Ovastevnan er farin undir sín fyrsta dag, og sum kunnugt hevur renning verið fyriskipað í kvøld, har allir vinnandi luttakararnir fingu heiðurstekin handað, og somuleiðis var við nummar tvey og trý.
Kabarettin, Caballeum II, var eisini sýnd fyrstu ferð í kvøld, og har var ein fullsettur salur og hugdi. Enn er tó einki komið fram um, hvussu gekst, og hvat fólki dámdi, men er tað sum undanfarin ár, hevur hon verið stuttlig.
Veðrið er hampiligt enn, men nú er farið at regna, og tað er nakað, sum hevur ligið í kortunum frá veðurmonnunum. Hann sigur frá regni fyrrapartin í morgin og nakað út á seinnapartin, samstundis sum vindurin skal koma upp í hvassan vind.
Men tað er ikki nakað, tey hugsa um í Nólsoy í kvøld. Í matarteltinum - sum ikki er júst matur í kvøld, men heldur meira drekka - hugsa tey als ikki um slíkt, og hugna sær í staðin.
Í síðstu løtu fingu Signar og John boð um at koma til Nólsoyar at spæla í matartjaldinum í kvøld, men at tí, at Signar hevði fingið onkra ilsku í lendarnar, fann John sær onkran annan at spæla saman við í kvøld.
Nú, tá klokkan er farin um 00.30 er hýrurin góður í tjaldinum, og enn má roknast við, at fleiri leggjast aftrat, so hvørt sum kvøldið líður.