ferð hann kom í bilin og vit vóru klárir at koyra avstað, foldaði hann hendurnar og bæð ein stutta bøn fyri okkum og tí vit fóru eftir. Hetta minnist eg sum nakað serligt og trúðarstyrkjandi. Brynjolvur [...] mannaðir av smádreingjum og gomlum monnum, onkur kallaði egningarskúrnarnar “universitetini”, jú har fingu unglingar um havsins viðurskifti til fulnar at vita og mangir teirra manna skip [...] Sjálvsagt var Brynjolv glaður fyri og takkaði Guði, at tað gekst børnunum væl. Sjalvsagt fall oftast prátið á hetta og var hann ikki sørt erbarur um hetta. Brynjolv og Gigga dugdu ótrúliga væl at njóta
eisini góðar vinir, sum fleiri eisini so við og við blivu vinir mínir og okkara Vit hava nú í skjótt hálvhundrað ár kenst og eru komnir til hvønn annan og hava saman við mongu góðu vinfólkum okkara verið [...] vinum mínum og seinni okkara, tá ið eg fekk konu og børn, visti eg ikki. Men soleiðis bleiv. Seinni fekk eg at vita, at tú, góði Andreas, longu heimanífrá bleivst róptur Andreas í Skúlanum, og skúlin var [...] títt, og vinir mínir eru vorðnir vinir tínir, soleiðis at vit í felag hava átt eitt ríkidømi at gleðast um hjá hvørjum øðrum bæði burturi í stóruverð og her heima á klettunum. Góði vinur tín – og okkara
at hækka játtanina til Skúlabókagrunnin og harvið vónandi til føroyskar skúlabøkur. Roykja á føroyskum og lurta á donskum Áðurnevndu tiltøk eru øll bæði skilagóð og neyðug. Men eg eri sannførdur um, at skulu [...] Harumframt syrgja dugnaligir sjónleikarar og umsetarar fyri, at ein partur av útlendska barnatilfarinum verður umsett og sent í sjónvarpinum. Hetta er kortini ov lítið, og tilfarið er bert atkomiligt ávísar [...] vit í hesum føri byrja frá ongum. PISA og førleiki Nógv umrødda PISA kanningin staðfesti, at næmingarnir í føroyska fólkaskúlanum hava ilt við at lesa ein tekst og at skilja innihaldið í tekstinum. Hetta
so heim aftur, og tey bæði giftust. Tey fingu børnini Heðin í 1937, Sigrun í 1938, Elsubu í 1943 og Hjørdis í 1951. Fyri nøkrum árum síðani fluttu Sigrun og maðurin Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið [...] fosturbeiggin Olivur. Systkini giftust øll við gøtufólki og búðu eisini í Gøtu, og Petra hevði tætt samband við tey øll. Nú eru bert Sofus, 92 ár og Esther, sum er 87 ár, eftir av hesum ættarliði. Petra var [...] bæði í samband við Gøtu og í Havn. Petra visti so ótrúliga væl, og hennara vitan var mangan hent, tá ið skrivast skuldi um søgulig viðurskifti. Men eisini bert at koma inn á gólvið og fáa eitt prát var sera
tónleik. Talan er um 16 ung, sum eru úr 12 árum og upp í 17 ár. Jassarnir hava eisini verið uttanlanda og spælt. Í 1996 tóku tey lut á European Youth Orchestra Festival í Keypmannahavn, og í komandi ári vilja [...] Føroyum. Árligi jazz, fólka og blues festivalurin byrjar mikukvøldið, og tá er tað júst Bjørn Eidsvåg, sum skal enda kvøldið. Hann fer á pallin í konsertsalinum klokkan 22.15, og spælir hann so ein góðan [...] heiðurslønina ?Årets spellemann?. Hendan heiðursløn verður givin á hvørjum ári, og tað eru millum annað Felagið fyri Norsk Plátufeløg og NRK, sum standa fyri at geva heiðurslønina. ?På svai? Nýggjasta fløgan hjá
av fyrireikarunum til pallborðsfundin. 67 ár og hvat so? Yvirskriftin fyri pallborðsfundin er: 67 ár og hvat so? Evnini, ið verða viðgjørd, eru pensjónir og fíggjarlig viðurskifti hjá pensjónistum, klientgerðan [...] klientgerðan, íbúðarviðurskifti, samstarv millum yngri og eldri, og eldri í fjølmiðlunum. - Øll hesi evnini snúgva seg meiri og minni um raðfesting. Raðfesting hjá okkara politikarum av viðurskiftum, ið galda [...] tunnlar, ítróttarvallir og annað. Alt hevur skund at fáa ígjøgnum. Í mínum hugaheimi ein skeiv raðfesting. Í 1962 varð pleygudeildin á Landssjúkrahúsinum fyribils bygd til eldri fólk og tuberklastøð. Skjótt
fleiri sølufólk og fyritøkur enn nakrantíð fyrr. Umleið 150, sum allir meira og minni kappast um somu kundar og bjóða somu vørur fram. Úrslitið er bert hægri rávøruprísur her heima og lægri søluprísur [...] hugsjónum og vána handilsskapi. Tað er spell, tí vit hava kortini so góðar møguleikar at venda gongdini. Vit hava tørv á einari mentanarkollvelting og at fáa unga fólkið í Føroyum at vakna og taka við ábyrgd [...] á øllum marknaðum. Føroyar og góðska vóru samantvinnað heiti. Gongdin seinastu árini hevur degraderað Føroyar til ein óseriøsan útflytara av rávørum, ið keyparar mjólka og fara við, sum teimum lystir
skjótt til at granska eitt evni gjølla, og video og ljóð førir eisini nærri veruleikanum enn bert tekstur ger. Tað er trupult at hoyra fuglasang í prentaða tekstinum, og tað er lættari at skilja prinsippini [...] betri. Tað er fyrst og fremst eitt undirhaldandi verk. Við tíðarlinjum og førdum túrum ber til at koma vítt um. Tað eru í alt 15 túrar við útvaldum evnum sum til dømis danskir filmar og sjónleikarar ella [...] nú at steðga túrinum uttan at skula byrja umaftur, tá vit vilja víðari. Og spurnarkappingin hevur fingið ein lítlabeiggja til ung og børn. Alt hongur samanum tikið væl saman, men er kortini ikki altíð líka
Eitt vakurt summarkvøld í Klaksvík er lív á og framvið Víkini ein dreymaverð fyri ung og eldri. Her við sjóvarmálan bygdu klaksvíkingar svimjihyl fyri øld síðan. Og framvið Hellisenda innast á Víkini hava [...] Sjógvurin knýtti búplássini saman. T.d. vóru Mikladalur og Gjógv grannabygdir . Men nú oyggjar og búpláss eru bundin saman við vegum og tunlum er alt broytt og í Klaksvík er hetta meira sjónligt enn nakrantíð [...] uttan at neyðugt hevur verið fyrst at nýtt milliónir til grótkast og brimverju. Tann prúða Kunoyggin stendur sum verja høg og breið - og bjóðar havalduni av. Øðrvísi er á Borðoyavík, ella á Víkini , sum
rúmi. Ein tónleikaframleiðari hoyrdi hann, og bað hann um at koma og gera eina royndarinnspæling. Søren tók vinmannin og orkesturfelaganum Esben við sær, og saman stovnaðu teir bólkin. Tá teir spældu í [...] veitslu, hittu teir David, ið beinanvegin tók ein gittara í hond og sang og spældi við teimum. Hann bleiv triðji limurin í bólkinum. Dylan og Beatles David sigur, at hansara tónlistarliga bakgrund er ein [...] elskar popp í breiðum týdningi og nevnir serliga Celine Dion og Elton John sum íblásturskeldur. David harafturímóti hevur lurta nógv eftir bretskum fólkarokki sum Bob Dylan og The Beatles. Tað var pápi hansara