Í tíðindaskrivi verður sagt, at Endamálið við nýggja skúlatilboðnum er at geva ungur evnaríkum leikarum ein serstakan møguleika at mennast enn meira í aldrinum 15 til 18 ár.
- Í ítróttarligu menningini hjá ungdómi eru árini, tey vanliga ganga í miðnámsskúla, avgerandi. Likamliga menningin er stór hesi árini, og kann røtt og nógv venjing geva góð úrslit.
- Ítróttasálarliga hava árini eisini stóran týdning. Rættur liviháttur kann vera avgerandi fyri, um tey seinni kunnu standa seg sum yrkisítróttafólk. Rættur liviháttur og miðvís venjing eru treytað av, at tey ungu tilvitað velja at liva sum ítróttafólk.
Tilboðið, sum skúlin nú fer at bjóða, fevnir um bæði praktiska venjing og ástøðiliga partin av hesum.
Umframt vanligu skúlagongdina, skal næmingurin hava seks tímar eyka um vikuna. Fýra av hesum tímum verður fótbóltsvenjing, sum Eyðun Klakstein stendur fyri. Hinum báðum tímunum stendur Sølvi R. Hansen, ítróttarráðgevi, fyri, og verður talan her um ástøðiliga partin av ítróttarlívinum.
Gongst sum ætlað, so er komandi skúlaárið bara spírin til eitt tilboð, har evnaríkastu føroysku ítróttarfólkini fáa ein møguleika at mennast her á landi.
- Enn er talan um royndarár hjá okkum, og fíggingin røkkur í løtuni bert til tað eina árið á FHS, Men vit síggja hetta sum eitt tilboð, ið hevur eina góða framtíð. Og vónandi fáa við tíðini eitt tilboð, sum eisini fevnir um aðrar ítróttagreinar og skúlar, sigur Páll Isholm, skúlastjóri.










