talan her um ástøðiliga partin av ítróttarlívinum. Gongst sum ætlað, so er komandi skúlaárið bara spírin til eitt tilboð, har evnaríkastu føroysku ítróttarfólkini fáa ein møguleika at mennast her á landi [...] Í tíðindaskrivi verður sagt, at Endamálið við nýggja skúlatilboðnum er at geva ungur evnaríkum leikarum ein serstakan møguleika at mennast enn meira í aldrinum 15 til 18 ár. - Í ítróttarligu menningini [...] menningini hjá ungdómi eru árini, tey vanliga ganga í miðnámsskúla, avgerandi. Likamliga menningin er stór hesi árini, og kann røtt og nógv venjing geva góð úrslit. - Ítróttasálarliga hava árini eisini stóran týdning
so avgjørt er fyri at spara, at samanleggingin er gjørd. Hann vísti á, at Skipafelagið eitt nú hevur leigað eitt skip, sum siglir so at siga viðsíðuna av skipunum hjá Eimskipum, og at hetta er ein eyðsædd [...] avgerðna, segði hann. ? Vit hava bara sæð í eyguni, at tað førir ongan veg at liggja her og klórast um minkandi virksemið her, segði Árni Joensen, forstjóri í Skipafelagnum Føroyar við útvarpið. [...] útnytta og brúka sama kapasitet, segði hann. Stjórin á Skipafelagnum Føroyar viðgekk kortini, at tað er við sorgblídni, at ein slík avgerð verður tikin. ? Men vit sum minnast pínufullu avgerðirnar, vit máttu
bara verið góður. Fiskurin, sum bátarnir fáa, er mest toskaskræða og hýsa. - Toskurin er heldur rak og hýsan, sum annars vísir seg at vera betri fyri, er í staðin smáfallandi. Vænta trolarar Tá ið vit [...] fiski, tá ið roynandi er. Á Sandoy Seafood siga tey, at onkur bátur hevur fingið heilt uppí eini 300 pund á stampin, tá ið tað hevur vignast best. - Fleiri bátar royna við línu her suðuri, og sum heild [...] gera Tá ið vit spurdu á Sandoy Seafood, hvussu heystið annars hevur vignast, lótu tey ikki illa at. - Her hevur verið væl av fiskaarbeiði á báðum virkjunum tað mesta av heystinum.
unum, og einki er at siga til, at hetta er ein risastórur fyrimunur, tá vit enn bara hava tveir svimjarar á altjóða støði. 9. og 10. apríl vandu tær so við danska felagnum, Kvik, sum er eitt hitt fremsta [...] fremsta í Danmark. Her svumu Heidi og Esther sama metratal sum hinir svimjararnir, tó at føroysku genturnar høvdu aðrar starttíðir. Ikki minst mundi tað her kennast lívgandi, at tær ein dag vandu saman við [...] at koma undir kravtíðirnar til HM kappingina, sum verður í summar. Venjingarlegan hjá teimum báðum er annars ein partur av fyrireikingunum til EM, sum verður í Stockholm í døgunum 31. juli til 7. august
Faroe Islands og er prentað í tíðarritinum Kritisk Etnografi. Lesið greinina her . Kunning um aðrar nýggjar útgávur hjá Firouz Gaini er at finna á akademiska vanga hansara á pure.fo - her. [...] tsgransking síðstu árini hevur arbeitt nógv við. Er føroyski pápin “modernaður” ella “siðbundin” ella nakað heilt annað? Ella bæði í senn? Endamálið er at endurtulka ráðandi fatanir av pápaleiklutinum
Virkið. Tað er nógv fólk í Sandoynni í dag, og her eru eisini nógv avbyrgdafólk. Nøkur hava leigað sær summarhús kring um í oynni, og onnur eru við kampingvogni. Nógv ymiskt er á skránni, og veðrið er so fantastiskt [...] Mølheyggjar eru víkingar við tjøldum og rossum, og her verður víst, hvussu víkingar livdu og virkaðu. Fyri løtu síðan sluppu børnini til stórt vatnkrígg, sum er á FIFA-vøllinum við barnaskúlan, og á Ljósafløtti
Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA sigur, at tað er framgongd í royndunum at fáa atgongd til kjarnorkuverkið, Zaporizjzja í Ukraina. Kjarnorkuverkið, sum er hitt størsta í Evropa, liggur beint á hermótinum [...] ræðið á verkinum, sum liggur við eystursíðuna av Dnipro-ánni, og her eru russar framvegis. Beint hinumegin ánna hava ukrainar ræðið, og tað er ikki langur teinur millum stríðandi partarnar. Stúrt hevur verið [...] verið fyri, at rakettir kunnu raka verkið við teirri óhugnaligu avleiðing, at her hendir ein stór kjarnorkuvanlukka. Ukrainar og russar hava lagt hvønn annan undir at leggja til rættis álop nærindis verkinum
hugna sær saman. Fuglafjarðar Ellisakfør hevur 11 ár á baki, og her hittast fólk javnan mikukvøld í hølum felagsins í Fuglafirði. - Í hølunum er eisini pláss hjá limum at hava akførini standandi. Hesi verða [...] Leygardagin 19. august, sum er í morgin, skipar Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bila- og motorsúkklutreffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði. Fuglafjarðar Ellisakfør skipaði fyri bilatreffi í 2018 og [...] men so fingu vit koronu, og tiltakið hevur ligið í dvala. Nú verður so herjað á aftur. - Tiltakið er ætlað ellisakførum, serbilum, eitt nú amerikanskum bilum, umbygdum ella “pimpaðum” bilum, sum tað verður
sonevndu Barnaverkætlanina, har Vágs kommuna er vorðin royndarkommuna. - Í hesum sambandi verður ein framløga í Miðlatúni í Vági mánadagin 10. februar klokkan 19. Her verður kunnað yvirskipað um Barnaverkætlanina [...] Hetta siga tey í Vágs kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at endamálið er at víðarimenna barna- og ungdómsøkið í kommununi, har málið er at betra um støðuna hjá børnum og ungum. Bjarni Johansen, borgarstjóri [...] ungdómum her í kommununi, sigur hann. ##med2## Barnaverkætlanin arbeiðir við at styrkja og víðka skipanina “Tann Góða Tilgongdin”, sum longu hevur hjálpt nógvum børnum og familjum í Føroyum. - Málið er at skapa
ber til at hoyra nýggja bólkin Rótfesti í Sumbiar Kirkju. Hetta er ein tónleikabólkur, ið tekur støði í føroyskum siðvenjum. Bólkurin er mannaður av dugnaligum musikkskúlanæmingum undir leiðslu av Agnari [...] tónleik, meðan onnur spælir jazztónleik. Her eru tey tó komin saman um føroyskar siðvenjur og eru klár at ganga nýggjar tónlistarligar leiðir í felag. Konsertin er ókeypis. [...] Agnari Lamhauge, í samstarvi við unga kvøðaran Kristian Jacobsen. Umframt Kristian Jacobsen, so er bólkurin “Rótfesti” mannaður av Ecaterinu Midru sum syngur, Ásgerð Stenberg á floytu, Heiðrun D. Hammer,