Vágs kommuna og Barna- og útbúgvingarmálaráðið (BUMR) eru farin í eitt samstarv um sonevndu Barnaverkætlanina, har Vágs kommuna er vorðin royndarkommuna.
- Í hesum sambandi verður ein framløga í Miðlatúni í Vági mánadagin 10. februar klokkan 19. Her verður kunnað yvirskipað um Barnaverkætlanina, og hvat hon fer at merkja fyri borgararnar í kommununi.
Hetta siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at endamálið er at víðarimenna barna- og ungdómsøkið í kommununi, har málið er at betra um støðuna hjá børnum og ungum.
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu, sigur, at tey í kommununi eru sera fegin um at fáa møguleikan at samstarva við Barnaverkætlanina um hetta týdningarmikla mál.
- Hetta arbeiðið fer at hava stóran týdning fyri at hjálpa børnum og ungdómum her í kommununi, sigur hann.
##med2##
Barnaverkætlanin arbeiðir við at styrkja og víðka skipanina “Tann Góða Tilgongdin”, sum longu hevur hjálpt nógvum børnum og familjum í Føroyum.
- Málið er at skapa eina enn betur skipan, har øll børn fáa javnbjóðis atgongd til hjálp og stuðul eftir tørvi. Barnaverkætlanin hevur í stóran mun brúkt Ísland sum fyrimynd, og hugt verður eftir, hvørjar royndir tey hava gjørt sær í Íslandi, sigur borgarstjórin.
Vágs kommuna hevur sett ein netsamskipara at arbeiða við verkætlanini, og netsamskiparin byrjar í starvi hin 1. mars í ár.