borið alt fólkið um tað veruliga var umborð, so er tað í fínasta lagi. Vóru tað bara bátaeigarar sum fingu grind og vóru tað bara teir sum vóru kvikast at tekna seg á sandinum, so var grindin ikki fyri øll [...] Tað eru grindaboð, hon liggur á Norðhavinum, og gongur inn móti Funningsmúla. So verður tað helt í Funningsfirði, hon verður hildin til, ella fer hon longur suður. Tað er eystfall nú. Sóknarongulin er [...] siglt alt Norðhavið upp og niður, og grind var at síggja so langt eyga sá, men vit fingu ikki at smyrja knívin. Tað fekkst ongantíð rakstur á nakran bólk. Mundi tað fara at vera soleiðis í dag eisini, langt
nútíðina. Tað var røddin á Dánjal Højgaard, útvarpsmanni, sum var staddur umborð á seinasta túri Ternunar, ið rættuliga vaktu kenslur í mær. Týðuliga rørdur ljóðaði hann á málinum, ella var nú tað vánaliga [...] minni fram í huganum. Tað var á Vestmannakaj við ferjuleguna, júst í land komin av Ternuni, eftir ár í útlandinum, at eg sá pápa fyri fyrstu ferð, eftir at hann var vorðin sjúkur. Hann var sum eitt hím, og [...] renna í tann sum var fyri framman. Og lukkutíð var ongin mótgangandi hesa løtuna, øll vildu vestur. Eg hevði upplivað fyrsta ferðsluóhappið síðan undirsjóvartunnilin lat upp og tað var ikki eingang í honum
ongantíð hoyrt Knút solo, so tað var ikki minnið spennandi. Áðrenn konsertin byrjaði, legði DJ Switch tónleik á. Glaður poppur Men endiliga byrjaði Knút Háberg Eysturstein, og hann var framúrskarandi. Havi sæð [...] Framførslan av lagnum »Í hesi nátt« var ordiliga góð. Nýggja lagið »Spark«, var øðiliga stórsligið og besta av nýggju løgunum. Meðan stilla lagið »Slip away« ikki heilt var líka fangandi sum restin av tilfarinum [...] tilfarinum. Ein kontritolking av lagnum »Shine« av fløguni, var eisini eitt hæddarpunkt. Seinasta lagið »Roads«, var ein blandað uppliving, fyrsta løtan var øðiliga einkisigandi, til endin byrjaði. Spakuliga vaks
Har var hann til 1995, tá hann fekk í boði at vera við til at byggja eina søludeild upp á Kósini í Klaksvík. Í 1997 stovnaði Kaj Leo Johannesen, saman við Róa Egholm, sølufyritøkuna Farex. - Tað var ein [...] Evropa og ES. Hin einasti, ið tordi at tosa um globaliseringina, og tað neyðuga at fáa okkara vinnulív nærri restina av heiminum. Og tað var hetta, ið fekk meg at lima meg inn í flokkin, sigur Kaj Leo Johannesen [...] hann hoyrir til tað nýggja ættarliðið, ið hóast eitt krevjandi starv setir prís uppá at vera saman við familjuni, - Í síðsta enda gevur tað tær nakað við aftur til arbeiðis. Hann heldur tað vera av alstórum
koma á fund tað eftirlíka vit. - Men tað er bara fyri ikki at vera ófólkalig tí vit halda ikki, at tað er nakað at tosa um. Býráðslimir á Tvøroyri halda ógvuliga lítið um fólkaatkvøðuna, sum var í mai um [...] frammanundan og tað var eitt rungandi nei til samanlegging. Sostatt tænti fólkaatkvøðan bara einum endamáli og tað var at geva landspolitikurum eina orsøk til at jarða alt prát um samanlegging tey næstu 20-30 [...] um kommunusamanlegging. Av øllum kommunum í Føroyum vóru tað fýra kommunur, har meiriluti var fyri samanlegging. Tað vóru kommunurnar á Strondum og í Runavík á Skálafjørði og Fámjin og Tvøroyri í Suðuroy
heimaliðnum var tað sjón fyri søgn, at útskiftingarnar hava verið nógvar síðani í fjør, og heildaravrikið var avgjørt ikki eina deild betri, enn tað hjá TB var. Millum teir fyrstu ellivu var tað bara ein [...] Hann kom inn í 2. hálvleiki og var við í nógvum framrættaðum í høgra borði, og tað var eisini har, at flestu álopini komu ígjøgnum í 1. hálvleiki, tá Bogi Petersen var ytstur. B68 hevði fleiri vandamikil [...] teir sum 2. umfarið leið vórðu kroystir alt longri aftur á egna hálvu, so dyrgdu teir eftir sigrinum. Egil Steintórsson skifti seg sjálvan inn í álopið, og tað var onkra ferðina um reppið, at teir koma ígjøgnum
vikur endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara, á Sjónám. Skipsatstøðari er tað, sum fyrr var ófaklærd dekksfólk á handilsskipum. Tað er nú vorðið altjóða krav, at dekksfólk á haldisskipum hava hesa útbúgvingina [...] lutfalsliga lítil skúli, og tað gevur eisini lærarunum møguleika til at geva hvørjum einstøkum næmingi ta uppmerksemi, honum tørvar. – Vit ganga ómetaliga høgt upp í, at tað fakliga er á høgum støði, og [...] ofta til mín, um teir ivast í onkrum í undirvísingini. Tað dámar mær væl, sigur Hanus Kjølbro, lærari á Sjónámi. Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin
fyri lívsvanda. Tað gekk hampiliga væl at fáa tamarhald á eldinum í Klaksvík, men tað tók sína tíð, og í dag koma serfrøðingar heim úr Danmark at kanna, hvør orsøkin tll eldin er. Tað er Norðlýsið, sum [...] i í Klaksvík. Alt bendir á, at eldurin kyknaði í køksrúminum og ein seksti ára gamal maður, sum var inni, brendi seg so mikið, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í
hugsanir. Sjálvt um hon bara var 7 ára gomul, tá hon flutti heim, kendist umskiftið sum ein verulig broyting hjá henni. Ein dagin, tá tey vóru ávegis í bilinum, og útvarpið var frá, segði hon við mammu sína [...] dýrið. - Mamma segði, at eg kundi bara fáa kaninir, um eg tók mær væl av teimum, og tað havi eg so gjørt, sigur Katrin. Og tað er ikki nógv, ið Katrin ikki veit um hesi djórini, sum hon so væl tekur sær av [...] Katrin sigur, at kaninir mugu ikki búgva inni, tí har er alt ov heitt fyri tær, og so koma tær heldur ikki at klára seg í kuldanum, sleppa tær leysar. Og tað kemur meiri enn so fyri við hvørt. Pjuska
fiskileið, og tað verður farið at mala eitt sindur. Hyggja í ekkoloddið. Leita. Tað var her á leiðini, nakrir fiskar fingust í gjár. Kanska standa onkrir eftir enn? So tað er eina roynd vert. Tað skrivar. Reytt [...] havnarlagnum. Tað eru tað kortini fleiri aðrir, sum gera, so tað skal ansast eftir, sum vera man. Fara spakuliga um endan á grótkastinum og hyggja eftir, hvussu vorðið er suður eftir Sundunum. Tað eru fleiri [...] nýggja tíðin tikið við, og tað eru satelitpositiónir, sum nú gera av, hvar vit eru staddir. Jú, jú. Soleiðis eru tíðin og útgerðin, og gott er tað. Tí tað er eingin ivi um, at tað er gott at vera væl útgjørdur