjónum við Oyrargjógv vísa, at í 1993 var miðalhitin fyri alt árið 7,4 stig, men í 2003 var hann hækkaður 1,4 stig - upp til 8,8 stig. Eftir hetta er hitin lækkaður aftur, og í 2008 var hann 8,4 stig. Eisini í Norðsjónum er sjógvurin vorðin heitari. Árini 1977-2001 hækkaði miðalhitin í Norðsjónum 1,05 stig.
Í greinini hjá Eyðfinni Magnussen, sum byggir á ritgerðina hjá nýggju biologunum, verður víst á, at fiskurin flýggjar undan hitanum?
- Tá sjógvurin gerst heitari, broytast livilíkindini hjá fiski, og tað ávirkar útbreiðslumynstrið. Tey fiskasløg, sum trívast í heitari sjógvi, kunnu flyta seg norðureftir, tí livilíkindini í hesum økinum nú eru vorðin betri. Hjá teimum fiskasløgunum, sum liva í kaldari sjógvi, versna livilíkindini. Hesi kunnu flýggja undan hitanum, antin við at flyta seg longur norður, ella við at fara á djúpri vatn, har sjógvurin er kaldari.?
Við ritgerðini sum grundarlagi, vísir Eyðfinn Magnussen eisini til kanningar av fiski í Norðsjónum. Hesar vísa, at sjálvur kjarnin í útbreiðsluøkinum hjá nærum 2/3 av fiskasløgunum í Norðsjónum hevur flutt seg.
- Í flestu førum hava fiskasløgini flutt seg longur norður, men tað eru eisini tey, sum hava flutt seg suðureftir, og onkur teirra standa djúpri í dag enn fyri 25 árum síðani.???
Í ritgerðini verður spurningurin reistur, hvussu støðan er undir Føroyum, og um útbreiðslumynstrið hjá fiski eisini er broytt um okkara leiðir?
Hetta vildu Hannipoula og Helga Bára finna út av í sínum kanningum og ritgerð.
Við støði í yvirlitstrolingunum hjá Magnusi Heinason ber til at staðfesta gongdina. Tvær ferðir um árið ger havrannsóknarskipið yvirlitstrolingar á landgrunninum. Hesar kanningar eru ein týðandi partur av grundarlagnum, tá stovnsmetingar skulu gerast av fiskastovnunum undir Føroyum.
Um várið verða 100 trolstøðir tiknar og um heystið 200 støðir.
Í greinini vísir Eyðfinn Magnussen á, at tá trolið er komið á dekkið, verður veiðan skild í fiskasløg og gjørt verður upp, hvussu nógv er fingið av hvørjum slagi, bæði í vekt og í tali fyri hvørja einstaka støð.
- Tá somu støðirnar verða tiknar á hvørjum ári, ber til at samanbera og síggja, um fiskurin hevur flutt seg, sigur hann.?
Áhugaverd úrslit
Úrslitini, sum Hannipoula Olsen og Helga Báru Mohr Vang komu eftir, vísa, at útbreiðslumynstrið hjá fleiri fiskasløgum er broytt hesi árini.
- Eitt nú er toskurin meira eystarlaga um várarnar nú, enn hann var fyri nøkrum árum síðani. Men tað undarliga er, at hendan broytingin ikki er at finna hjá toskinum um heystið. Kanningin vísir eisini nøkur sera áhugaverd úrslit fyri tvey kongafiskasløg - stóra kongafiskin og trantkongafisk. Hesi hava flutt seg øvutan veg í mun til hvørt annað. Meðan stóri kongafiskur hevur flutt seg djúpari og meira vestureftir, hevur trantkongafiskur flutt seg á grynri vatn og meira eystureftir.
At fiskurin við Føroyar flytir seg eystur og vestur heldur enn suður og norður fyri at laga seg til hitabroytingar, kemst av, at sjógvurin eystanfyri Føroyar er kaldari enn sjógvurin vestanfyri.
- Sostatt hevur tað somu ávirkan á fiskin undir Føroyum, tá hann flytur seg eystureftir, sum tað hevur fyri fiskin í Norðsjónum, tá hann flytur seg norðureftir.? ?
Eyðfinn Magnussen sigur, at nógv áhugaverd úrslit eru at finna í kanningini hjá nýggju biologunum.
Órógva vistskipan
- Samanumtikið kann sigast, at fiskasløgini, har broytingar sóust, eru bæði av vinnuligum og ikki vinnuligum týdningi. Í niðurstøðuni siga tær báðar, at um hitin í sjónum heldur fram at økjast, kann hetta órógva vistskipanina í føroyskum sjógvi, so uppaftur størri broytingar fara at síggjast í framtíðini, sigur Eyðfinn Magnussen í síni grein á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.
Greinin byggir á úrslit í kanningum og ritgerð hjá nýggju biologunum, Hannipoulu Olsen og Helgu Báru Mohr Vang.