Í einari nýggjari frágreiðing vil Human Rights Watch, sum hevur høvuðsstøð í New York, vera við, at amerikanskir hermenn í Afghanistan hava gjørt seg sekar í álvarssomum brotum á mannarættindini.
? Vit hava álítandi prógv fyri, at amerikanskir hermenn eru sekir í píning ella øðrum ómenniskjaligum ágangi ímóti fangum, stendur millum annað í frágreiðingini. Eisini verður sagt, at amerikonsku hermenninir taka tilvildarligar afghanar, sum verða illa viðfarnir, og at hermenninir ræna alt frá fangunum.
Human Rights Watch heldur tað vera serliga atfinningarsamt, at fleiri av hesum tilburðunum hava einki havt við kríggj ella onnur hernaðarlig tiltøk at gera. Sambært felagsskapinum hava minst fýra afghanar latið lív, meðan teir hava sitið í varðhaldi hjá amerikanska herinum, og herurin hevur sýtt fyri at greiða frá, hvat hendi fangunum.
? USA hevur bundið seg til at kanna ákærur sum hesar og at revsa teir, sum bróta lógina, men tað er einki, sum bendir á, at nakað av hesum málum verður kannað, segði Brad Adams hjá Human Rights Watch, tá hann almannakunngjørdi ta nýggju frágreiðingina.
Amerikanska herleiðslan í Afghanistan hevur sýtt stýri at siga, hvussu nógvar fangar herurin hevur, men Human Rights Watch sigur, at talan er um minst 1.000 fólk, sum eru tikin sum liður í jagstranini eftir limum í Taliban og al-Qaeda. Teir flestu fangarnir eru í legum á amerikonsku herstøðunum í Bagram, Kandahar, Jalalabad og Asadabad. Umstøðurnar í fangalegunum eru sera vánaligar, og fangarnir sleppa ikki at tosa við nakran uttan fyri legurnar, sigur Human Rights Watch.
Ein talsmaður hjá amerikonsku herleiðsluni í Afghanistan avsannar tað, sum stendur í frágreiðingini. Hann sigur við Reuters, at skuldsetingarnar hjá Human Rights Watch vísa, at felagsskapurin skilir ikki støðuna.
? Afghanistan er eitt krígsøki, og hermenn okkara berjast ímóti fíggindum. Vit halda allar reglur og lógir, sum eru galdandi í sambandi við vápnað stríð, sigur Bryan Hilferty, oberstur.