Lívið í Arsenal
? Gerandisdagurin hjá mær er sjálvandi munandi øðrvísi, enn hann er hjá mínum javnaldrum í Føroyum. Eg venji hvønn morgun frá kl. 10 til 12 og spæli dyst hvønn leygardag. Mánadag havi eg tveir skúlatímar á venjingarstadion áðrenn venjing, og mikudag gangi eg heilan dag í skúla inni í London, greiðir Ingi frá. Teir kunnu sjálvir velja lærugreinirnar, og Ingi hevur valt at taka matematik, fysikk og kemi á studentaskúlastøði.
? Sjálvandi hugsi eg viðhvørt, um eg ikki havi mist okkurt. Eg havi jú ikki havt heilt vanlig tannár, og havi ikki upplivað ungdómslívið, sum mínir vinir har heima hava. Men eg havi fingið so nógvar aðrar góðar og spennandi upplivingar við fótbóltinum, so tað er absolutt einki sum eg angri, sigur Ingi.
Í løtuni er hann tó skaddur, so hann fær ikki vant við hinum. Undir eini venjing skaddi hann sær eitt liðband í knæðnum so mikið illa, at hann ikki fær sparkað ein bólt. So hann venur í vøddarúminum og gongur til fysioterapeut í staðin.
? Her er eingin umbering fyri at verða burtur frá venjing. Ert tú skaddur, skal tú venja í vøddarúminum. Ert tú sjúkur, skalt tú møta til venjing, so at fysioterapeauturin kann hyggja at tær. Og kemur tú ov seint til venjing bara eina ferð í eini viku, so missir tú tær tvær fríbillettirnar, sum tú annars fært til heimadystirnar hjá Arsenal, sigur Ingi.
Ingi heldur sjálvur, at hann er mentur nógv sum fótbóltsspælari, tíðina hann hevur verið í Arsenal.
? Eg haldi sjálvur, at eg eri vorðin nógv betri, síðan eg kom. Eg havi bara verið sera óheppin við nógvum skaðum. Hevði eg ikki verið so nógv skaddur, kundi eg verið enn betri, sigur hann. Hann greiðir frá, at teir av og á venja saman við besta liðnum hjá Arsenal, so venjingin er á absolut hægsta stigi.
Liðfelagarnir
Arsenal hevur bert eitt u-19 lið, so kappingin um plássini er sera hørð.
? Tú ert altíð í vanda at missa plássið. Tað eru eitt ótal av spælarum og royndarvenja allatíðina, og um teir finna onkran, sum teir halda vera betri enn teg, so ríkur tú út. Tí mást tú altíð geva títt allarbesta, serliga undir dystum. Teir vænta, at vit vinna hvønn einasta bólt, sigur Ingi. Sum er, er hann tó tryggjaður í Arsenal til endan á næsta kappingarárið, tá núverandi sáttmáli gongur út.
? Tað er tó rættiliga torført at koma inn á liðið. Tølini vísa, at bert 1 út av hvørjum 1500, sum eru og royndarvenja við Arsenal, fær kontrakt. So eg var ógvuliga heppin, sigur hann smílandi. Men hóast kappingin millum leikararnar er hørð, so er vinarlagið millum spælararnar gott.
? Tað er ikki so, at vit við vilja takla hart undir venjing, fyri at tryggja okkum plássið á liðnum. Tað havi eg hoyrt, at ungdómslið í t.d. Italia gera. Vit fylgjast sera nógv uttanfyri vøllin eisini. Umleið helvtin av liðnum eru útlendingar, og vit finna sera væl útav tí saman. Vit eru allir í somu støðu, langt heimanífrá, greiðir Ingi frá.
Hann heldur, at støði á u-19 liðnum man vera nakað tað sama sum á føroysku 1.deild.
? Tekniskt er støðið ógvuliga høgt. Og vit gera nógv við at venja skjótleika og fimleika. Í Føroyum eru spælararnir sera tungir og seinir, samanborið. Um føroyskur fótbóltur skal koma upp á støðið her, so mugu teir gera nógv meira við at venja skjótleika, heldur Ingi.
Spurdur um hann gerst ríkur av at spæla við Arsenal, flennir hann og sigur, at hann kann ikki klaga.
? Men um tú veruliga vil liva av fótbóltinum, mást tú spæla við bestu deildini, sigur hann. Sum er býr Ingi hjá eini familju, har hann hevur búð síðani hann kom til Onglands.
? Eg havi hugsað um at keypa mær eina íbúð, men London er ein sera dýrur býur at búgva í, so eg veit ikki, sigur hann. Ein av fyrimununum við at búgva hjá familjuni, er, at har býr eisini ein svenskari, sum kom til Arsenal somu tíð sum Ingi.
? Tað hjálpir sera væl at hava góðar vinir her yviri. Eg var so ungur tá eg kom, og tá var tað eitt sindur ringt. Men nú dámar mær væl, og eg stórtrívist.
At liva fótbólt
Men er tað ikki skjótt at gerast troyttur av fótbóltinum, tá tað meira ella minni er einasta innihaldið í gerandisdegnum?
? Um eg skal vera heilt erligur, so dámdi mær betur fótbólt, áðrenn eg kom higar. Eg kundi vera einsamallur niðri í Gundadali við einum bólti í fleiri tímar. Eg spældi fótbólt allan dagin. Fyrstu tíðina í Arsenal hugsaði eg eisini, at hetta var dreymurin sum gekk út. Nú er dreymurin vorðin til veruleika og fótbólturin er vorðin eitt arbeiði, sum skal gerast hvønn dag. Ikki tí, mær dámar tað sera væl enn, men ikki heilt á sama hátt sum fyrr, greiðir hann frá. Hann sigur víðari, at tað hevur verið ringt at verið so nógv skaddur.
? Fótbóltur er suverenur, tá alt gongur gongur sum tað skal. At spæla dyst er altíð stuttligt, serliga tá tað gongur væl hjá mær og vit vinna. Men at síggja allar hinar fara til venjingar, dystir og viðhvørt til kappingar uttanlands, er rættuliga súrt, tá tú ikki sleppur við sjálvur, sigur hann.
? Tá kanst tú lættliga gerast eitt sindur troyttur av tí heila og bara vilja sleppa heim. Ingi viðgongur, at fótbóltur fyllir meginpartin av lívinum. Hann kennir nærum eingi fólk í London, sum ikki á onkran hátt eru knýtt at fótbóltinum.
? Vit venja fótbólt, tosa um fótbólt, og hyggja at fótbólti í sjónvarpinum. Men fyri at royna okkurt nýtt eri eg farin at spæla golf. Tað er mín nýggja hobby, sigur hann og flennir. Men hann heldur allíkavæl ekstrema fótbóltsumhvørvið vera gott, tí hann lærir nógv av tí. Teir á u-19 liðnum skulu t.d. eisini møta til allar dystirnar á Highbury, fyri at "hyggja og læra".
Men hóast teir eru yrkisleikarar, so merkja teir, at teir "bara" eru eitt ungdómslið. Tó ikki í so stóran mun sum undanfarin ungdómslið gjørdu.
? Fyrr skuldu yngru leikararnir busta fótbóltskógvarnar hjá besta liðnum, men tann reglan varð tíbetur avtikin árið fyri, at eg kom. Nú skulu vit bara feiða bólt/keylu-rúmið regluliga. Og á jólum skulu vit syngja jólasálmar fyri 1.liðnum, venjarum, fysioterapeutum, kostráðgevum og øllum hinum sum hava nakað við felagið at gera. Tað plagar at vera øgiliga stuttligt -og falskt, við nógvum røddum sum eru í yvirgang.
Tað eru tó ikki bara unglingarnir, sum merkja mun á sær og besta liðnum. Eisini besta liðið í kvinnudeildini merkir munin.
? Eg var heilt ótrúliga yvirraskaður, tá eg sá okkara kvinnulið spæla fyrstu ferð. Tær eru heilt fantastiskar, og tær plaga eisini at liggja millum bestu liðini í deildini. Tær spæla góðan fótbólt, men tað fáa tær ikki serliga stóra løn fyri. Harafturímóti fáa tær løn fyri at vaska okkara klæði og syrgja fyri, at tey eru klár og samanløgd, tá vit skulu nýta tey. Tað er teirra arbeiði í felagnum, sigur Ingi við einum skeivum smíli. So mikið fyri javnstøðu.
Framtíðin
Hóast kappingarneytarnir hjá Inga á 1. liðnum hjá Arsenal eru so kendir menn sum Viera og Silva, so hevur Ingi vónir um at fáa pláss á miðjuni einaferð í framtíðini.
-Vónirnar hevur man altíð. Tær ert tú noyddur at hava. Teir 11-12 leikararnir á mínum liði eru útvaldir og hava fingið kontrakt, tí teir verða mettir at kunna klára seg á 1. liðnum. Tað er tó ikki vanligt at fara frá ungdómsliðnum beinleiðis uppá 1.lið. Flestu leikararnir fara í onnur feløg ella á eykaliðið aftaná ungdómsliðið. Um eg verði ein av teimum, sum ikki fái nýggja kontrakt, tá hendan gongur út, so havi eg nógvar fyrimunir av at hava spælt við Arsenal, sigur Ingi.
Hann sigur, at tað altíð eru nógvir talentskótar og hyggja at dystunum hjá teimum, tí støðið er so høgt. Tað vil siga, at tað er lættari at verða sæddur, enn tað hevði verið í einum av teimum smærru ensku feløgunum ella í t.d. Danmark. Tað merkist, at áhugin fyri teirra liði er stórur, tí eftir so at siga hvønn dyst er onkur, sum kemur og prátar við teir um at koma í onnur feløg.
? Tú mást ansa tær eitt sindur. Teir lova allir gull og grønar skógir, um man bara ger sum teir siga. Men teir flestu hugsa kanska meira um seg sjálvan enn um teg, sigur Ingi. ? Teir vilja bara hava fatur á tínum pengum.
Tað er tó ikki bert møguleikin at verða sæddur av øðrum góðum feløgum, sum er ein fyrimunur hjá Inga. Bara tað at hava Arsenal standandi á pappírunum gevur honum fyrimun. Eisini hóast møguligir keyparar aldrin hava sæð hann spælt. Arsenal verður jú skýrt at vera heimsins besta felag, við sera høgum støði. Teir leikarar, sum hava fingið kontrakt við Arsenal, hava líkasum fingið eitt dygdarstempul.
Og um illa vil til, so heldur Ingi seg hava lært so mikið nógv um fótbólt hesa tíðina, at tað skuldi ikki verið so heilt torført at fingið eitt gott venjara starv.
Hvat krevst?
Ingi dylur ikki, at hann hevur verið óvanliga heppin. At ein talentskóti frá Arsenal er og hyggur at eini u-16 kapping í Gundadali, er ikki heilt vanligt. At hesin so bað júst Inga, millum allar leikararnar í kappingini, um at koma og royndarvenja var sera heppið. Og møguleikarnir at sleppa ígjøgnum nálareygað og fáa kontrakt eftir at hava royndarvant í Arsenal eru sum sagt 1:1500. Men afturat góðu eydnuni er eisini óalmindiliga nógv venjing. Og stríðsvilji.
? Tað besta ráðið eg kann geva øðrum, sum ganga við hesum dreyminum, er at venja. Venjingin hevur alt at siga. Eg trúgvi, at tú kanst alt tú vilt, bara tú venur miðvíst. Tað hjálpir sjálvandi at spæla á einum góðum liði við einum góðum venjara, so tað mást tú kanska leggja teg miðvíst eftir, heldur hann.
Ingi sigur, at hann onkuntíð hevur sæð onkrar góðar leikarar her heima, sum saktans kundu spælt við Arsenal-liðnum.
? Tað eru nógvir ungir, góðir spælarar í Føroyum. Men teir flestu gerast óseriøsir tá teir gerast eldri og velja onnur ting framum fótbóltin. Tá hava teir ongan kjans. Høvdu teir í staðin hildið fram við miðvísari venjing og lagt seg eftir at sloppið á landsliðið, so høvdu teir økt nógv um møguleikan at gerast yrkisleikarar. Landsliðið er ein góður sýnisgluggi, tað var í øllum førum soleiðis, at eg varð sæddur, sigur Ingi.
Hann leggur eisini dent á, hvussu nógv karmarnir hjá ungum spælarum eru batnaðir seinastu árini.
? Nú er t.d. Jákup í Stórustovu farin at arbeiða við okkum. Hann er ein føroyskur agentur burturav, sum kennir føroyskar leikarar og veit alt um føroyskan fótbólt. Hann hevur góðar kontaktir uttanlands, so tað er eitt stórt framstig. Hann fær hjálpt leikarunum víðari, men grundina mugu teir sjálvir leggja. Og hon kemur bara við venjing, venjing og meira venjing, sigur Ingi Højsted at enda.