Svimjing
Umframt tær báðar svimjigenturnar var eisini venjari teirra, Katrin Johansen, við á venjingarleguni, sum fór fram í døgunum 6. til 8. apríl. 10 svimjarar eru á danska landsliðnum, men hóast venjingin valla fæst harðari, so høvdu føroysku svimjigenturnar ikki trupulleikar av hesum.
Katrin Johansen sigur annars, at danska landsliðið venur saman eina ferð um mánaðin, saman við venjarum teirra, Thomas Stub og Berit Puggaard. Føroyska liðið hevur møguleika at luttaka á donsku venjingarlegunum, og einki er at siga til, at hetta er ein risastórur fyrimunur, tá vit enn bara hava tveir svimjarar á altjóða støði.
9. og 10. apríl vandu tær so við danska felagnum, Kvik, sum er eitt hitt fremsta í Danmark. Her svumu Heidi og Esther sama metratal sum hinir svimjararnir, tó at føroysku genturnar høvdu aðrar starttíðir. Ikki minst mundi tað her kennast lívgandi, at tær ein dag vandu saman við kendu donsku svimjigentuni, Sophie Skou, sum í løtuni roynir at koma undir kravtíðirnar til HM kappingina, sum verður í summar.
Venjingarlegan hjá teimum báðum er annars ein partur av fyrireikingunum til EM, sum verður í Stockholm í døgunum 31. juli til 7. august. Aðrar fyrireikingar eru sjálvandi eisini á skránni, og verður tann næsta av hesum í Onglandi, har tær skulu luttaka á British Championships í Sheffield. Hetta verður um knappan mánað.










