Víkingasavnið í Roskilde er komið illa fyri. Longu fyri tveimum árum síðan boðaðu serfrøðingar av Teknologisk Institut frá, at bygninginum nýtist ábøtur. Síðan er einki hent.
Túsund ára gomlu skipsvrakini frá vikingatíðini standa trygt inni, men karmarnir eru í ringum standi. Salt úr Roskilde Fjørði og onnur evni treingja seg inn í jarnskrokkin á húsinum og máa hann burtur, skrivar Politiken sambært dr.dk.
Verður loysn ikki funnin skjótt, kann tað enda við, at betongstykkini ein dag detta um oyruni á fólki, sigur Claus Christiansen, fíggjar- og umsitingarstjóri á savninum.
Erik Christian Sørensen arkitektur teknaði betongbygningin, sum varð reistur í 1969.
Savnið hevur sent mentanarnevndini hjá Fólkatinginum neyðarróp og vónar at fáa fíggjarstuðul til at styrkja savnsbygningin.
Av tí at húsið hevur verið friðað síðan 1997, er tað bæði truplari og dýrari enn annars at gera bygningin aftur. Sambært serfrøðingum fer tað at kosta 75 milliónir krónur.
Hvørki Roskilde kommuna ella savnið eigur peningin at gera bygningin aftur fyri. 35.000 færri vitja Víkingasavnið um árið nú enn fyri 10 árum síðan.
Sambært Claus Christiansen verður ikki lætt at útvega peningin úr grunnum, hóast fleiri vísa áhuga.
- Grunnar eru sjáldan hugaðir at lata pening til ístandgerð og rakstur, sigur hann.
Savnið hevur verið rakt av almennum sparingum. Seinastu sparingarnar vóru í 2010, tá 1,2 mió. kr. skuldlu sparast.
(Mynd: Torben Christensen © Scanpix)