Eg eri strangur við meg sjálvan

- Tað er umráðandi hjá einum listarmanni at sensuerera seg sjálvan, tí tað ger teg betur sum listarmann. Eg velji málningar frá, og eg eri strangur við meg sjálvan, sigur listamaðurin Kári Svensson. Hann hevur bygt sær stórt atelier í Velbastað, men hann vil ikki hava vindeygu í atelierinum

- Eg kann ikki hava vindeygu í atelierinum.

Kári Svensson stendur mitt inn í tí stóra bygninginum, hann hevur bygt við síðuna av húsunum hjá sær á Velbastað. Hølini eru stór og ljós, og stórir og smáir málningar standa upp móti veggunum í rúminum. Summir teirra eru júst lidnir, aðrir mangla seinastu strokini, og onkrir hava staðið lidnir í eina tíð.

- Eg havi vindeygu í takinum, so at eg fái dagsljós úr eystri, og har niðri í horninum eru tvey vindeygu, men har havi eg altíð persiennur fyri.

- Útsýnið her á Velbastað er so stórsligið, at tað hevði als ikki borið til hjá mær at mála her, um eg hevði eina flotta útsikt. Tað hevði blivið til ov nógv inntrykk, og tað hevði órógvað meg, sigur Kári Svensson.

Hann býr í Havn, men bygdi sær fyri hálvum triðja ári síðani hús og atelier á Velbastað, og har arbeiðir hann nú við sínari list.

- Tað hevur verið mín dreymur í eini 20 ella 30 ár at fáa eitt slíkt atelier. Tá ið tú ikki hevur títt egna, veist tú ongantíð heilt, hvar tú flýtur, og tað hava verið nógvar flytingar gjøgnum árini. Onkrastaðni havi eg ongan hita havt, so her eru umstøðurnar heilt øðrvísi, sigur Kári Svensson og viðurkennir, at atelierið hjá honum eisini er ein staðfesting av, at hann er blivin meira etableraður sum listamaður.


Øll kalla seg listafólk

53 ára gamli Kári Svensson byrjaði sum heilt ungur at mála, og hann var bert 16 ára gamal, tá ið hann hevði sínar fyrstu málningar við á eini framsýning. Síðani er nógv vatn runnið í ánni, og tað eru liðin eini 16 ár, síðani Kári gjørdist listamálari burturav.

- Eg havi viljað hetta allatíðina, men tað er ein long og strævin tíð at fara ígjøgnum, áðrenn tú heldur, at tú ert komin nakran veg sum málari og kanst fara at kalla teg listamálara.

- Í dag eru orð sum listaverk, listamaður og listaframsýning fullkomiliga útvatnað og helst oyðiløgd, tí øll eru knappliga blivin listafólk og hava listaframsýningar. Tað ger teg ikki til listarmálara, at tú hevur gingið eitt ár á kvøldskúla, og omma tín heldur, at málningarnir hjá tær eru øgiliga góðir, sigur Kári Svensson.

- Hevur tú hinvegin knoklað í nógv ár við tínum málningum, tú vilt veruliga nakað við teimum og ert komin víðari og kanska ert farin at arbeiða burturav við tínum verkum, ja, so kunnu vit kanska tosa um, at tú ert listamálari. List er ikki, at onkur situr heima á einum kamari og málar og heldur tað vera pent. Tað skal meira til.


Stillar mest út uttanlands

Tað hevur gingið væl hjá Kára Svensson sum listamálari seinastu árini. Hann kann málað so nógv, honum lystir til útlendsk gallarí, og nakrar ferðir um árið hevur hann eisini sínar egnu framsýningar heima ella uttanlands.

- Eg stilli minst fram í Føroyum. Eg havi fimm gallarí uttanlands, sum eg lati málningar fast til. Har er avtalan, at eg skal bara senda teimum mínar málningar, og so verða teir sýndir fram. Nógvir av mínum málningum verða tí sýndir fram og seldir uttanlands, sigur hann.

Millum støðini, har Kári sýnir síni verk fram á gallaríum, eru Reykjavík og París, og so er eisini stórur áhugi fyri hansara verkum í Danmark.

Í hesum døgum hevur Kári eina serframsýning á Art Gallery í Havn, men hann er sjálvur farin til Litava, har hann hevur fingið eina heldur sermerkta uppgávu saman við øðrum listarfólki. Kári skal mála ein stóran málning upp á tvær vikur, og hesin skal síðani á eina ferðandi framsýning, og málningurin verður eisini endurgivin í einari bók.

- Hetta er ein avbjóðing at fara avstað og skula mála ein málning á hendan hátt. Hetta er nakað heilt annað, enn tað eg eri vanur við, so eg eri spentur og kanska eisini eitt sindur nervøsur, segði Kári, tá ið vit vitjaðu hann á Velbastað beint fyri fráferðina.


Steingir seg inni við inntrykkunum

Umstøðurnar hjá Kára Svensson á Velbastað eru av teimum allarbestu. Hann hevur eitt gott og rúmligt atelier at mála í, húsini standa undir liðini av atelierinum, og úr húsunum hevur hann eitt framúr útsýnið vestureftir – til Hest og Kolturs millum annað.

- Tá ið eg havi brúk fyri at fáa nøkur inntrykk, so spáki eg mær ein túr her á Velbastað ella sitið frammanfyri vindeygað og filosoferi. Eg vil ikki síggja út frá atelierinum, tí tað hevði bara órógvað ljósið og motivini hjá mær. Eg vil heldur fara út og brúka náttúruna til íblástur, og so kann eg steingja meg inni í atelierinum við tí, sum eg havi verið úti og sansað, sigur Kári.

Hóast umstøðurnar at arbeiða undir eru av teimum allarbestu, roynast allir dagar ikki líka væl við penslinum í hendi.

- At mála er sum at fara á flot. Tú veist ongantíð, hvat tú fært heimaftur við tær. Við hvørt komi eg væl upplagdur her um morgnarnar og eri klárur at mála, men eg fái einki burturúr. Aðrar dagar gongur tað sera væl, og eg fái nógv á løriftið. Eg máli vanliga fimm málningar í senn, tí um eg renni meg fastan í tí eina málninginum, so kann eg flyta til ein annan.

- Tað er sjáldan, at ein málningurin verður júst soleiðis, sum eg hevði hugsað mær frammanundan. Eg havi eitt hugskot, tá ið eg byrji, men tað hendir altíð okkurt, meðan eg arbeiði við málninginum. Við hvørt upplivi eg, at eg fari yvir til ein málning og máli okkurt, men eg veit ikki rættiliga, hvat tað er, sum eg geri.


Nógv verður vrakað

Ein listamaður er í støðugum bardaga við seg sjálvan fyri at fáa nakað gott burturúr, og tað er langt frá alt, sum verður málað í atelierinum á Velbastað, sum yvirlivir sum listaverk.

- Tað kemur fyri, at eg komi til arbeiðis um morgunin og finni út av, at eitt hugskot, sum eg helt verða sera gott kvøldið fyri, als ikki er so gott, og so má eg byrja umaftur. Og eg vraki eisini ofta málningar, sum eg havi málað lidnar.

- Tá ið eg skal senda málningar avstað til eina framsýning ella eitt gallarí, so sensureri eg meg sjálvan, áðrenn nakað fer avstað. Ivist eg í, um ein málningur er nóg góður, so fer hann ongan veg. Eisini tá ið verk eru send avstað, og eg skal seta tey upp í einum framsýningarhøli, so velji eg ímillum verkini, og summi koma ongantíð upp at hanga. Tað hendir seg eisini, at onkur málningur kemur upp at hanga á einum gallarí, sum eg má taka niður aftur, tí eg eri ikki heilt nøgdur við hann.

- Tað er umráðandi hjá einum listarmanni at sensuerera seg sjálvan, tí tað ger teg betur sum listarmann. Um tú ikki ert vísur í, um ein málningur er nóg góður, skal tú ikki brúka hann til nakað. Á tann hátt fært tú tað fram, sum tú ert allarbest nøgdur við, og so hækkar støðið hjá tær.

- Eg velji nógvar málningar frá, og eg eri strangur við meg sjálvan, sigur Kári Svensson.






Kári um at seta prísin

Eg geri ikki virðið á einum málningi upp eftir, hvussu nógva tíð, eg havi brúkt upp á hann, tí tað kann vera sera ymiskt, og so verða fólk helst eitt sindur forvirrað, um eitt lítið malarí kostar nógv meira enn eitt stórt. Tí seti eg vanliga prísin eftir støddini av málninginum.




Kári um tónleik

Tónleikur er jú næstan sum at mála – bara við nótum – og mær dámar væl at koyra tónleik hart frá, tá ið eg máli. Við hvørt vil eg gjarna hava frið, men til aðrar tíðir verður tónleikurin drønaður frá. Eg lurti eftir ymiskum tónleiki, men ofta er tað jazztónleikur, sum verður koyrdur frá.




Kári um hvíta løriftið

Tað ringasta hjá mær sum listamanni er at byrja at mála eitt hvítt lørift. Eg brúki ofta lørift sum palett, tá ið eg máli aðrar málningar, og tá ið eg so taki hesi lørift í brúk, so eru tey ikki hvít longur. Tá er ofta lættari at byrja upp á ein málning. 




Kári um eldri málningar

Tað kann verða løgið at taka ein gamlan málning hjá sær sjálvum fram. Onkuntíð blívi eg kløkkur av tí, sum eg málaði fyri 15 árum síðani, men eg virði allar mínar gomlu málningar 




Kári um at broyta seg

Listin er soleiðis í dag, at alt er loyvt. Eg havi ongantíð bundið meg heilt fastan í einum ávísum stíli ella motivi. Eg leiti altíð eftir onkrum nýggjum – kanska eitt øðrvísi landskap ella aðrar litir. Eg vil altíð royna at koma víðari og fáa nýggj ting inn í verkini hjá mær. Tað má ongantíð blíva samlibandslist. 




Kári um at tosa við málningar

Tað eru mangar løtur, at eg standi her við penslinum og tosi við málningarnar. Tað er næstan sum at tosa við eitt fólk, og eg kenni meg ongantíð heilt einsamallan her í atelierinum.






Fakta

Navn: Kári Svensson

Aldur: 53 ár

Starv: Listamálari

Bústaður: Havn