Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA sigur, at tað er framgongd í royndunum at fáa atgongd til kjarnorkuverkið, Zaporizjzja í Ukraina.
Kjarnorkuverkið, sum er hitt størsta í Evropa, liggur beint á hermótinum millum stríðandi partarnar í Ukraina.
Tíðliga í krígnum tóku russar ræðið á verkinum, sum liggur við eystursíðuna av Dnipro-ánni, og her eru russar framvegis.
Beint hinumegin ánna hava ukrainar ræðið, og tað er ikki langur teinur millum stríðandi partarnar.
Stúrt hevur verið fyri, at rakettir kunnu raka verkið við teirri óhugnaligu avleiðing, at her hendir ein stór kjarnorkuvanlukka.
Ukrainar og russar hava lagt hvønn annan undir at leggja til rættis álop nærindis verkinum, og sagt verður, at russar eisini goyma hernaðarútgerð á verkinum.
Fyrr í hesi vikuni bað altjóða kjarnorkustovnurin um at sleppa upp á tøkini á tveimum av reaktorunum, eins og í turbinuhallirnar og at síggja køliskipaninar.
- Eg haldi, at tað gongur framá við at sleppa inni á kjarnorkuverkið,, sigur stjórin í IAEA, Rafael Grossi.
Hann leggur aftrat, at eftirlitsfólk hjá IAEA framvegis ikki hava sæð tekin til spreingingar ella minur kring verkið, men enn hava eftirlitsfólkini ikki sæð tøkini á verkinum.
- Eg hava eina stóra tiltrúgv til, at vit sleppa at síggja tað, vit hava biðið um. Men, hetta er eitt krígsøki, og tað kann taka tíð at fáa loyvini uppá pláss, sigur Rafael Grossi.