Myndir: Skrúðgonga og setan á Sandi

Skrúðgonga hevur verið á Sandi seinnapartin, nú sandoyarstevna er, og Niclas Joensen hevur sett stevnuna.

Í allar fagrasta veðri í dag gingu ítróttarfólk í Sandoynni skrúðgongu á Sandi - úr skúlagarðinum á Sandi og suður á Ljósafløtt.

 

Hetta var ein vøkur og hátíðarlig sjón, og fremstur við flagginum við øllum ítróttarfólkunum aftanfyri seg gekk formaðurin í B71, Karl  Vidtfeldt.

 

Tá fylgið, sum serliga vóru børn og ung, var komið upp á pláss á Ljósafløtti, setti Niclas Joensen sandoyarstevnu á pallinum beint niðanfyri Ungmannafelagshúsið Virkið.

 

Tað er nógv fólk í Sandoynni í dag, og her eru eisini nógv avbyrgdafólk. Nøkur hava leigað sær summarhús kring um í oynni, og onnur eru við kampingvogni.

 

Nógv ymiskt er á skránni, og veðrið er so fantastiskt. Við Mølheyggjar eru víkingar við tjøldum og rossum, og her verður víst, hvussu víkingar livdu og virkaðu.

 

Fyri løtu síðan sluppu børnini til stórt vatnkrígg, sum er á FIFA-vøllinum við barnaskúlan, og á Ljósafløtti eru stórar hoppiborgir.

 

Mowi hevur bjóðað vælsmakkandi ókeypis laksarætt, sum mongu hava roynt nú seinnapartin, og seinni í dag kunnu leskiligir stevnubúffar eisini keypast á Sandi.

 

Skráin fyri sandoyarstevnu og fyri tað, sum víkingarnir havast at við Mølheyggjar, sæst eitt nú á Facebook-síðuni hjá Ungmannafelagnum Virkinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Seint í gjárkvøldið var felagssangur, og tá sangurin endaði, helt Jóhanna Henriksen midnáttarrøðu.