Eftir at tað leingi kendist striltið, so hevur tað seinastu vikurnar verið hugaligari hjá teimum í B36. Heimasigurin ímóti NSÍ bar leygardagin árstalsfelagið fram á bronsuplássið. Tað mistu teir aftur sunnudagin, men støðan er framvegis góð, og ikki minst hugaligt er tað, at fleiri av teimum, sum hava átt lyklaleiklutir, eru ungir menn, ið eru uppvaksnir í felagnum.
Hørður Askham er tryggur miðverji, Robert Heðin Brockie hevur víst seg at vera góður avloysari á miðvøllinum, nú Súni Olsen er skaddur, og bæði Rasmus Dan Sørensen og Benjamin Heinesen, sum ímóti NSÍ skoraði fyri fyrstu ferð í bestu deildini, hava víst, at tað kann roknast við teimum.
Í kvøld fær B36 vitjan av 07Vestur, og tá fer Martin Pedersen at umboða B36 fyri síðstu ferð.
Hjá vágaliðnum hevur tað leingi verið soltið, og nú er 07Vestur niðast á støðutalvuni. Ímóti HB var avrikið síðsta tíman á góðari leið, og tað verður við støði í tí avrikinum, at Piotr Krakowski og hansara menn í kvøld koma í Gundadal. Fyrr í ár eydnaðist tað 07Vestur at megna málleysan javnleik í Gundadali ímóti HB.
B36 - 07 Vestur, Petur Reinert
í kvøld kl. 17.30