ungdómsár, og er tað ongin býarmynd ? hvørki her á landi ella aðrastaðni ? sum kann metast við tann uppvøkstur og lærdóm, eg her fekk frá mammu og ter, og tað eri eg ómetaliga takksamur fyri. Tá ein náar ein [...] sum tú sjálvur sigur: »Eg taki ein dag í senn og takki Guði fyri teir, sum eg fái«. Og júst hetta at takka Guði fyri tað, sum tú hevur fingið, hevur sermerkt teg, tí ongantíð havi eg sæð teg ónøgdan við nakað [...] fyri eitt skip. Eg segði tær, at tað var Norðlýsið úr Havn, sum kom til Regattasiglingina, ið verða skuldi á Vágsfirði sama dag. Tú stóð tigandi eina løtu, men so segði tú: Ja, fyrstu ferð eg kom inn á Vágsfjørð
virðismeta tað fjølbroytnið, sum eg ferðist í til dagligt. Eg royni at vísa ígjøgnum mína medferð, hvør eg eri, og hvørjum eg standi fyri. Yvirfyri mínum starvsfólki royni eg altíð at vera erligur og at viðurkenna [...] lesa cand.merc.dat. í 1992. - Áðrenn eg fór at lesa, gjørdist eg varugur við, at eg var hugtikin av og kanska eisini hevði “flair fyri business”. Harumframt hevði eg stóran áhugað fyri organisatión og vildi [...] 5% av partabrøvunum í fyritøkuni Kemilux. - Eg havi altíð haft stóran áhuga fyri fyritøkuni, og tá eg fekk møguleikan at keypa, smekkaði eg til. Soleiðis eri eg. Og tað sigur ikki so lítið um klaksvíkingin
Higartil havi eg staðfest 239 ymisk sløg av lús, og beint nú eri eg í holt við at kanna valmásar fyri sjálsamar lús. So tað er í serligum høpi, at eg leiti eftir nýggjum sløgum, og eg havi funnið tvey [...] hertænastu. - Upprunaliga vildi eg fegin sleppa til Grønlands, so tá eg skujldi gera hertænastu í 1970, søkti eg um at sleppa tann vegin. Hetta bar tó ikki til, og so endaði eg umborð á Hvidbjørnen, sum sigldi [...] gav honum eina hjálpandi hond. - Tað var í veruleikanum á tann hátt at eg byrjaði. Eg gjørdi arbeiðið fyri Niels á Botni, men her heima hjá mær sjálvum. Og hetta vant bara upp á seg, tó at tað at byrja
komi eg væl upplagdur her um morgnarnar og eri klárur at mála, men eg fái einki burturúr. Aðrar dagar gongur tað sera væl, og eg fái nógv á løriftið. Eg máli vanliga fimm málningar í senn, tí um eg renni [...] altíð okkurt, meðan eg arbeiði við málninginum. Við hvørt upplivi eg, at eg fari yvir til ein málning og máli okkurt, men eg veit ikki rættiliga, hvat tað er, sum eg geri. Nógv verður vrakað Ein listamaður [...] staðið lidnir í eina tíð. - Eg havi vindeygu í takinum, so at eg fái dagsljós úr eystri, og har niðri í horninum eru tvey vindeygu, men har havi eg altíð persiennur fyri. - Útsýnið her á Velbastað er so stórsligið
hava fingið loyvi til tað. Her sipar hann til myndina á Portalinum fríggjanáttina, eftir at hann hevði fingið dánilsi. - Eg veit ikki um eg eri við at verða paranoidur, men eg spyrji meg sjálvan, hvat tað [...] hástórur, var tað hetta, eg bjóðaði meg fram til, nevniliga at føra politikk, tí eg helt, at eg hevði okkurt at leggja afturat. - Tað liggur ikki til mín at verða falskur, og eg klári ikki at vera við, [...] hevur tikið honum fast. - Seinastu tíðina havi eg kent nakað nógva strongd, serliga av tí ágangi, sum eg havi verið fyri innanfloks. Saman við familjuni havi eg tískil nakað síðani tikið avgerð um at siga
fleiri, ið tosa týskt. Eg klári meg fínt á týskum nú, men eg ætli mær at læra hollendskt. Vónandi verið eg har í fleiri ár, tí eg haldi at hetta er eitt spennandi projekt. Eg vil eisini gjarna vera við til at [...] sindur skiftandi hvar eg havi spælt. Eg havi spælt á fleiri ymiskum plássum. Eg havi ikki heilt funnið meg til rættis á einum plássi og vit eru eitt sindur leitandi enn. Bæði hvar eg skal spæla, men eisini [...] sindur krevjandi, og eg havi havt mínar smærru snuddir at dragast við. Sjálvt um eg havi spælt, so havi eg ikki følt meg hundrað prosent kláran. Tað er eisini ein avleiðing av, at eg ikki havi spælt so nógv
virðing og tign, at eg taki ímóti honum her í uttanríkisráðnum. Og hann heldur fram: -Vit eru grannar, vit eru tættir og góðir grannar. Tað er tí sera gott at síggja løgmann og hansara fólk her í London, og tað [...] fylgja upp hesi vitjan við at lata bretskar og føroyskar ráðharrar vitja hvør annan, og sjálvur leiti eg sum sagt eftir onkrum høvi at kunna fara til Føroya. Olja og gass framtíðin John Battle er sannførdur [...] at samvinna mest um. -Eg kann í hesum sambandi ikki lata vera við at vísa mína frøði yvir, at tað fyri nøkrum árum síðani eydnaðist okkum at finna eina loysn í marknamálinum, sum eg síggi longu hevur givið
r, og honum hevði eg avbera stóra virðing fyri. Kortini avráddu eg og pápi, at eg skuldi lesa aðrastaðni enn í Danmark, um eg slapp inn, og tá eg fekk møguleikan í Edinburgh, var eg skjótur at taka av [...] smílandi á. Á skúlabonki -Eg játtaði at stilla upp fyri Fólkaflokkin á vári 1974, men kortini við teirri treyt, at eg kundi taka meg av aftur listanum. Pápi var blivin sjúkur, og eg væntaði ikki, at hann fór [...] enn høgrivongurin. Her heima var støðan tann sama. Tað bar ikki til hjá mær vera tann varni, tí so hevði eg ikki havt nakran møguleika. Tú kanst ikki fornokta tíni lyndiseyðkenni. Eg varð noyddur at brúka
so rættiliga skjótt kom ein at kenna mong fólk her. Og so møtti eg Albertu og vit giftust í apríl í 1956. Og tá eg so fór út at sigla langvegis, byrjaði eg so av álvara at fáa áhuga fyri at samla, greiðir [...] Bill tó ikki, men hann eigur kortini eisini gullstykkir. - Tá tað verður ov dýrt, so leiti eg eftir tí bíligasta, sum eg kann finna, sigur hann og smílist. Onga teldu Fyri at kunna halda skil á eini slíkari [...] sleppa sær av við hann, sigur Bill flennandi. - Eg hugsaði eina ferð um at fáa mær eina teldu, men eg veit ikki...tað er ongantíð blivið til nakað, og nú eri eg so gamal, at nú verður tað helst ikki til nakað
periodur, har eg ikki málaði. Kanska vóru málningarnir betri tá. Eg eri broyttur av erfaringum sum listamaður. Eg havi málað uml. 400 málningar. Tá eg búði niðri gjørdi eg nógvar tekningar. Tá ið eg búði í [...] tí, eg veit ikki, um eg hevði viljað verið við, tað er sovorðið við tí. Í september fara nakrir avstað. Eg havi ikki fingið boð. Eg føli meg uttanfyri, eg havi onki tilknýti til aðrar listamenn. Eg eri [...] við tær. Eg málaði naturalistiskt, litirnir vóru sum teir hjá Steffani Danielsen, okker, blátt og hvítt, men eg visti onki um hann tá. Eg gekk bara á Viðareiði og málaði. Seinni møtti eg honum. Eg sá myndir