til venjing, so at fysioterapeauturin kann hyggja at tær. Og kemur tú ov seint til venjing bara eina ferð í eini viku, so missir tú tær tvær fríbillettirnar, sum tú annars fært til heimadystirnar hjá Arsenal [...] stórtrívist. At liva fótbólt Men er tað ikki skjótt at gerast troyttur av fótbóltinum, tá tað meira ella minni er einasta innihaldið í gerandisdegnum? ? Um eg skal vera heilt erligur, so dámdi mær betur [...] kvinnudeildini merkir munin. ? Eg var heilt ótrúliga yvirraskaður, tá eg sá okkara kvinnulið spæla fyrstu ferð. Tær eru heilt fantastiskar, og tær plaga eisini at liggja millum bestu liðini í deildini. Tær spæla
Næstur John var Johannes Martin Johan Hjalmar Ivan (1902-1981), vanliga kallaður Jóhannes á Bakkanum ella sjaførurin, tí hann koyrdi lastbil, vist fyrsta lastbil í Vestmanna. Hann varð giftur við Mariu Elisabeth [...] skuldi føra Borghild, sum Ólavur á Heygum keypti úr Hull í 1901. Jóannes var eftir henni, men fyrsta ella annan túrin undir Føroyum varð Borghild ásigld av Suðuroynni á Norðhavinum. Borghild fekk so stóran [...] orkaði, róði hann út og arbeiddi á landi. Johan tók skiparaprógv veturin 1940/41. Hann fór fyrstu ferð til skips við einum norskum sildabáti, sum pápi hansara førdi. Síðan var hann við Mariu, Havfrúnni
at frásøgufólkið - og høvundurin - í heilum leggja seg út í frásagnina, gera vart við hetta ella hatta, ella seta beinleiðis spurningar, og tað er ikki tí scenisku kollektiv skaldsøguni líkt. Kvinnulýsingarnar [...] tremur av smáum lýsingum av ymiskum fyribrigdum, av landsløgum og natúr, av søguni aftan fyri hví hetta ella hatta er so vorðið, sum tað er. Hesar lýsingar falla væl inn í ta skiftandi frásøgnina. »Í morgin [...] nar kunnu tykjast meiri tveydimensionalar. Teir vilja bara framá, vilja útinna síni hugskot á ein ella annan hátt. Besta dømið er Enok, sum uttan íhald og hartil við gleði strevast næstan allan sólarringin
kol og stál, ment seg til at verða ógvuliga umfatandi. Sigast kann at ES hevur ferðast við skiftandi ferð, men nú varð lagt upp til eina størri samansjóðing og simplificering av samstarvinum. Fyrst sat eitt [...] tey londini sum eru ímóti finna eina loysn áðrenn november 2006, tá grundlógin skal setast í gildi, ella at tey londini sum eru fyri, mugu avgerða um tey halda áfram. Eitt uppskot hevur verið frammi frá [...] vilja hava eina nýggja skipan. Politikkarnir eru í hesum føri farnir skjótari fram, enn fólkið ynskir, ella kanska halda fólkið klára at fylgja við. Tí kann sigast, at støðutakanin er sett ov tíðliga. Um bíðað
vit hoyra fyri fyrstu ferð, er ein nøktandi dokumentatión av innspælingunum...og í hesum nýggja samanhanginum skýna hesir sangir bjartari enn nakrantíð. Summir eru, fyri fyrstu ferð, beinleiðis vakrir." [...] Clapton uppí"). Tveir dagar seinni var kreppufundur á Apple skrivstovuni hjá The Beatles. Men aftur hesaferð fer Harrsion á dyr, tá Yoko byrjar at úttala seg vegna John. 15. januar 1969 er aftur fundur á skránni [...] bjarga leivdunum av Get Back innspælingunum. Trupulleikin var bara tann, at hvørki Paul McCartney ella uppruna produsarin George Martin vistu av nøkrum. Hvat síðani hendi er ikki púra greitt. Spector vil
ígjøgnum, var góðskan í innleggunum alt ov vánalig. Mest sum hvørja tí einastu ferð kundi fremsti kypriotiski verjuspælarin stúta ella sparka burtur, og so er trupult at koma til veruligar møguleikar. Eisini [...] kundi tað mesta eisini vera líkamikið. Føroyska liðið hevði enn einaferð tapt ein fótbóltsdyst, men hesaferð var talan um tap av tí heilt óneyðuga slagnum. Hatta var ein dystur, sum vit als ikki skuldu tapt
felagið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, formannin:?Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella nevndarlimunum. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Teknað teg sum náttarravn ella gang ein [...] sunnukvøld kl. 20 - 24. Hevur tú trupulleikar av rúsdrekka ella øðrum rúsandi? Stendur tú einum mær, ið hevur trupulleikar av rúsdrekka ella øðrum rúsandi? Rúslinjan er anonym telefonráðgeving í svarar [...] kl. 17 Møti Soli Deo Gloria Mánadag kl. 19 Aglow við Birgit Tind. KFUM & K í Klaksvík Missionsvika hesa vikuna Mánadagin kl. 18 Barnamøti Týsdagin kl. 18 Barnamøti Mikudagin kl. 19:30 Sangmøti Hósdagin
annað dømi. Tá ið vit í 1952 vóru í Ravnsoynni, vóru vit til fiskiskap norðan fyri Fiskanes. Eina ferð vóru vit farnir norður eftir um kvøldið uppá at vera burtur í tveir dagar. Vit høvdu verið har norðuri [...] Tað stóð soleiðis eina løtu. So fór toran at ganga, og regnið oysti niður. Ongantíð, hvørki fyrr ella seinni, havi eg hoyrt toruna ganga í Grønlandi. So brann hann á við stormi lágt. Tað bleiv av allar [...] høvdu úr at gera við at ansa bátinum, at stýra og at pumpa. Vit komu so inn í víkina og fóru so í hesa góðu smáttu. Primus og petroleum høvdu vit altíð við okkum, so vit høvdu tað ikki so galið. Men verri
bústaðarloysn. Eg havi hvørki mann ella børn og búgvi sostatt fyri meg sjálva. Komandi íbúðirnar undir Kongavarða síggja sera spennandi út. Eri einsamøll, 6X á og eri í ferð við at selja húsið hjá mær í XXX [...] eina størri íbúð, og lata hesa til onkran, ið er í bústaðarneyð. Eg havi góða inntøku, og havi ongar trupulleikar at gjalda. Í løtuni eri eg stakur, og ynski ikki at keypa hús ella íbúð, fyrr enn eg finni [...] stovni, og tann elsta fer í skúla í summar. Tí er neyðugt hjá mær at leiga okkurt í Tórshavn, Hoyvík ella á Argjum. Vit eru eitt par við 2 børnum, sum eru í øðiligari bústaðarneyð. Eg búgvi í XXX og arbeiði
stendur at lesa palestinsku megin á sjálvum múrinum við svørtum graffiti. So eru vit hinumegin múrin, ella skeivumegin múrin, sum ein í ferðalagnum tók til. Eg hugsi við mær sjálvum, at í okkara heimi er Múrurin [...] eitt ísraelskt flogfar á veg til Gaza. Tað lætnar, og fólk leggja seg aftur at slappa av í sólini. Hesaferð var tað ikki fíggindin. Men tilburðurin bar boð um, hvussu óttin fyri kríggi og yvirgangi kastar