Oddagrein· Hvar standa vit?

Sunnudagin 19. oktober var altjóða barnahjálpardagur. Í hesum sambandi hevði ST heitt á øll heimsins lond um at gera eitt munagott átak til tess at tryggja øllum heimsins børnum skúlagongd. Milliónir av børnum í Triðja og Fjórða heiminum sleppa als ikki í skúla ella fáa bert eitt eiti av skúlagongd

. Í grannalondum okkara var nógv gjørt burturúr við innsavningum og almennum játtanum til teir altjóða grunnar, ið virka fyri at tryggja børnum í fátæka partinum av heiminum eitt minstamát av skúlagongd. Grannalond okkara seta stórar upphæddir av burtur av teirra játtanum til menningarhjálp.

Tað var í hesum sambandi sera áhugavert, at útvarpið í síðstu viku setti fokus á okkara menningarhjálp. Víst varð á, at hóast Føroyar skjalprógvað er ríkasta land í Norðurlondum lata vit ikki meira enn 6 krónur fyri hvønn føroying í menningarhjálp. Upp í móti hesum varð settur tann beiski veruleiki, at sviar lata 1400 kr. pr. Danir lata yvir 2000 kr. Hesi viðurskifti áttu at givið okkum øllum nakað at hugsa um.

Hvar standa vit sostatt í mun til okkara grannar, tá um menningarhjálp ræður? Vit hava á okkara fíggjarlóg 300.000 kr. og hetta svarar sum longu nevnt til, at hvør føroyingur letur seks krónur og trýati oyru um árið í menningarhjálp. Er hetta ein sømilig upphædd fyri ríkasta land í Norðurlondum? Svarið kenna øll. Vit hava áður víst á, at okkara ríkidømi er ójavnt býtt millum føroyiingar. Vit kunnu nú leggja afturat, at hetta ríkidømi er enn meira ójavnt býtt millum okkum "ríku" og heimsins fátøku fólk. Ikki bert løgmaður, sum umsitur menningarhjálp, eigur at hugsa um hesi viðurskifti. Vit eiga øll at hugsa um hesi viðurskifti og serstakliga tey, sum í hesum døgum sita og viðgera fíggjarlógina fyri 2004. Tá um privata hjálp til neyðstødd ræður, eru føroyingar í fremstu røð. Hví so ikki eisini, tá talan er um almenna menningarhjálp? Okkara almenna menningarhjálp er á so lágum støði, at tað beinleiðis er skomm. Men enn eru tíð og høvi at bøta um hetta, og eiga vit tá vit fara undir at bøta um skommina at hava børnini í fátæka partinum av heiminum fremst í huga.

Sosialurin