Alneyðugt at skjøtil verður settur á í komandi árið - 7 mió avsettar á fíggjarlógini fyri 2004, er ein upphædd sum ikki kann takast í álvara.
Í dag hoyrdu vit at tilboðini uppá Norðoyatunnilin blivu upplatin , - ein sera góð og neyðug loysn fyri alt infrakervið sum bindur Føroyar saman og lættur um hjá øllum norðoyingum, - privatum sum vinnuni, ein loysn sum kemur at broyta norðoyggjar og gera lívið lættari fyri tey sum búgva har.
Tunnilin Hov - Øravík sum hevur verið politiskt forhálaður at fara undir nú í longri tíð, er eins alneyður at fáa byrjan uppá fyri suðringar, - ongantíð ov skjótt í komandi árið og vóni eg at útbjóðingin av hesum arbeiði, verður framd beinanvegin forkanningarnar eru lidnar av nýggju, niðaru linjuføringini.
Sum skilst so er tilfarið sum kannað er gott nokk til at tunnilin kann gerast eftir hesum uppskotinum.
Samgongan hevur í fíggjarlógaruppskotinum sett eina upphædd uppá 7 mio av til at byrja hetta arbeiði og kann tað ikki sigast at verða annað enn láturlig upphædd, - sum sigur okkum, at tað als verður fari undir nakra boring í komandi árið, men kanska nakað av vegagerð til og frá tunnlinum.
Tað ber ikki til at málið verður forhálað, tí sum øll vita so er vegastrekkið um hovseggina av vandamiklastu í landinum og havandi í hugað at tung ferðsla við trailarum o.ø. fer framm her nátt sum dag, er bert ein spurningur um tíð nær vanlukkan hendir.
Øll sum nýta hesa farleið vita eisini, at hetta vegastrekki ikki er tespuligt at koyra í stormið og á vetri,- tað er beinleiðis lívshættisligt
Heitt verður tí á landsstýrismannin í vinnumálum, og á einasta samgongulimin í Suðuroy, um at fáa sett eina upphædd á fíggjarlógina fyri 2004 sum munar nakað og arbeiði veruliga við kraft fer í gongd næsta ár.










