- Stór grind í fleiri bólkum

Talan er um eina stóra grind, ið liggur beint út Mykines

Reðin Leonsson, fyrrverandi løgreglumaður, er staddur í Mykinesi, og hann sigur, at talan er um eina stóra grind, sum liggur beint út fyri oynna.

 

- Her livir alt havið herúti í grind. Hon gongur í fleiri bólkum, og talan er um eina stóra grind, sigur Reðin Leonsson.

 

Hann stóð og hugdi eftir grindini úr landi, meðan vit tosaðu við hann, og hann sigur, at grindin gongur í fleiri bólkum.

 

- Hon liggur beint nú um ein fjórðing beint suður úr drangunum, og bátar eru á veg úr Sørvági og úr Bø, og teir fyrstu bátarnir koma nokk skjótt.

 

Reðin Leonsson sigur, at í løtuni liggur bert ein bátur hjá grindini, og tað er ein bátur úr Mykinesi, sum bóndin har úti, Esbern í Eyðansstovu, eigur.