Andreas í Skúlanum 80 ár

Ein reyður Simca Étoile stendur við fullum speedi og roynir at sleppa um krappa svingið niðan fyri barnaheim mítt eina ferð fyrst í 1960’unum. Í bilinum situr ein álvarsfullur maður við kraftigum brillum og trýstir av dýrastu makt á speedaran, og loksins kemur hann um trupla hornið og heldur kós sína heimeftir móti skúlanum.

Ja, soleiðis sá eg Andreas Thomsen á fyrsta sinni. Vit skuldu upp í týskum í preliminerskúlanum í Fuglafirði hendan dagin. Komin inn til próvtøkuna situr maðurin í Simca-bilinum har. Hann tóktist blíðsníðaður, spurdi um okkurt, men lurtaði fyri tað mesta, meðan góði týsklærari okkara, Jóhan Ellendersen, spurdi .... og so takkaði hann kurteisliga fyri avrik mítt, meðan eg bangin fór útum at bíða eftir dóminum. Avrikið mundi hava verið hampiligt, tí løtu seinni kundi eg fara heim við einum reinum ug, sum eg oftani seinni ikki kundi lata vera við at binda saman við ein spolandi reyðan Simca-bil í svinginum niðan fyri hús okkara.


At sami Andreas Thomsen skuldi gerast ein av bestu vinum mínum og seinni okkara, tá ið eg fekk konu og børn, visti eg ikki.


Men soleiðis bleiv.


Seinni fekk eg at vita, at tú, góði Andreas, longu heimanífrá bleivst róptur Andreas í Skúlanum, og skúlin var alt lív títt. À Tvøroyri, í Vestmanna, á Glyvrum, eitt skifti niðri og síðan til Víkar, har tú líka sum fórst fyri at taka ferðina av stórskúlalívi tínum, áðrenn tú fórst at njóta títt otium í heimbygdini Oyndarfirði. Allastaðni bleivst tú kendur sum ein av teimum skúlameistarunum, sum kanska var eitt sindur meira kontantur við krøvunum til skúlan, enn nýggja rákið innan modernaða frálæru legði upp til. Allastaðni fekst tú eisini góðar vinir, sum fleiri eisini so við og við blivu vinir mínir og okkara



Vit hava nú í skjótt hálvhundrað ár kenst og eru komnir til hvønn annan og hava saman við mongu góðu vinfólkum okkara verið á ferð úti í heimi, har kosmopolitturin í tær rættiliga hevur kent sítt heimabeiti, sum vit onnur mangan hava notið gott av, og so hevur stásiliga heim títt, Perlan í Oyndarfirði, altið átt rúm fyri okkum øllum hesi mongu ár. Her hugsi eg, at góða vinarlagið rættiliga hevur víst sítt virði, og fólk mítt er vorðið fólk títt, og vinir mínir eru vorðnir vinir tínir, soleiðis at vit í felag hava átt eitt ríkidømi at gleðast um hjá hvørjum øðrum bæði burturi í stóruverð og her heima á klettunum.


Góði vinur tín – og okkara - Asger Møller, sum nú ikki meira er millum okkum, rópti teg ikki av ongum fyri “Unge Thomsen”, líka til hann andaðist fyri stuttum - yvir hálvfems ára gamal.


Hetta ungdommiliga lyndi títt, sum kanska ikki kemur líka væl til sjóndar fyri øll, hevur millum vinir gjørt teg til tann okkara, sum mest tíðarleysur ert farin um hesi skjótt fimti árini, vit hava kenst. Títt intellekt hevur verið av tí slagnum, sum rúm hevur havt fyri einum blandaðum vinarskara, sum er komin og farin um gátt tína við eini kenslu av, at gott vinarlag væl fær verið uttan at hava fyri neyðini at blíva tanlað og slitið uppá í heilum.


Tú hevur í øll hesi ár, vit havt kenst, verið hann, sum var har, tá ið á hevur staðið við tínum positiva áhuga, tú hevur verið á ferð við okkum um lond, har heimspekiliga vitan tín hevur loyst okkara gordisku knútar, tú hevur eisini á heimabeitinum verið hann, sum sat við borð okkara, tá ið okkurt var at gleðast ella syrgja um .... og nú fert tú, dagstevnt tann 28. mei, um tey áttati uttan yvirhøvir nakrantíð at hava verið gamal.


Tí fara vit á kempualdardegi tínum, sum tú hevur valt at halda hjá góðum vinum burturi í heimi, at ynskja tær hjartaliga tillukku, og at tú framhaldandi enn í mong ár heldur á at vera tíðarleysi vinur okkara.


Vit á Bøvegi 16 … og mong við okkum