Jóannes fær tølini at tala

Týskvøldið verður tað enn eina ferð Jóannes Hansen, sum í Sjónvarpinum fer at gera viðmerkingar til úrslitini á kommunuvalunum. Hann heldur, at tað er týdningarmikið, at tað verður gjørt í føroyskum sniði, sum hann málber seg

Týsdagin í hesi vikuni var amerikanska forsetavalið, og týsdagin í næstu viku verður kommunuval í Føroyum. Jóannes Hansen hevur í mong ár gjørt viðmerkingar í sjónvarpinum valkvøldið. Tað fer hann aftur at gera týskvøldið, tá ið úrslitini av valunum til býráðini og bygdaráðini verða klár.

Tá ið vit hittu viðmerkjaran mikudagin, vóru hann og næmingarnir á HF skeiðnum í Klaksvík í holtur við at lesa úrslitini av amerikanska forsetavalinum.

- Tað er sera áhugavert saman við næmingunum at fylgja við í valunum. Sum lærari í samfelagsfrøði er tað sjálvandi hugaligt, tá ið næmingarnir orsaka av tí, sum tey læra í tímunum, fylgja við í tí, sum er frammi í fjølmiðlunum og samfelagskjakinum. Fyri okkum er tað eitt sindur harmuligt, at amerikanska valið og kommunuvalið heima hjá okkum liggja so tætt uppat hvørjum øðrum, men tað fáa vit einki gjørt við, og so mugu vit taka avgerð um, hvussu vit brúka tíðina. Í hesum førinum hava vit mest tosað um USA og valini har yviri.

Hvat er í viðmerkjarahøpi størsti munurin á amerikanska valinum og føroyska kommunuvalinum?

- Nógvir av mununum eru eyðsýndir, men tað er eisini nógv, sum líkist. Tað snýr seg um at tiltuska sær vald í forsetaembætinum í USA og í Kongressini, og tað snýr seg um at tiltuska sær vald í føroysku býráðunum og bygdaráðunum og at vinna borgarstjórasessirnar, sum eru mest sum alt avgerandi í býráðunum. Á øllum stigum snýr valstríð seg í dagsins samfelag um persónliga profilering, sum tað er neyðugt at brúka lutfalsliga nógvar pengar uppá, og á øllum stigum snýr tað seg um at finna agnið, sum fiskar best.


Tað var av tilvild

Síðani tiltikna løgtingsvalið 7. juli í 1994 hevur Jóannes Hansen verið viðmerkjari í Sjónvarpinum á øllum løgtingsvalunum, fólkatingsvalunum og kommunuvalunum. Hann sigur, at tað var bara av tilvild, at hetta kom í lag:

- Í sambandi við at tað 28. mars í 1994 vóru hundrað ár liðin, síðani Victor Danielsen var borin í heim, gjørdu Árni Gregersen og eg eina sjónvarpssending um Victor. Eg var nógv í Sjónvarpinum, meðan vit arbeiddu við sendingini. Vit tosaðu eisini um politikk og uppstillingina til løgtingsvalið, sum skuldi verða hetta sama heystið. So varð val útskrivað at vera á hásumri, og tá ringdu teir og spurdu, um eg kundi hjálpa teimum valkvøldið, og síðani havi eg verið í sjónvarpinum øll valkvøldini.

Hvussu gongur hetta fyri seg?

- Vit hava ikki nakra fasta avtalu, og hetta er ikki so kompliserað. Tá ið valið er útskrivað ella ásett at vera, so plaga teir í Sjónvarpinum at ringja, og stutt undan valinum plaga vit so at tosa eitt sindur saman um konseptið. Tá ið tað liggur fyri, plagi eg at vera við til royndirnar. Tey fyrru árini vóru fleiri sendingar í Norðurlandahúsinum, aðrar vóru í Vørsluni, og seinni hava vit eisini verið í Útvarpshúsinum. Karmarnir eru ymiskir alt eftir, hvat fyri val talan er um. Eg havi skilt, at hesa ferð verður tað í Vørsluni.


Fólksligt og upplýsandi

Alla staðni verður nógv gjørt burturúr valsendingum. Fremstir í hesum sum so nógvum øðrum eru amerikumenn. CNN, CBS og aðrar rásir eru framúr, og europearar duga eisini, um tað so eru bretar og BBC ella Sky news, og eisini danir, norðmenn og sviar megna hetta væl.

- Tað er fasinerandi at fylgja við. Ivaleyst vóru vit fleiri, sum sótu uppi langt út á mikunáttina. Tað snúði seg um at frætta úrslitið, men tað var eisini framúr áhugavert at síggja, hvussu professionelt, læruríkt og undirhaldandi tað verður borið fram. Hjá miðlunum er tað týdningarmikið at varðveita spenningin og samstundis at vera fyrstir við úrslitunum. Undan forsetavalinum fylgdu vit í hesum HF flokkinum við í, hvussu tølini í kanningunum í teimum 50 USA statunum vóru og broyttust dag um dag. Síðstu dagarnar undan valinum bendu tølini heilt týðuliga á, at Obama fór at vinna soleiðis, sum hann eisini gjørdi. Men uppleggið í miðlunum var, at hetta fór at verða so ógvuliga spennandi og nervapirrandi.

Hvat heldur tú er tín týdningarmiklasti leiklutur í valsendingunum?

- Tað eru tey í Sjónvarpinum, sum leggja til rættis, og tað haldi eg, at tey duga væl, tá ið hugsað verður um, hvørjir karmarnir eru. Mín leiklutur er at siga, hvat tað er, sum eg haldi er mest spennandi og viðkomandi at fylgja við í, og so at gera viðmerkingar til úrslitini. Hetta kennist ikki so nógv øðrvísi, enn tað er at undirvísa HF og studentaskúlanæmingum í samfelagsfrøði. Tað ræður um at leggja tingini fram á ein máta, sum vanligi hyggjarin fangar og harvið tímir at sita eina løtu og fylgja við. Tað ræður um at siga søguna um tølini, og tað ræður um at gera tað skjótt. Tá ið tað verður talt upp, veit eg, at hyggjarin er ikki so áhugaður í uttanumtosi. Tá kennist tað meiri sum forargilsi.

Er tað ein serligur føroyskur máti at gera hetta uppá?

- Føroysk val og føroysk valúrslit vera tað altíð bara føroyingar, sum fara at siga søguna um. Í Føroyum eru viðurskiftini smá, og vit kenna væl hvønn annan. Tí haldi eg, at tað er nátúrligt at tosa um valið og tey valdu og ikki valdu soleiðis, sum kanska bara føroyingar gera. Ikki minst tá ið talan er um býráðsval og bygdaráðsval. Seinastu dagarnar hevur Útvarpið dugað væl, tá ið tey hava vitjað kring landið. Valið er ikki flokspolitiskt so nógva aðra staðni enn í høvuðsstaðnum, í Klaksvík, á Tvøroyri, í Vági og í Eystur kommunu, men valkvøldið er tað eins áhugavert at tosa um tey, sum verða vald í hinum kommununum.

Hvussu fyrireikar tú teg til valkvøldini?

- Áhugin drívur verkið, men í hesum sum í øllum øðrum, sum man fæst við, so er tað týdningarmikið at gera lektiur. Upp undir valini plagi eg at hyggja í úrslitini frá undanfarnum valum. Royndirnar hava eisini lært meg, hvussu tað kann leggjast til rættis, so tað undir sendingini er lætt at finna fram til met og hagtøl.


Minnisríku løturnar

Tá ið vit spyrja Jóannes Hansen, hvat hann minnist best frá valsendingum hesi átjan árini, hann hevur verið við, so ivast hann ikki:

- Sterkast í huganum stendur fyrsta valkvøldið. Tað var løgtingsvalið 7. juli 1994. Hetta var merkisvert og harvið minnisríkt á so ymiskan hátt. Kreppan leikaði í, og valluttøkan var lítil. Verkamannafylkingin kom á ting við trimum umboðum, Tjóðveldið fekk fýra menn á ting, og Javnaðarflokkurin fór úr tíggju og niður í fimm tingmenn. Atli P. Dam hevði á valinum í 1990 vunnið næstan fjúrtan hundrað persónligar atkvøður, tá ið hann fyrstu ferð var uppstillaður í Suðurstreymoy. Hetta kvøldið fekk hann millum 130 og 140 atkvøður. Tað kendist ógvuliga sterkt, tá ið tað var greitt, at fyrrverandi løgmaðurin so dyggiliga var fallin, minnist Jóannes Hansen aftur á.

Hvat er serstakt við kommunuvalunum?

- Stóri spurningurin er, hvør verður borgarstjóri. Tann sessurin er so nógv tann týdningarmiklasti í kommunalpolitikki. Myndaliga tala er borgarstjórin bæði nevndarformaður og stjóri í partafelagnum, meðan hinir politikararnir eru vanligir nevndarlimir. Royndirnar vísa eisini, at tað er møguleiki fyri, at alt bæði hugsandi og óhugsandi kann henda, eftir at tað er liðugt at telja upp. Eftir valið eru tað bara tey, sum eru vald, ið gera av, hvussu bý- og bygdaráðini verða skipað. Tað vil siga, at tá hevur tað størri týdning at telja upp í talið, sum ber samgongu við sær, enn tað hevur, hvør vann flestu persónligu atkvøðurnar á sjálvum valinum, og serliga á kommunuvalunum hevur hetta viðhvørt víst seg í óvøntaðum koalitiónum, staðfestir Jóannes Hansen.

Hann roknar við, at tað er rættuliga sannlíkt, at bæði í Havnini og í Klaksvík fara tey at skipa samgongu longu valkvøldið.

- Men í kommunalpolitikki hava vit eisini sæð, at tað ikki altíð er soleiðis, at undirskriftirnar eru so bindandi, sum tað annars verður roknað við, so søgurnar um tølini fara ivaleyst at verða sagdar og broyttar, inntil býráðini og bygdaráðini formliga hava skipað seg!

***

Fakta

Navn: Jóannes Hansen

Aldur: 57 ár


Familja:

Giftur við Sannu (fødd í Túni). Tey eiga tvær døtur , Randi og Elisabeth


Útbúgving:

Læraraprógv frá Statsseminariet på Emdrupborg (1980)

Cand. mag. í samfelagsfrøði og geografi frá Roskilde Universitetscenter (1987)


Størv:

Studentaskúlalærari á Kambsdali 1988-

Rektari á Føroya Læraraskúla (2006-2011)