Fyrst í næstu viku kemur nýggj fløga á føroyska marknaðin.
Tað er bólkurin Tiðnað, sum gevur út fløguna Eina við tær.
Á fløguni eru 14 andaligir sangir, og flestu teirra eru gjørdir av limunum í bólkinum.
Høvuðsfólkini í bólkinum eru tey trý systkini Pætur, Tóra og Gunnvá við Keldu og systkinabarnið hjá teimum Steinvør Fonn.
Tað var fyri at samantvinna eftirnøvnini hjá okkum, at vit valdu at kalla okkum Tiðnað, greiður Pætur við Keldu frá.
Vit hava sungið nógv, men vit hava ongantíð havt nakað navn sum so. Tá vit nú geva fløgu út, var neyðugt at finna okkurt navn, og tað gjørdist so til Tiðnað.
Bólkurin hoyrir heima í samkomuni í Betesda í Klaksvík, og tað eru fyrst og fremst sangir, sum eru sungnir har í samkomuni og í øðrum samkomum kring landið, sum verða útgivnir á nýggju fløguni.
Vit hava sungið saman í eini 10 ár nú, og vit skuldu langt síðani havt givið eina fløgu út. Men nú er hon so veruleiki, og hon umboðar tað, sum vit hava sungið síðani vit byrjaðu, sigur Pætur við Keldu.
Orðini størst týdning
Tankar hava ofta verið frammi um at geva eina fløgu út, men seinasta árið hevur verið arbeitt miðvíst við hesi ætlan. Nú er fløgan vorðin veruleiki, hon er framleidd og fyrst í næstu viku ber til at ogna sær hana í sølubúðunum.
Tað er ringt at seta tónleikin hjá okkum í bás, men vit eru trúgv ímóti fólkunum í samkomuni, sum hava hoyrt okkum sungið, sigur Pætur við Keldu.
Flestu sangirnir á nýggju fløguni eru bara spældir við tangentum uttan stórt hóvasták við tónleikinum. Tríggir sangir eru upptiknir við trummum og øðrum elektriskum ljóðførðum.
Orðini hava altíð havt størsta týdningin hjá okkum, og tí er tónleikurin gjørdur einfaldur, so orðini koma greitt fram. Tónleikurin á fløguni er lagdur soleiðis til rættis, at fólkini, sum hava hoyrt okkum sungið, kenna okkara tónleik aftur.
Fløgan
Fløgan er upptikin í Betesda í Klaksvík, í upptøkuhølunum á Fløtum í Havn og í útvarpshøllini.
Umframt tey fýra, sum syngja, hoyrir Dávur Johannesen eisini til bólkin. Hann spælir bass á fløguni, og tað hevur hann eisini gjørt, tá tey hava sungið kring landið øll hesi árini.
Til upptøkurnar hava tey fingið hjálp frá øðrum føroyskum tónleikarum. Jákup Zachariasen spælir gittar á trimum sangum, og Høgni Klakkstein trummur á somuleiðis trimum sangum.
Pætur við Keldu hevur gjørt 10 av teimum 14 løgunum, pápi hansara, Jógvan við Keldu, eitt, abbi hansara, Theodor við Keldu, eitt, og Jóannes Poulsen eitt.
Orðini hava nógv ymisk fólk skrivað, bæði limirnir í bólkinum og onnur fólk, og okkurt eisini umsett.
Pætur við Keldu og Sven Aage Drewsen hava ljóðblandað fløguna í upptøkuhølunum á Fløtum í Havn, og fløgan er so framleidd í Danmark.
Lagt dent á nýggju sangirnar
Sangur og tónleikur hevur altíð havt stóran leiklut hjá limunum í bólkinum Tiðnað. Gunnvá, Tóra og Steinvør hava sungið nógv, bæði í kóri og solo, og Pætur hevur bæði sungið kór og spælt nógv undir hjá kóri og øðrum.
Tað var eingin ivi hjá okkum um, at tá vit skuldu geva hesa fløguna út, skuldi hon verða trúgv móti tí, sum vit hava gjørt hesi seinastu 10 árini. Tónleikurin skuldi verða einfaldur og sangirnir umboða tað, sum vit eru kend fyri.
Vit hava sungið nógvar ymiskar sangir, men vit hava lagt dent á, at fáa teir út, sum ikki eru komnir út áður. Tað vil siga sangir, sum vit í stóran mun sjálvi hava gjørt. Tað kundi ikki blíva pláss til allar sangirnar, sum vit hava sungið gjøgnum ár og dag, og tí valdu vit teir sangirnar fram um, sum ikki eru útkomnir áður, sigur Pætur við Keldu.
Sjálvur havi eg gingið við tankanum um at geva út eina fløgu, men eg føldi, at eg kundi ikki gera tað, fyrr enn vit høvdu gjørt hesa fløguna fyrst. Vit hava sungið saman í 10 ár, og tí er tað rætt, fyrst at geva hesar sangirnar út áðrenn talan kann verða um nakað annað.
Fólk hava ofta spurt okkum, hví vit ikki hava givið okkara tónleik út, og eg haldi eisini, at vit skuldu langt síðani havt givið eina fløgu út. Men nú er fløgan so veruleiki, og eg vóni, at hon livir upp til tað, sum fólk vænta av okkum.
Fløgan Eina við tær hjá bólkinum Tiðnað fæst til keyps fyrst í næstu viku.