- Vit hava fingið áheitan um at koma á fund tað eftirlíka vit.
- Men tað er bara fyri ikki at vera ófólkalig tí vit halda ikki, at tað er nakað at tosa um.
Býráðslimir á Tvøroyri halda ógvuliga lítið um fólkaatkvøðuna, sum var í mai um kommunusamanlegging.
Av øllum kommunum í Føroyum vóru tað fýra kommunur, har meiriluti var fyri samanlegging.
Tað vóru kommunurnar á Strondum og í Runavík á Skálafjørði og Fámjin og Tvøroyri í Suðuroy.
Meiningsleyst
Og nú hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, biðið um fund við tær fýra kommunurnar um úrslitið av fólkaatkvøðuni.
Og á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Tvøroyrar Kommuna at ganga áheitanini á møti.
Men tey duga ikki at síggja nakra orsøk til at halda fundin, tí tað, sum meiriluti var um, var at leggja alla Suðuroy í eina kommunu og ikki bara at leggja Fámjin og Tvøroyri saman.
- Men vit eru ikki óhøvisk og tískil ganga vit umbønini frá landsstýrismanninum á møti, hóast tað er meiningsleyst, føra býráðslimir á Tvøroyri fram.
Býráðslimir vístu á, at tískil var landsstýrismaðurin vælkomin at koma suður á fund við býráði, tá ið býráðsfundur verður aftur miðskeiðis í august ella september.
Men býráðslimir á Tvøroyri halda ógvuliga lítið um fólkaatkvøðuna.
- Tað vóru ávísir flokkar, sum kravdu fólkaatvøðu um kommunusamanlegging, siga býráðslimirnir og sipa til Fólkaflokkin.
- Hinvegin varð tað tagt so illa upp, at úrslitið var givið frammanundan og tað var eitt rungandi nei til samanlegging. Sostatt tænti fólkaatkvøðan bara einum endamáli og tað var at geva landspolitikurum eina orsøk til at jarða alt prát um samanlegging tey næstu 20-30 árini.
- Vit hava aldrin verið longri frá eini samanlegging enn nú, halda býráðslimir á Tvøroyri.
Og teir halda, at hetta hóvar væl hjá summum.
- Vit hava eitt land við eini eini super kommunu og so so nøkrum politikarum úr Norðoyggjum, sum draga alt til sín.
- Hetta er ein øgiliga hættislig gongd, men tað gongur fínt, tí ímeðan hetta fer fram, eru hinar kommunurnar fult upptiknar av at klandrast sínamillum um smámál.