Sjónám leggur dent á eitt modernað skúlaumhvørvi, har trivnaður og samanhald renna saman í eina náttúruliga eind. Á stovninum eru umstøðurnar góðar, nýggj høli og góðir og ágrýtnir lærarar.
Umframt fleiri vælumtókt styttri skeið, so ber til at taka skiparaútbúgving og útbúgvingarnar skipsatstøðari I, sum er eitt 20 vikur grundskeið í útbúgving til skipsatstøðara, og skipsatstøðari II, sum er eitt 20 vikur endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara, á Sjónám.
Skipsatstøðari er tað, sum fyrr var ófaklærd dekksfólk á handilsskipum. Tað er nú vorðið altjóða krav, at dekksfólk á haldisskipum hava hesa útbúgvingina. Kravið er eisini galdandi í Føroyum. Sjónám bjóðar tvey skeið – eitt grundskeið og eitt endaskeið, sum bæði taka fimm mánaðir. Til ber at taka grundskeiðið og síðani sigla sum ófulltikin skipsatstøðari og so taka seinna skeiðið seinni.
Á Sjónámi finnur tú eitt sunt og livandi skúlaumhvørvi, har undirvísingin er lagað til altjóða sáttmálakrøv um upplæring av sjófólki. Endamálið er at menna og veita útbúgvingar og skeið á høgum áltjóða støði har strembað verður eftir at halda uppi eina mennandi og dagførda undirvísing til sjófólkið.
Tíð til einstaklingin
Sjónám er ein lutfalsliga lítil skúli, og tað gevur eisini lærarunum møguleika til at geva hvørjum einstøkum næmingi ta uppmerksemi, honum tørvar.
– Vit ganga ómetaliga høgt upp í, at tað fakliga er á høgum støði, og sum ein lítil skúli hava vit tann fyrimun, at vit koma tætt uppat hvørjum øðrum. Næmingar ringja ofta til mín, um teir ivast í onkrum í undirvísingini. Tað dámar mær væl, sigur Hanus Kjølbro, lærari á Sjónámi.
Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Sjónám myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska skúla í Klaksvík. Skúlin liggur niðri við havnarlagið í Klaksvík, og vindeyguni venda móti vágni, har skipini koma og fara.
– Tað er einki at ivast í, at hetta eisini skapar heildarupplivingina. Onkur næmingur hevur enntá fingið sjóverk, tá aldurnar frá Sam koma inn á húsið, flennir hann.
Savnast um grýturnar
Inni í skúlanum er hýrurin góður, og teir, ið hava sína dagligu gongd á Sjónám hugna sær eisini saman millum undirvísingartímarnar.
– Her eru nógvir raskir ungir menn, sum eisini dáma væl at gera mat. Skipararnir ganga út og passa grýturnar síðsta undirvísingartíman. Næstan dagliga eru teir við grýturnar og matgera. Teir hava alt frá havestungum, fiski og røstum kjøti við, sum teir síðani gera, borðreiða og eta saman. Tað sosiala vigar nógv á Sjónám, sigur Hanus Kjølbro.
– Tá eingin tímur at gera nakað, so keypa vit okkum ein bita, leggur hann aftrat.
Fleiri skeiðir
Yvirhøvur er Sjónám væl umtókt. Hanus Kjølbro greiðir frá, at tíðirnar skifta, og tað altíð eru bygjur í samfelagnum.
– Vit hava aldutoppar viðhvørt og aldudalar viðhvørt. Vit eru eitt sindur undir miðal fyri tíðina, og størsta orsøkin er, at frálandavinnan kring heimin ikki hevur tað so gott, sum hon hevur havt tað. Vit bíða eftir at offshore vinnan skal koma fyri seg aftur, og tá vaksur næmingatalið hjá okkum samsvarandi, sigur hann.
Sjónam bjóðar eisini eina av rúgvu av ymiskum skeiðum, so sum trygdarskeið, fyrstahjálparskeið og sjúkraviðgeri fyri at nevnja nøkur.
Hanus Kjølbro heldur, at Sjónám er eitt gott val, tí bæði fakliga og sosiala støðið er høgt.