Viðmerking til greinina »Hurðin gloppar fyri semju«

   

Tað var við áhuga ein settist at lesa greinina, har Ingi Rasmussen blaðmaður hevur samrøðu við samgongutinglimin Poul Michelsen, men má viðganga, at innihaldið ikki varð tað, ein hevði væntað.
Allir 6 politisku flokkarnir, sum eru umboðaðir í løgtinginum eru eisini við í grundlógararbeiðinum. Eitt eru allir samdir um og tað er, at virði av grundlógararbeiðinum er tengt at breiðari politiskari semju.
Eitt orðafelli sigur:" Grasið er altíð grønari hjá grannanum". Sjálvsagt hevur hvør tingmaður loyvi at droyma um sína "idealsamgongu" og ivist eg ikki í, at allir føroyingar høvdu ynskt sær eina breiða politiska samgongu, har hvør tinglimur ikki varð avgerandi atkvøðan.
Trupuleikin við fíggjarlógarviðgerðini 2002 og 2003, var ikki við Sjálvstýrisflokkinum. Tað ber tað til, eisini at nýta ultima-tivu loysnirnar, um flokkar hava eitt, sjey ella átta umboð.
Einasta málið sum Sjálvstýrisflokkurin nýtti boksihandskarnar fyri at verja, var ætlanin um at broyta prístalsreguleringina av pensjónum frá verandi 4% um árið til 0,9 og varð hetta stríðið í samgonguni, ikki í løgtinginum.
Nú eru ikki so nógvir smáir flokkar, so eg meti, at tinglimurin eisini sipar til Sjálvstýrisflokkin, (íð er fimti størsti flokkurin), tá hann sigur. Hvør maður er avgerandi atkvøðan hjá samgonguni, og tí ber til í tíð og ótíð at hótta við at taka sín stuðul aftur. Fíggjarlógin var tað bera møsn og kegl, har serliga teir smáu flokkarnir hóttu við sliti, um teir ikki fingu sín vilja.
Fari at biðja Poul Michelsen um at greiða frá, hvussu ofta Sjálvstýrisflokkurin í samgongusamstarvinum ikki hevur livað upp til givin lyftir í samgonguskjalinum og í hvørjum føri, Sjálvstýrisflokk-urin hevur hótt við sliti ?
Hvørjar hóttanir um at taka stuðulin til samgonguna aftur eru aktuellar í løtuni, og hvørjum flokkum úr samgonguni koma tær frá ?