Tórfinn Smith
formaður í Havnarnevndini
í Tórshavn
Ein spurning, eg mangan havi fingið er, um vit í Havn yvirhøvur eru áhugaði í at vera við í oljuvinnuni, tí so lítið hoyrist frá okkum. Vit frætta um kommunur, sum senda fjølmentar sendinevndir av landinum til oljuráðstevnur, og sum onkur, kanska við einum veti av speisemi tók til, tess minni og skuldarbundnari kommunan er, tess fjølmentari er sendinevndin.
Eisini hava vit hoyrt um kommunur, sum hava gjørt avtalur við útlendsk olju- og útgerðarfeløg um bryggjupláss og frásetingarøki, stásiligar verkætlanir eru sýndar í sjónvarpi og í bløðum, við ikki minni imponerandi mini-oljuhavnum, útskornum úr krossfineri og pappi.
Vit í Tórshavnar Kommunu, og Tórshavnar Havn, sum hevur staðið fyri tí meira praktiska fyrireikingar- og kanningararbeiðinum, hava fjølmiðlaliga sæð ikki arbeitt við teimum stóru veingjasløgunum, men hóast tað, skal eingin ivast í, at her liggur eitt stórt arbeiði eftir.
Bygt á kanningar, hvat oljuvinnan sigur seg at hava mest fyri neyðni, hava vit fyrst og fremst vent okkara kanningararbeiði mótvegis okkum sjálvum. Til høvuðsstaðarøkið, fyri á hendan hátt at staðfesta hvør okkara styrki er, og hvørjir okkara veikleikar eru. Hetta arbeiði varð sett í verk so skjótt møguleikar, fyri eini komandi oljuvinnu við Føroyar, hómaðust.
Sund
Mangt hevur verið talað og skrivað um havnaøkið á Sundi síðani hetta varð liðugt, síðst í áttatiárunum, og í sjálvsspeisemi má eg siga, at mín partur hevur í so máta ikki ligið eftir. Men sannroynd er tað, at har er ein 215 metra long bryggja og eitt 50.000 fermetra stórt øki, sum kann takast í nýtslu uttan stórvegis íløgur.
Økið liggur tætt við havnaøki í Havn, har ein stórur partur av innflutninginum verður lossaður. Á Sundi fáa vit ikki trupulleikar av aðrari skipaferðslu, sum mangan er trupulleikin í øðrum londum. Økið liggur uttan fyri bygt øki, men nærhendis ídnaðarøkinum, og møguleikar eru seinri at víðka økið munandi, um hetta gerst neyðugt.
Lítið er at ivast í, at oljuvinnan hevur brúk fyri heildartænastu. Fyri so mongum tænastum sum gjørligt á sama stað, og tí liggur Sund eisini væl fyri í so máta.
Tað hevur mangan verið sett spurnartekin við kyrruna á Sundi, og tí varð, sum tað fyrsta, tá tosið um eina møguliga oljuvinnu stakk seg upp, at gera aldukanningar av viðurskiftunum har. Hetta gjørdu vit fyrst og fremst fyri at vit sjálvi fingu størri kunnleika til viðurskiftini og harafturat, at úrslitið av kanningunum kundu latast teimum áhugaðu, sum soleiðis sjálvi kundu meta um hesi viðurskifti.
Tað er, eftir mínum tykki, ikki so umráðandi, hvat vit sjálvi halda um hvussu er at liggja við bryggjuna á Sundi. Tað er meira umráðandi, at tey, sum skulu brúka havnina, vita hvør vøran er, vit bjóða teimum. Allar havnir í Føroyum hava ávísar trupulleikar við kyrru/vindi á ávísum ættum, og soleiðis er eisini á Sundi, men so hava vit havnaøkið í Havn til at taka.
Alt bendir á, at um eitt ár ella so, verður fyrsti borurin settur í undirgrundina. Í leiti-tíðarskeiðinum verður virksemi um bryggjukantin ikki tann stóri, so óhugsandi er ikki, at flutningurin fyrstu tíðina kundi farið fram um bryggjuna í Havn, men besta loysnin er uttan iva, at virksemið fer fram á Sundi, í framtíðar oljuhavnini.
Oljan og samfelagið + og -
Vit eiga at tilbúgva okkum við tí fyri eygað, at oljan kemur. Men búskaparliga og við øðrum vinnum fyri eygað, eiga vit at hugsa og virka sum ikki ein einasti svartur dropi kemur úr undirgrundini.
Lat meg í hesum sambandi bert nema eitt sindur við hvussu Tórshavnar Kommuna eigur at fyrireika seg. Uttan tó at gera tær stóru íløgurnar í tað óvissa.
Uttan mun til, um útgerðarhavn verður innan fyri okkara kommunumark ella ikki, er lítið at ivast í, at verður føroysk oljuvinna veruleiki, fer hendan at hava stór árin á Havnar Kommunu sum høvuðsstaðarkommunu, sum miðstaðarøki. Tað ræður um altíð at vera frammanfyri í planleggingini. Á havnaøkinum, býarætlanarøkinum og somuleiðis á øllum økjum, sum hevur við sær økt trýst á kommununa, soleiðis at ein tørvur skjótast gjørligt kann nøktast.
Høvuðsendamálið er at hava so neyvt samsvar millum útboð og eftirspurning sum gjørligt av øllum tænastum. Til tess krevst ein sterk býarstjórn, sum ikki óttast fyri at átaka sær samfelagsligar uppgávur og sum alla tíðina hevur fingurin á pulsinum.
Ein møgulig komandi oljuvinna kann hava við sær stóran framburð av føroyska samfelagnum, væl at merkja um rætt verður borið at. Men bera vit okkum ikki rætt at, kunnu vit lættliga gerast trælir heldur enn harri. Tað má ikki henda.