heimild til at áleggja fíggjarmálastýrinum at fara undir veruligar samráðingar og føldi tingið, at trupulleikar vóru, átti tingið at brúkt tað heimildina, ístaðin fyri at brúka sítt lóggevandi vald til at taka [...] teimum sáttmálasettu lærarunum, var tað sum at festa í fjús. Tí við hesi ætlanini hevur hann gjørt seg til seg sera illa lýddan, bæði hjá lærarum og ikki minst hjá fakfeløgunum. Jákup Sverri Kass segði við [...] verja børnini og foreldrini, ætlaði hann hesa vikuna at royna at savna undirskriftir frá 16 øðrum ting-limum, so at uppskot kundi leggjast fyri tingið sum endaði verkfallið við lóg. Fyri at leggja uppskot
undanfarnum valum. Royndirnar hava eisini lært meg, hvussu tað kann leggjast til rættis, so tað undir sendingini er lætt at finna fram til met og hagtøl. Minnisríku løturnar Tá ið vit spyrja Jóannes Hansen, hvat [...] Kreppan leikaði í, og valluttøkan var lítil. Verkamannafylkingin kom á ting við trimum umboðum, Tjóðveldið fekk fýra menn á ting, og Javnaðarflokkurin fór úr tíggju og niður í fimm tingmenn. Atli P. Dam [...] viðmerkingar í sjónvarpinum valkvøldið. Tað fer hann aftur at gera týskvøldið, tá ið úrslitini av valunum til býráðini og bygdaráðini verða klár. Tá ið vit hittu viðmerkjaran mikudagin, vóru hann og næmingarnir
um til Bill, sum eg haldi eru neyðugar. Bill leggur dent á tað kristnu fatan, at er Gud náðigur, og er vegleiðari fyri okkum og okkara samfelag. Og at tað eru hesar vegleiðingar vit skulu taka til okkum [...] brúka Bíbliuna sum lógargrundarlag í samfelagnum. Hetta vísir Sjúrður eisini á í sínum svari til Bill. Og til Jenis, so vil eg eisini viðmerkja – og hetta er sera týðandi – at tað er munur á tí, at ynskja [...] Gunnar Isfeld, lesandi ---------- Viðmerking til Bills grein: “Tvitin Sjúrður” Bill ákærir Sjúrð Skaale fyri at hava “snævurskygd, myrk og niðurgerandi sjónarmið um føroyskar politikarar”. Eg haldi
settur upp fyrr í ár, men tað førdi tó í fyrsta umfari til, at sølan minkaði. - Tendensirnir við minkandi sølu, sum vit sóu fyrsta hálva árið, sær nú út til at stabilisera seg, og vónandi heldur tann gongdin [...] 000 krónur – var so ætlað at fáa inn umvegis eykajáttan frá Løgtinginum. - Eftir aðru viðgerð sær út til, at tað er tann vegin vit mugu arbeiða við at lata ein eksklusiva handil upp í SMS. Vónandi fer vøruúrvalið [...] sigur Niels Mortensen. Hóast alt er upptikið í SMS, verður sostatt pláss fyri Rúsuni, og plássið til einkarsøluna verður ikki púra einki. - Plássið verður avmarkað, men eg meti, at pláss verður fyri einum
Dag og dagliga hoyrist um fólk, sum gera av at flyta, og hús eru til sølu í hvørjum blaði. Føroyskir politikkarir eiga at taka støðu til, um liviligt skal vera uttan fyri Havnina og meginøkið annars. Tá [...] har møguleikarnir hjá øllum landsins borgarum skulu vera so eins sum gjørligt frá vøggu til grøv uttan mun til sosiala støðu. Ikki hevur verið lætt at framt hetta í verkið, nógv er eftir enn, og annað [...] og fingu fullan stuðul frá Javnaðarflokkinum tá um galt at útvega fígging til arbeiðsfremjandi tiltøk, m.a. úr Danmark. Heilt til inn í áttatiárini hevði Javnaðarflokkurin fyri tað mesta meirilutan í kommununi
Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Hvat flutti tú til Boston? Eg flutti til Boston í januar í 2002. Eg havi búð ymsa staðni í heiminum. Eg havi búð í Danmark, Fraklandi og Argentina. Í Argentina [...] spældi eg tónleik við nógvum, sum ætlaðu sær víðari út at lesa. Har hoyrdi eg nógv tos um at fara til Boston fyri at søkja inn á navnframa musikkskúlan Berklee College of Music. Hetta er ein sera viðurkendur [...] USA. Har er ein sera stórur eftirspurningur eftir tónleiki í USA. Tey vilja hava livandi tónleik til øll tiltøk, so hetta er gott hjá okkum, sum liva av at spæla tónleik. Tað er eisini so, at fólk hyggja
skal mála jólakortið hjá fyritøkuni. Til eina framsýning hitti Beinta hana, sum málaði jólakortið hjá TDC í fjør, og tá TDC so leitaði eftir einari nýggjari kvinnu til í ár, vísti listakvinnan frá seinasta [...] gardinurnar, greiðir Beinta frá. Framsýningin í listaskálanum var ikki so nógv at reypa av, tá tað kemur til sølu av málningum, men tá Beinta seinni sýndi myndarøðina fram í samstarvi við eitt listafelag, gav tað [...] eru fremst í myndini. Hugskotið við gardinunum stavar frá einari aðrari myndarøð, sum Beinta málaði til eina framsýning í einum listaskála í mars mánaði í ár. Útsýnið gjøgnum gardinurnar á nýggja jólakortinum
Heinesen. Tað var Petur Juul Samuelsen, sum fyri nøkrum árum síðani keypti handriti, tá tað var til sølu hjá danska auktiónshúsinum Bruun-Rasmussen. Hann helt tað vera synd, at handritið glapp føroyingum [...] er um eitt ungdómshandrit til eina skaldsøgu frá einaferð í 1920-unum, sum ongantíð kom út. William Heinesen nevndi skaldsøguna »Den yderste tid«, og handritið er 358 síður til longdar. Sostatt er talan [...] "Handrit avdúkar ókenda skaldsøgu eftir William »Jeg gør det ikke af grådighed, men alene af kærlighed til Heinesens forfatterskab.« Soleiðis sigur danin Jess Jessen, stjóri í Frederiksberg Antikvariat, ið
artilgongdin varð broytt. Ætlanin varð allatíðina, at vit skuldu selja 1/3 til smærri íleggjarar. 1/3 skuldi seljast til institutionellar íleggjarar ella onnur flogfeløg, sum kundu lyfta Atlantic framá [...] Føroyum. – Beint undan evstamarki varð hetta tó broytt, soleiðis at lógaruppskotið bert fevndi um sølu av fyrsta triðinginum. Men hinvegin løgdu vit stóran dent á, at næsti triðingurin skuldi seljast [...] var marknaðurin ikki longur tann sami. Men eg haldi kortini, at myndugleikin hevur gjørt ov lítið til at kanna, hvør kundi verið áhugaður í at keypa seinna triðingin. Marknaðurin hevur stabiliserað
samlaðum kapitali. Ognaravkastið Ognaravkastið hjá føroyska fiskiflotanum er í frá 1996 til 1998 fari frá at vera ov lítið til at verða sera gott fyri allar skipabólkar - uttan rækjutrolarar, og má hetta sigast [...] framleiðslu og sølu og sera hørð kapping um fiskin bæði millum fiskavirkir og sølufyritøkurnar. Interpolerað roknskapartøl fyri íslendska, norska og føroyska vinnu vísa, at tað sær út til, at føroyski flotin [...] ikki høvdu fingið íløgustuðul. 1998 var tó eitt rímuligt ár hjá hesum partinum av flotanum sæð í mun til undanfarin ár. Samlaða úrslitið í føroyska fiskiflotanum í 1998 var góðar 165 mió kr., harav hevði