- Snýr seg um ikki at koma í tíðarneyð

Tað sigur Høgni Egilstoft Nielsen, fyrsti føroyski kvikmeistarin, um lykilin til at standa seg væl í kviktalvi.

Síðsta vikuskifti gjørdist Høgni Egilstoft Nielsen fyrsti føroyameistari í kviktalvi. Tað var í umdysti, at hann koppaði risanum í føroyskari telving, Helga Dam Ziska.

Høgni sigur við Sosialin í dag, at Helgi hevði fingið eina vinnandi støðu, men komin í tíðarneyð gjørdi hann ein somikið stóran feil, sum ikki kundi bjargast.

Kviktalv er eitt nýtt slag av telving her heima, og Høgni sigur lykilin vera ikki at koma í tíðarneyð.

- Tað er at finna ta røttu javnvágina, hvussu skjótt ein skal flyta. At koma í tíðarneyð er ongantíð dreymastøðan hjá einum telvara, tó so má eitt sindur av tíð brúkast, um telvingin skal vera á einum nóg høgum støði, sigur hann.

Øll samrøðan við Høgna Egilstoft Nielsen kann lesast í dagsins Sosiali.