Óvist hvussu vanlukkan hendi

Tað var klokkan 16.20, at alarmsentralurin fekk boð um, at ein maður fleyt lívleysur í bátahylinum á Tvøroyri.

Politi og sjúkrabilur komu skjótt á staðið, men tá høvdu menn frá virkjum har nærhendis longu fingið mannin upp á turt og vóru farnir undir fyrstu hjálp, sigur Jaspur Vang, økisleiðari fyri Suðuroynna.

Seinni varð staðfest, at maðurin hevði koyrt á sjógv, men var sjálvur sloppin úr bilinum.

Maðurin varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, men varð um kvøldið fluttur við Smyrli norður á Landssjúkrahúsið, har hann var innlagdur á intensivu deild.

Kavarar vórðu boðsendir, og teir funnu skjótt bilin. Endi var settur á hann og hann varð togaður upp á turt.

Enn hevur ikki borið til hjá politinum at avhoyrt mannin, og tí veit politiið heldur ikki, hvussu vanlukkan hendi.