Seint í gjárkvøldið kom eldur í eini hús á Stoksoyravegi í Klaksvík.
Alt bendir á, at eldurin kyknaði í køksrúminum og ein seksti ára gamal maður, sum var inni, brendi seg so mikið, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at maðurin um 03-tíðina síðstu nátt varð fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið, tí har eru møguleikarnir betri at taka sær av brunasárum.
- Vit vita ikki neyvt, hvussu støðan hjá manninum er í løtuni, tí tey hava tagnarskyldu á Landssjúkrahúsinum, men seinni í dag fáa vit ivaleyst eina meting av støðuni hjá tí seksti ára gamla.
Vaktleiðarin veit í morgun ikki at siga, um maðurin er uttan fyri lívsvanda.
Tað gekk hampiliga væl at fáa tamarhald á eldinum í Klaksvík, men tað tók sína tíð, og í dag koma serfrøðingar heim úr Danmark at kanna, hvør orsøkin tll eldin er.
Tað er Norðlýsið, sum eigur viðheftu mynd av hendingini í Klaksvík í gjárkvøldið.