hann var vorðin leysur í høgru. David Nielsen hevðí bestu royndina hjá FCK, men bólturin fór í stólpan. Silkeborg, sum FCK týskvøldið í síðstu viku spældi 1-1 ímóti í Parkini í Keypmannahavn, vann 2-0 [...] var skaddur í sambandi við at landsliðið var í Estlandi. OB er framvegis nógv niðast í bestu deildini, men venjarin hjá teimum, Roald Poulsen, sleppur at halda fram eitt sindur afturat. Í vikuskiftinum [...] einki serligt í AB. Teir hava verið ímillum fremstu liðini, men í vikuskiftinum klossaðu teir orduliga í tí. Ikast, sum hevur verið mett sum eitt av fremstu evnunum til niðurflyting, vann 2-1 í Gladsaxe Idrætspark
samanum tikið var tað tó í lagi, at H71 fekk fyrsta sigurin í ár, ikki minst tí, at verjan tóktist tættari og fongur fer at vera í nýggja venjaranum. Hann gjørdi ikki nógv um seg í hesum dystinum, men tað [...] at hann m.a. hevur verið yrkisleikari í Spania í eini trý ár, og at hann í tvey ár var toppskjútti í íslendsku 1. deild, har hann tilsamans hevur skotið meiri enn 1400 mál. Tað var kortini ilt at siga, hvør [...] skiftust um at skora. Og at munurin í hálvleikinum bert var hitt eina málið. Í álopspartinum gjørdi H71 tann feilin, at leikandi venjarin, Hans Guðmundsson, lá heilt úti í vinstru síðu, og tá KÍF mannsdekkaði
á ?Kunsternes sommerudstilling? í Tirstrup í 1994 gjørdi hann tað bragd at fáa av teimum 56, sum komu við. 1600 málningar vórðu sendir inn til framsýningina. Tummas Jákup vakti ikki minst áhuga við verki [...] framsýning síni í Nørre Allé Medborgerhus hevur Tummas Jákup blíantstekningar, akryl málningar og so myndir við bæði blíanti og akryl. Tey 47 verkini á framsýningini eru ógvuliga ymisk, eisini í stødd, líka [...] ini er ein av 15 í eini røð yvir eitt ár, og framsýningarnar hava tað til felags, at framsýnararnir eru útlendsk listafólk búsitandi í Danmark. Framsýningin hjá Tummas Jákupi verður í Nørre Allé Medfo
seg nevnliga, at útlendingarnir í Tórshavn Open, feb. anno 1997, fingu sømdir, sum teir ikki fáa í samband við líknandi kappingar. Men við føringunum var sum vanligt: Alt í síðstu løtu. Tí seti eg her nakrar [...] heldur ikki við! Eg prátaði við danska altjóða meistaran Carsten Høi í maj, úti í Brønshøj. Hann segði fyri mær, at hann var bjóðaður í nov. 96. Hann skuldi gjalda 2000 kr. Fyri tað fekk hann ferð aftur [...] tann 22/1-97, at Talvsambandið hevði sett ein samskipanarbólk. Í honum sótu Jákup Mikkelsen, Rani Nolsøe og Suni Merkisstein (formaður í Havnar Telvingarfelag). Eg telvi við Havnar Telvingarfelag, og ringdi
Við fyrra bindinum, sum kom í fjør, eru í Nýggju Kvæðabókini nú tilsamans 37 kvæði, tættir og rímur - frá seinastu øldunum báðum, heilt at okkara døgum. Teirra millum, í seinnu bókini, er so kent tilfar [...] Tí eru upplýsingar um yrkjarar og ymisk frábregði í tekstunum og aðrar tilvísingar. Kvæðayrkingin er ongantíð útdeyð, og heldur enn at standa og tøva í tí sama, eiga vit eisini at geva nútíðini ans og brúka [...] at hendan útgávan var løgd til. rættis, kom okkum í hendi ein skemtiligur nútíðar táttur, ið ikki smæðist burtur ímillum - og eitt nýyrkt kvæði um Trónd í Gøtu! Kvæðatradisjónir hava altíð broytst. Ofta
iðið er í hesum døgum við í EM-undankapping í Týsklandi. Liðið skal spæla tveir dystir á ferðini til Týsklands, tann fyrri var móti Estlandi fyrradagin, og tann seinni verður móti Týsklandi í dag. Dysturin [...] havt vunnið dystin, segði hann við Ítróttarsosialin fyrrapartin í gjár. Vit høvdu fleiri kjansir í fyrra hálvleiki, men fingu ikki mál. Í seinna hálvleiki bar til at skora, men Estland kláraði at javna [...] Rógvi skoraði Í fyrra hálvleiki høvdu Mortan Hansen og Jákup á Borg naskar royndir. Mortan stútaði innlegg heilt upp móti málhorninum, men málverjin kláraði at sláa bóltin til hornaspark, og Jákup á Borg rakti
Orrustan í Sambandsflokkinum er ikki hæsað av enn, og í samrøðu við Sosialinum í gjár skjýtur Eilif Samuelsen Atlan Hansen í skógvarnar, at m. a. hann hugsar meira um seg sjálvan og egin áhugamál, enn [...] hvassorðaða grein í bløðunum týsdagin, har hann m. a. leggur Finnboga Arge og Bjørn á Heygum undir at vera heimsmeistarar í tvørrandi floksdisiplini. Tað er eingin loyna, at rættuligt umskifti var í Sambandsflokkinum [...] seinasta val, tók hann av. Atli Hansen, sum hevur búð nógv ár í Danmark, hevur heldur ikki verið at sæð alment í sambandshøpi, eins lítið og Jákup Joensen. Men hesir menn umboðaðu við valið seinasta 50% av
Orrustan í Sambandsflokkinum er ikki hæsað av enn, og í samrøðu við Sosialinum í gjár skjýtur Eilif Samuelsen Atlan Hansen í skógvarnar, at m. a. hann hugsar meira um seg sjálvan og egin áhugamál, enn [...] hvassorðaða grein í bløðunum týsdagin, har hann m. a. leggur Finnboga Arge og Bjørn á Heygum undir at vera heimsmeistarar í tvørrandi floksdisiplini. Tað er eingin loyna, at rættuligt umskifti var í Sambandsflokkinum [...] seinasta val, tók hann av. Atli Hansen, sum hevur búð nógv ár í Danmark, hevur heldur ikki verið at sæð alment í sambandshøpi, eins lítið og Jákup Joensen. Men hesir menn umboðaðu við valið seinasta 50% av
upp í part. Eisini mátti avgerast, um fólk, ið bæði áttu røtur í kall- og kvennlegg skuldu koma fyri tvær ferðir í bókini, og um dagfestingar av ymsum slagi, eitt nú føðingardagar, vóru viðkomandi í bókini [...] savnað á samkomu í Norðurlandahúsinum mikukvøldið í sambandi við útgávuna, »Ættarsambandið við Nólsoyar Páll«, ið er bók við upplýsingum um eftirkomararnar hjá hesum nógv umrødda manni í Føroya søgu. Nólsoyar [...] blómur Eftir at Páll Patursson í Kirkjubø hevði boðið øllum vælkomnum, handaði Petur Nolsøe vegna grunnin Onnu Sofíu í Vági blómutyssi. Anna Sofía hevur verið aðalkraftin í innsavningararbeiðinum, og hon
tað gjørdist so til Tiðnað. Bólkurin hoyrir heima í samkomuni í Betesda í Klaksvík, og tað eru fyrst og fremst sangir, sum eru sungnir har í samkomuni og í øðrum samkomum kring landið, sum verða útgivnir [...] hoyrt okkum sungið, kenna okkara tónleik aftur. Fløgan Fløgan er upptikin í Betesda í Klaksvík, í upptøkuhølunum á Fløtum í Havn og í útvarpshøllini. Umframt tey fýra, sum syngja, hoyrir Dávur Johannesen eisini [...] veruleiki, hon er framleidd og fyrst í næstu viku ber til at ogna sær hana í sølubúðunum. Tað er ringt at seta tónleikin hjá okkum í bás, men vit eru trúgv ímóti fólkunum í samkomuni, sum hava hoyrt okkum