Føroyska fiskivinnan klárar seg hampuliga væl

Mikudagin 14.juni var seinasta seminarið í røðini um lønsemi í føroysu fiskivinnuni, samanborið við lønsemi í Noregi og Íslandi. Tað er ráðgevandi felagið Sp/f Farec, sum hevur staðið fyri verkætlanini

Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður sagt, at verður hugt eftir tí partinum av føroyska flotanum, sum í høvuðsheitum fiskar undir Føroyum, kann sigast um stórt sæð allan flotan, at 1997 og 1998 hava verið tvey góð ár, har rakstrarúrslitini hava staðið mát við samlaðu íløgurnar og soliditeturin er styrktur. Tað er torført at áseta, hvat eitt nøktandi ognaravkast er, tí tað kann skifta alt eftir hvørja vinnu ein tosar um, men vanliga verður sagt, at ognaravkastið skal í minsta lagi vera hægri enn rentan á skuldini. Ognaravkastið sigur nakað um, hvussu stórur vinningurin er av samlaðum kapitali.


Ognaravkastið

Ognaravkastið hjá føroyska fiskiflotanum er í frá 1996 til 1998 fari frá at vera ov lítið til at verða sera gott fyri allar skipabólkar - uttan rækjutrolarar, og má hetta sigast at vera ein positiv gongd. Serliga partrolararnir, línubátarnir og garnabátarnir hava sera góðan soliditet í 1998. Somikið góðan, at teir áttu at tolt eitt vánaligt ár, um ella tá eitt tílíkt kemur. Lemmatrolararnir høvdu ikki klára seg í 1996 og 1997 um teir ikki høvdu fingið íløgustuðul. 1998 var tó eitt rímuligt ár hjá hesum partinum av flotanum sæð í mun til undanfarin ár.

Samlaða úrslitið í føroyska fiskiflotanum í 1998 var góðar 165 mió kr., harav hevði tann parturin, sum í høvuðsheitum fiskar við Føroyar, eitt yvirskot uppá umleið 91 mió kr.


Soliditeturin

Soliditeturin hjá føroysku fiskavirkjunum sýnist eisini at vera góður. Í 1996 var soliditeturin hjá 7 føroyskum virkjum 6 %, meðan hann í 1998 var komin upp á 42 %, so virkini eru betur fyri at standa ímóti tapi, nú enn nakrantíð. Ognaravkastið í 1996 var -7%, meðan tað í 1998 er 14%, sum er eitt sindur hægri enn miðal rentan av fremmandari skuld.

Tað er ikki einfalt at samanbera norsku og íslendsku fiskivinnuna við føroysku, tí struktururin í vinnunum er so ymiskur. Í Íslandi er vertikal integratión av veiðu-, framleiðslu- og søluliðið, sum ger at fyritøkurnar disponera út frá einum heildarsjónarmiði ? hvat er best fyri alla fyritøkuna og ikki, fyri hvørt lið sær. Í Noregi er fiskivinnan merkt av planbúskapi, har rávøran verður seld gjøgnum »Råfisklaget«, sum síðani stýrur hvar rávøran verður arbeidd. Í føroysku fiskivinnuni er lítil integratión millum veiðu, framleiðslu og sølu og sera hørð kapping um fiskin bæði millum fiskavirkir og sølufyritøkurnar.

Interpolerað roknskapartøl fyri íslendska, norska og føroyska vinnu vísa, at tað sær út til, at føroyski flotin betri er førur fyri at forrenta seg enn íslendski flotin, sum hevur munandi størri rávørugrundarlag. Hetta kemst partvís av, at prísmunurin á ráfiski í Íslandi og Føroyum er sera stórur, og at íslendsku skipini hava stóra skuld orsaka av, at kvotur verða keyptar fyri sera høgan prís.


Struktururin

Fyri fiskiídnaðin vísa tølini, at samanborðið við norsku og íslendsku fiskavirkini, so er samlaða ognaravkastið í føroyska fiskiídnaðinum hægri enn ognaravkastið í norska og íslendska ídnaðinum. Bruttovinningurin í føroyska fiskiídnaðinum er ájavnt við bruttovinningin í norska fiskiídanðinum og væl lægri enn í íslendska fiskiídnaðinum.

Nakrar ávegis niðurstøður frá verkætlanini eru, at føroyska fiskivinnan klárar seg hampuliga væl samanborðið við íslendsku og norsku vinnuna. Føroyski fiskiídnaðurin keypur rávøru fyri væl hægri prísir enn norski og íslendski fiskiídnaðurin ger, og fíggjarliga gongdin hjá føroysku virkjunum er á leið tann sama sum í grannalondunum. Hetta tíðir uppá, at føroysk fiskivinnan far sum mest burturúr í veiðiliðnum, framleiðsluliðnum og í søluliðnum, og at tann struktur, ið er í føroysku fiskivinnuni, hevur góða ávirkan á lønsemi í vinnuni, skrivar Vinnuhúsið.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«