Einki rák var í hylinum

Fyritøkan Myrtha, sum framleiðir og setti upp svimjihylin, sum varð nýttur á HM í Barcelona, hevur nú verið frammi og víst ákærunum aftur, um at streymur skuldi vera í hylinum.

- Vit eru sannførd um, at einki rák er í hylinum, sum kann føra til skeivleikar í hylinum, sigur talsmaðurin hjá fyritøkuni við heimasíðuna SwimVortex.

 

Hetta veit heimasíðan svimjing.com at siga.

 

Fyrr í vikuni hoyrdu vit, at ávísir svimjarar hava svomið móti streyminum í HM kappingini í svimjing, sum var í Barcelona fyri stuttum.

 

Hildi hevur verið, at filtrini, ið skuldu skifta vatnið í hylinum út, vóru orsøkin til, at ein streymur ella rák í hylinum, órógvaði svimjararnar.

 

 Tað eru serliga á geil 1, 2 og 3, at tað tykist at hava gjørt mun. Tá svimjararnir venda eftir 50 teir fyrstu metrarnar, so svimja teir seinni heim. Hetta sást greitt hjá Páli Joensen í finaluni í 1.500 metrum, har tíðin “heim” táttaði í eitt heilt sekund seinni enn út á 50 metra málinum.

 

Fyritøkan, sum hevur gjørt og set um svimjihylin gjørdi ein sokallaðan sirkulatiónstest í svimjihylinum á degi 3 og 6, meðan HM var.  Ymiskt fyltar fløskur blivu setar niður í hylin, meðan hann var tómur, og síðani sást á videoupptøkum, at fløskurnar fluttu seg lítið og einki, og tá heldur øvugt í mun til tað rákið, sum tíðirnar benda á.