- Men tað ynskti ein so allíkavæl, og tað kunnu vit so bara gleðast um í dag, sigur hon. Kúlupennar og nekarakyss Fyrsti skúladagur: Nógv minnir hevur Jórun frá hesi fyrstu tíðini í nýggja Kommunuskúlanum [...] hevði eingin teirra nakað ímóti. Men bar tað so eisini til, at hon kundi læna borð, stól og roknibók hjá einum næmingi, meðan øll hini stillaðu seg rundan um hana? Tað høvdu tey avgjørt einki ímóti. Og soleiðis [...] næmingur úr 1. flokki 1956 úr sama skúla hittust í somu stovu. - Hetta var eitt deiligt upplivilsi, sigur Jórun, tá vit eru komin út í gongina aftaná. - Ordiliga deiligt. Vit avtala at fara heim til hennara
Okkara uppgáva er at fáa alt at koyra, sigur Kári Vitalis, ið sjálvurannar hevur grundlagt og rekur ljóðtøknisfyritøkuna Barka. - Vit møta tveir tímar, áðrenn fyrsti bólkur fer á pall fyri at gera ljóðroyndir [...] Barka, sigur Bárður. Avlýsingar og umrokeringar eru ein stór avbjóðing fyri ljóðmenn. - Tað elvir ofta til seinkanir, og tað ger tað torført at halda tíðina, sum er okkara størsta avbjóðing, sigur Kári, [...] sum samstundis sigur, at skráin í dag einans hevur verið seinkað 10 minuttir. - Tað stuttligasta er hinvegin at møta útlendskum bólkum og síggja, hvussu teir gera. Ofta er støðið hjá teimum øgiliga høgt
fyrstu kann taka ímóti FM-steypinum í kvinnuhondbólti. Kappingarárið í ár er fyrsta árið hjá henni sum liðskipari hjá VB, og ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið gott. - Vit ætla okkum at enda [...] fyri, og tað hevur virkað sum um, at dystirnir bara hava verið nakað, ið skuldi avgreiðast, sigur hon. Rannvá sigur, at vágbingar væntandi fara manssterkir til Klaksvíkar leygardagin at taka ímóti gullinum [...] vísa nakað, og vit kunnu vænta okkum ein truplan dyst, heldur VB-liðskiparin. Rannvá Augustinussen sigur, at hesar seinastu vikurnar hevur kappingin verið sera lítið hugalig, tí dystirnir hava einki havt
skip og liggur væl í sjónum. Jú, Smyril er eitt sera sjógott skip, sigur Hanus Lassen. Vit eru komnir inn á Tvøroyarfjørð, og tíð er hjá honum at fáa lagt skipið trygt og gott at á Krambatanga. Við skipinum [...] verður á fyrsta sinni møguligt hjá teimum ferðandi at kunna ganga umborð umvegis nýggju farstøðina. Frammanundan hevur Hanus boðað frá hesum í hátalarunum. Ferðafólkini á veg suður sleppa tó ikki at royna hesa [...] stórvegis, sigur hann. Tað hevur tí eisini verið sjáldan, at hann sum skipari hevur verið noyddur at slaka ferðini nakað orsakað av hesum. - Nei, hetta hevur alt bara riggað so sera væl, sigur hann. Fyri
breyð og nakrir fiskar, segði hann. Sera hugtakandi greiddi hann frá reaktiónunum hjá fólkinum, og tá lærusveinarnir hjá Jesusi byrjaðu at býta út tað lítla petti av breyði og fiski sum hvør teirra hevði [...] har henda rásin sæst. Og síðani skal hann á pallin at frambera boðskap sín. Tíverri sveik tøknin hjá sjónvarpsstøðini hesaferð. Til bar ikki at fáa fatur á rætta satelittinum, soleiðis at sendingarnar [...] nakað rørdur í hjartað av Guds orði í gjárkvøldið, so eru tey vælkomin niðan á pallin. Gerið so væl, sigur Rodney. Ein maður er kvikur á pallin, og honum á baki koma tríggir aðrir. Men einki konufólk tykist
vikuskifti gjørdist Høgni Egilstoft Nielsen fyrsti føroyameistari í kviktalvi. Tað var í umdysti, at hann koppaði risanum í føroyskari telving, Helga Dam Ziska. Høgni sigur við Sosialin í dag, at Helgi hevði fingið [...] her heima, og Høgni sigur lykilin vera ikki at koma í tíðarneyð. - Tað er at finna ta røttu javnvágina, hvussu skjótt ein skal flyta. At koma í tíðarneyð er ongantíð dreymastøðan hjá einum telvara, tó so [...] so má eitt sindur av tíð brúkast, um telvingin skal vera á einum nóg høgum støði, sigur hann. Øll samrøðan við Høgna Egilstoft Nielsen kann lesast í dagsins Sosiali.
fyrstani føldi eg onga pínu. Ein maður kom rennandi og tók í hurðina hjá mær, men eg bað hann taka sær av teimum, sum vóru aftanfyri. Hurðin hjá mær fekst ikki upp, og eg fór tískil aftur ímillum setrini, áðrenn [...] til starvsfólkið á sjúkrahúsinum. - Vit vóru hjá honum alla tíðina, eisini meðan vit vóru til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Drongurin vildi bara vera hjá okkum. Tá ið pápi mín kom, smítist lítli Harald [...] viðgongur, at hann hevur verið ein túr hjá sálarfrøðingi, har tosað hevur verið um hendingina, og hann heldur, at hetta hevur verið gevandi. - Tá ið vit dagin eftir fóru suður aftur til Sands, vildi eg sjálvur
Mykinesi, og hann sigur, at talan er um eina stóra grind, sum liggur beint út fyri oynna. - Her livir alt havið herúti í grind. Hon gongur í fleiri bólkum, og talan er um eina stóra grind, sigur Reðin Leonsson [...] grindini úr landi, meðan vit tosaðu við hann, og hann sigur, at grindin gongur í fleiri bólkum. - Hon liggur beint nú um ein fjórðing beint suður úr drangunum, og bátar eru á veg úr Sørvági og úr Bø, og [...] og teir fyrstu bátarnir koma nokk skjótt. Reðin Leonsson sigur, at í løtuni liggur bert ein bátur hjá grindini, og tað er ein bátur úr Mykinesi, sum bóndin har úti, Esbern í Eyðansstovu, eigur.
síðani stuðlar Niels Pauli Danielsen teimum, hóast hann alla tíðina sigur seg kunna góðtaka slíkt, ið teir fordøma. Elsa Funding sigur, at talan er um eitt óhugnaligt høgrarák innan føroysku kirjuna. Hon [...] einum til, ið umboðar fundamentalistiku bíbliuuppfatanina hjá Dansk Bibel Institut at standa teologiskt embætisprógv við lærda háskúlan, sigur Elsa Funding, ið er innstillað sum nýggjur prestur í Suðuroyar [...] fólk. Hon ivast ikki í, at tað fer at bera væl til hjá teimum báðum at samstarva. Men Elsa er ikki samd við áskoðanum Andreasar viðvíkjandi "rættinum" hjá Olofson til kirkjuna. Klokkutíðirnar nakað fjas Elsa
er altíð okkurt at takast við, sigur hann. Hann og ein annar maður vóru á útróðri mánadagin í hesi vikuni, og fingu teir tá góð 2000 pund. Øll henda veiðan varð løgd upp hjá Fiskamarknaðinum á Toftum. Nú [...] vera nøgdan, um hann fekk 100 pund uppá stampin. Men hjá Jan er úrslitið sum oftast betri enn so. - Vit plaga at liggja um 150 pund uppá stampin, sigur hann. Jan brúkar nógv ymisk sløg til agn ? kúfisk, [...] Oyrarbakki: Tað er ikki av besta veðri, tá útróðrarbáturin "Gunnvá" kemur stimandi suður gjøgnum Sundalagið henda hósmorgunin. Tað er væl av vindi og tætt eru millum teir grovu ælingarnar norðaneftir.