Eftir at tað leingi kendist striltið, so hevur tað seinastu vikurnar verið hugaligari hjá teimum í B36. Heimasigurin ímóti NSÍ bar leygardagin árstalsfelagið fram á bronsuplássið. Tað mistu teir aftur [...] ungir menn, ið eru uppvaksnir í felagnum. Hørður Askham er tryggur miðverji, Robert Heðin Brockie hevur víst seg at vera góður avloysari á miðvøllinum, nú Súni Olsen er skaddur, og bæði Rasmus Dan Sørensen [...] B36 vitjan av 07Vestur, og tá fer Martin Pedersen at umboða B36 fyri síðstu ferð. Hjá vágaliðnum hevur tað leingi verið soltið, og nú er 07Vestur niðast á støðutalvuni. Ímóti HB var avrikið síðsta tíman
Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja nýtt tak á ítróttarhøllina á Hálsi. Arbeiðið skal byrja beinanvegin so at tað kann verða liðugt til hondbólturin byrjar aftur í heyst. Á býráðsfundi í kvøld [...] við teirri avleiðing, at fleiri hylar vóru á gólvinum, sum vóru til vanda fyri spælararnar. Takið hevur leingi trongt til at at verða skift, men nú slepst ikki undan, skal tað yvirhøvur bera til at brúka [...] takast upp um takið skal skiftast fyrst í summar, so at innanduraarbeiðið kann gerast aftan á. Býráðið hevur samtykt at játta 10 milliónir krónur av til arbeiðið, eitt nú verða 1,7 millión tikin av eini játtan
hópatali av fólkum sær ein túr niðan á hægsta fjall okkara, Slættaratind. Ein trupulleiki hevur verið, at tað hevur gingið heldur illa hjá øllum at fáa sett bilin frá sær á nøktandi hátt her á Eiðisskarði [...] nýta vegin, eins og fleiri møtipláss og ábøtur í svingum eru gjørd. Lagt verður aftrat, at Landsverk hevur somuleiðis valt at raðfesta hesar ábøturnar av teirri einfaldu orsøk, at vegurin um Eiðisskarð er
sum varð reistur í 1969. Savnið hevur sent mentanarnevndini hjá Fólkatinginum neyðarróp og vónar at fáa fíggjarstuðul til at styrkja savnsbygningin. Av tí at húsið hevur verið friðað síðan 1997, er tað [...] áhuga. - Grunnar eru sjáldan hugaðir at lata pening til ístandgerð og rakstur, sigur hann. Savnið hevur verið rakt av almennum sparingum. Seinastu sparingarnar vóru í 2010, tá 1,2 mió. kr. skuldlu sparast
Ólavur Rasmussen, sum er drívmegin aftanfyri projekt Salt á Tvøroyri, hevur framvegis góðar vónir um, at verkætlanin verður veruleiki. Sum tað sæst í aðrari grein á Portalinum, er so lítil áhugi at gera [...] hvussu trupulleikin við teimum entreprisunum, sum mangla, skal loysast, sigur hann. Fyrrenn hann hevur tosað við stuðulsveitararnar, veit hann ikki at siga, hvussu farið verður fram hereftir - Hvør leisturin [...] at vera við ymsar arbeiðstakarar, sum kunnu hugsast at vera sinnaðir at gera tey arbeiðini, ongin hevur bjóða upp á.
Enn veit løgreglan lítið og einki um, hvør tað er, sum í tveimum førum hevur gjørt seg inn á standmyndir ymsastaðni í Havn. Tað eru standmyndir hjá íslendsku listakvinnuni, Steinunn Þórarinsdóttir, ið [...] ið eru settar ymsastaðni í Havnini, sum ikki hava fingið frið. Løgreglan hevur tikið málið í so stórum álvara, at tey hava alment heitt á tey, sum vita nakað, um at venda sær til løgregluna. Men løgreglan [...] rættiliga stórt virði. Tí hava tey lagt nógv fyri í royndunum at finna gerningsfólkini, men higartil hevur tað verið úrslitarleyst. Tað var mánadagin 24. juni, at løgreglan fekk fyrru fráboðanina um, at tvlr
Fyritøkan Myrtha, sum framleiðir og setti upp svimjihylin, sum varð nýttur á HM í Barcelona, hevur nú verið frammi og víst ákærunum aftur, um at streymur skuldi vera í hylinum. - Vit eru sannførd um, at [...] svimjarar hava svomið móti streyminum í HM kappingini í svimjing, sum var í Barcelona fyri stuttum. Hildi hevur verið, at filtrini, ið skuldu skifta vatnið í hylinum út, vóru orsøkin til, at ein streymur ella rák [...] metrum, har tíðin “heim” táttaði í eitt heilt sekund seinni enn út á 50 metra málinum. Fyritøkan, sum hevur gjørt og set um svimjihylin gjørdi ein sokallaðan sirkulatiónstest í svimjihylinum á degi 3 og 6,
hvat fólki dámdi, men er tað sum undanfarin ár, hevur hon verið stuttlig. Veðrið er hampiligt enn, men nú er farið at regna, og tað er nakað, sum hevur ligið í kortunum frá veðurmonnunum. Hann sigur frá [...] Ovastevnan er farin undir sín fyrsta dag, og sum kunnugt hevur renning verið fyriskipað í kvøld, har allir vinnandi luttakararnir fingu heiðurstekin handað, og somuleiðis var við nummar tvey og trý. Kabarettin
Ein sonurin er 4 ára gamli Elias. Hann hevur verið við pápa sínum í Silvalandi og lurtað eftir Kulum Rótum. Hóast hann er farin á festival við dreingjunum, so hevur hann eisini verið til onkra konsert sjálvur [...] Johannesen kom á Summarfestival tíðliga í morgun. - Eg plagi at vera á hvørjum Summarfestivali. Í ár hevur tað tó ligið so fyri, at eg fekk ein son fyri tveimum vikum síðan, og tá er ikki altíð so lætt at
dag tryggjaðu kvinnurnar á Jarnbardi sær FM heitið í kappingini millum 6-mannaførini. Jarnbardur hevur vunnið allar seks róðrarnar, og tað var einki óvæntað í tí, at kvinnurnar í Knørrafelagnum vunnu í [...] tíggjunda ferðin, at róðurskvinnan á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, er við til at vinna FM. So ofta hevur eingin annar verið við til at vinna FM í kappróðri. Róðrarfelagið Knørrur skipar fyri móttøku fyri [...] ferð var hetta tryggasti sigurin av øllum. Sigurin í dag ber við sær, at Erla Kongsdóttir við gentum hevur endurvunnið FM heitið, sum tær á fyrsta sinni vunnu í fjør. Í barnaróðrinum millum gentur eydnaðist