síggjast eisini aftur. Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at básurin hjá Farodane er millum teir snøggastu á KT-stevnuni. -Stevnan er eitt frálíkt átak. Tað er strævið at luttaka, men sanniliga eisini [...] -KT-stevnan átti at verið hildin triðja hvørt ár, heldur enn á øðrum hvørjum ári. Vit hava nógv at gera frammanundan, og ein slík stevna krevur nógva fyrireiking, sigur KT-stjórin á Farodane, Rolf Herup [...] Tað er aðru ferð, at Farodane tekur lut á KT-stevnuni. Fyri tveimum árum síðan legði Farodane dent á sonevndu harðu vørurnar sum telduútbúna og annað. Hesaferð hevur Farodane valt at raðfesta øðrvísi.
vil hesin danski talvvenjarin og dómarin fegin brúka sína frítið til at hjálpa ungum føroyingum at gerast dugnaligir telvarar. At skapa áhuga fyri hesum spæli, sum er so nógv annað eisini. Hann heldur [...] uppiborið. At ein danskur talvvenjari nú fegin vil geva sítt íkast til at menna hesa ítótt og henda mentanararv er kærkomið og skal hann vera vælkomin henda vegin. Kann slíkt sum hetta vera við til at skapa [...] stig, sum er við til at fáa okkara ungu at vísa áhuga fyri sunnum og góðum ítrivum,er kærkomið. Antin tað so snýr seg um fótbólt, hondbólt ella talv. Men nettupp tann sannroynd, at talv er eitt ítrív, sum
FBF, sigur, at tey enn ikki hava avgjørt, nær fundurin verður uppafturtikin, men at hetta veldst um, nær tað eydnast at fáa nýtt formansevni. Tungur arvur Og sæð uttanífrá, so bendir alt á, at stóri trupulleikin [...] hevði væl undan fundinum boðað frá, at hann ikki helt seg til longur. Eini boð, sum hann eisini gav fyri tveimum árum síðani, men ta ferðina eydnaðist so at lokka hann at halda á í sessinum tvey ár afturat [...] hesaferð varð tó av ongum. Hóast arbeitt var við at finna fólk, sum vildu taka við leiðsuni, so eydnaðist hetta ikki, og tí vórðu feløgini kunnað um, at fundurin fyribils er niðurlagdur. Trygvi Poulsen
sigur, at nevndin í løtuni einki hevur at siga um málið, og í aðrar mátar tykist ikki vera gjørligt at frætta nøkur tíðindi hesum viðvíkjandi, men tað er tó lítið at ivast í, at okkurt verður at frætta [...] pinum, og nú er líkt til, at hetta fer at hava broytingar við sær. Broytingin, sum liggur í kortunum tykist fyrst og fremst vera tann, at venjarin, Jan Djurhuus ikki kemur at standa á odda fyri liðnum [...] hjá venjaranum, og kanska er tað eisini so, at leikararnir við hesum vilja gera eina roynd at venda gongdini seinastu vikurnar. Týsmorgunin var tó vónleyst at fáa nakra almenna viðmerking frá leiðsluni
verður sagt, at amerikonsku hermenninir taka tilvildarligar afghanar, sum verða illa viðfarnir, og at hermenninir ræna alt frá fangunum. Human Rights Watch heldur tað vera serliga atfinningarsamt, at fleiri [...] hendi fangunum. ? USA hevur bundið seg til at kanna ákærur sum hesar og at revsa teir, sum bróta lógina, men tað er einki, sum bendir á, at nakað av hesum málum verður kannað, segði Brad Adams hjá Human Rights [...] høvuðsstøð í New York, vera við, at amerikanskir hermenn í Afghanistan hava gjørt seg sekar í álvarssomum brotum á mannarættindini. ? Vit hava álítandi prógv fyri, at amerikanskir hermenn eru sekir í píning
loysn sum kemur at broyta norðoyggjar og gera lívið lættari fyri tey sum búgva har. Tunnilin Hov - Øravík sum hevur verið politiskt forhálaður at fara undir nú í longri tíð, er eins alneyður at fáa byrjan uppá [...] ppskotinum sett eina upphædd uppá 7 mio av til at byrja hetta arbeiði og kann tað ikki sigast at verða annað enn láturlig upphædd, - sum sigur okkum, at tað als verður fari undir nakra boring í komandi [...] Alneyðugt at skjøtil verður settur á í komandi árið - 7 mió avsettar á fíggjarlógini fyri 2004, er ein upphædd sum ikki kann takast í álvara. Í dag hoyrdu vit at tilboðini uppá Norðoyatunnilin blivu upplatin
er ásett, at sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin tekur fýra ár, og at føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu fáa bachelor heitið. Annita á Fríðriksmørk segði, at Mentamálaráðið í næstum fer at enduskoða lóggávuna [...] eyga, er eftir míni meting eingin vandi fyri, at sjálv røktin og røktarfrøðin fara at detta niður ímillum, hóast tann ástøðiliga ella akademiska síðan kemur at fylla nógv í framtíðini. Hon vísti so eisini [...] ein ella annan hátt kunnu samskipast í framtíðini. Landsstýriskvinnan vísti á, at tann mynd, sum vit síggja fyri okkum, er, at útbúgvingin av sjúkrarøktarfrøðingum í framtíðini verður partur av tilboðnum
vil eg fegin hava at vita, hvar henda avgerðin er tikin og nær? Á opnum býráðsfundi hevur formaðurin í mentamálanevndini upplýst, at arbeitt verður við at skipa skúlaøkið soleiðis, at 10. árið møguliga [...] má, at málið er lagt til síðis uttan viðgerð. Tí vil eg fegin hava at vita, hvørjar ætlanir eru nú, og nær mítt uppskot verður viðgjørt í mentamálanevndini. Frá skúlastýrisformanni havi eg fingið at vita [...] vita, at á fundi har allir skúlastýrisformenninir eru við, hevur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu upplýst, at ongar ætlanir eru um felags framhaldsdeild, og at málið ikki kemur til viðgerðar í býráðnum
almenna menningarhjálp er á so lágum støði, at tað beinleiðis er skomm. Men enn eru tíð og høvi at bøta um hetta, og eiga vit tá vit fara undir at bøta um skommina at hava børnini í fátæka partinum av heiminum [...] í móti hesum varð settur tann beiski veruleiki, at sviar lata 1400 kr. pr. Danir lata yvir 2000 kr. Hesi viðurskifti áttu at givið okkum øllum nakað at hugsa um. Hvar standa vit sostatt í mun til okkara [...] afturat, at hetta ríkidømi er enn meira ójavnt býtt millum okkum "ríku" og heimsins fátøku fólk. Ikki bert løgmaður, sum umsitur menningarhjálp, eigur at hugsa um hesi viðurskifti. Vit eiga øll at hugsa um
um og tað er, at virði av grundlógararbeiðinum er tengt at breiðari politiskari semju. Eitt orðafelli sigur:" Grasið er altíð grønari hjá grannanum". Sjálvsagt hevur hvør tingmaður loyvi at droyma um sína [...] tað til, eisini at nýta ultima-tivu loysnirnar, um flokkar hava eitt, sjey ella átta umboð. Einasta málið sum Sjálvstýrisflokkurin nýtti boksihandskarnar fyri at verja, var ætlanin um at broyta prístal [...] meti, at tinglimurin eisini sipar til Sjálvstýrisflokkin, (íð er fimti størsti flokkurin), tá hann sigur. Hvør maður er avgerandi atkvøðan hjá samgonguni, og tí ber til í tíð og ótíð at hótta við at taka