Danskt elektroniskt leksikon

Lademanns multimedia leksikon er framvegis landsins besta, men tað er ikki so nógv av nýggjum í 98 útgávuni, at nøkur orsøk er at uppdatera gomlu útgávuna

Leksikon á CD-rom mugu vera vælumtókt. Í hvussu er er tað eydnast Lademann at uppdatera teirra umfatandi CD-leksikon enn einaferð. Við nýggju útgávuni staðfesta teir veruliga teirra støðu sum besta og við tíðini einasta elektroniska multimedia leksikon í Danmark.

Og inntil altjóða encyklopædi?in hjá Gyldendal einaferð í næstu øld kemur á marknaðin í einari ella aðrari elektroniskari útgávu, sær ikki út sum at teir fáa kapping frá aðrari danskari síðu.


Fyri og ímóti

Nógv gott ksnn sigast um góðu gomlu prentaðu leksikon?ini. Tey eru sum regul skjót at blaða upp í, og tað er eisini nógv fittligari at lesa á pappíri heldur enn at stara inn í ein skíggja, men CD útgávurnar hava kortini eina røð av sannførandi fyrimunum.

Fyrst og fremst er tað prísurin. Meturvís av hillaplássi er savnað á einari lítlari rundari plátu fyri væl undir túsund krónur. Hugsa um, at eitt leksikon fyri nøkrum árum síðani var ein íløga fyri lívið.

CD útgávur eru eisini nógv betri dagførdar, partvís orsakað av stuttari framleiðslutíð, partvís tí vit nú um internetið kunnu dagføra tær sjálvi.

Eisini ger tøknin tað møguligt at fara meiri í djúpdina við einum evni enn møguligt er við prentaðu útgávunum. Við hyperlopi, har ein sera skjótt kemur runt í leksikon?inum, ber skjótt til at granska eitt evni gjølla, og video og ljóð førir eisini nærri veruleikanum enn bert tekstur ger. Tað er trupult at hoyra fuglasang í prentaða tekstinum, og tað er lættari at skilja prinsippini í kyknubýti, tá ein sær tað á video.


Undirhald

Hvussu nýtir Lademann so møguleikarnar. Ikki so galið, men tað kann saktans eisini verða betri. Tað er fyrst og fremst eitt undirhaldandi verk.

Við tíðarlinjum og førdum túrum ber til at koma vítt um. Tað eru í alt 15 túrar við útvaldum evnum sum til dømis danskir filmar og sjónleikarar ella jazzur. Feilurin frá í fjør er her rættaður. Til ber nú at steðga túrinum uttan at skula byrja umaftur, tá vit vilja víðari. Og spurnarkappingin hevur fingið ein lítlabeiggja til ung og børn.

Alt hongur samanum tikið væl saman, men er kortini ikki altíð líka væl nýtiligt.

Allar greinar um eitt ávíst evni eru savnaðar á einum yvirliti. Hugskotið virkar væl sum smáar hondbøkur um hetta og hatta, men treingir til eina gjølliga yvirháling. Alt ov nógvar einkisigandi greinar eru við á yvirlitinum.


Ov lítið

Og síðani er tað multimedia elementini við teimum mongu møguleikunum. Her er Lademann eitt vónbrot.

Bert 56 av teimum í alt 86.445 greinunum eru myndlagdar við video og bert ein av 30 eru við myndum. Og myndagóðskan er væl verri enn vit kenna frá prentaðu útgávuni. So tað er framvegis orsøk av gleða seg til DVD útgávuna, ið hevur pláss fyri nógv meiri.

Vónandi kemur hon, tí sum nú er, er 98 útgávan ikki nøkur serliga umfatandi uppdatering.

Tað eru bert um 1500 nýggjar greinar, og multimedia elementið er sum nevnt einki at rópa hurrá fyri. Um ein hevur eina eldri útgávu eru ongar átrokandi orsøkir at uppgradera.


Fakta

Lademanns Multimedia Leksikon ?98 setur ikki stór krøv til telduna. Ein 486/33 við Windows 3.1 og 8 MB RAM skuldi verið nóg mikið.

Til ber at uppgradera eina gamla útgávu fyri umleið hálvan prís, um ein letur gomlu CD?ina inn.