Færøske piger er nogle dejlige tøser

David Pepke er helvtin av C21, vit hava prátað við David um føroysk konufólk, ið hann kennir og dámar sera væl, um at koyra á motursúkklu og um hvussu ein dreingja bólkur fær virðing í tónleikaídnaðinum.

Náttin er Ung
 
 
Saman við Søren Bregendahl heldur David Peple lív í tí einasta danska dreingjabólkinum, sum hevur megnað at blivið vælumtókur. Triðji limurin í bólkinum Esben Duus fór í mars burturúr C21. Men David og Søren steðgaðu ikki á, men hava spælt í alt summar sum tvímansbólkur, við sær hava teir eina kórsangarinnu, sum tryggjar at røddin hjá Esben ikki manglar. Hetta riggar væl, tí sambært David er bólkurin bara vorðin alsamt betur umtóktur.

Syngjandi landliðsleikari
Søgan um C21 byrjaði við, at Søren Bregendahl, ið tá spældi á danska unglingalandsliðnum í fótbólti, sang fyri seg sjálvan í einum skiftingarrúmi. Ein tónleikaframleiðari hoyrdi hann, og bað hann um at koma og gera eina royndarinnspæling. Søren tók vinmannin og orkesturfelaganum Esben við sær, og saman stovnaðu teir bólkin. Tá teir spældu í eini veitslu, hittu teir David, ið beinanvegin tók ein gittara í hond og sang og spældi við teimum. Hann bleiv triðji limurin í bólkinum.
 
Dylan og Beatles
David sigur, at hansara tónlistarliga bakgrund er ein heilt onnur enn tann hjá Søren. Søren elskar popp í breiðum týdningi og nevnir serliga Celine Dion og Elton John sum íblásturskeldur. David harafturímóti hevur lurta nógv eftir bretskum fólkarokki sum Bob Dylan og The Beatles. Tað var pápi hansara, ið dámdi henda tónleikin, og hann hoyrdi hann frá barnsbeini. David hevur eisini roynt seg innan klassiskan tónleik og rokk.
 
Framtíðin er óviss
Tað hevur ljóðað, at C21 er í upploysn. Teir hava meldað út alment, at teir eru í tænkeboks, fyri at avgera framtíðina hjá bólkinum. David greiður frá, at orsøkin til hetta er tónlistarlig. Báðir hava hug at halda fram við at arbeiða saman, men eru ikki heilt greiðir yvir í hvørjum samanhangi. Teir vilja fegin flyta seg tónlistarliga, og kanna í løtuni møguleikar og áhuga hjá plátufeløgum, fyri teirra ætlaðu projektum. Teir vilja gjarna royna seg við onkrum eitt sindur meira rokkkendum.
Bólkurin hevur ikki spælt so øgiliga nógv hesar seinastu mánaðarnar, men hetta er fyrst og fremst orsakað av árstíðini, sigur David. Teir taka enn tey spælijobbini, sum teir fáa boðin, men tilboðini eru vanliga ikki líka nógv um veturin sum um summari.
 
Væl umtóktir
C21 er tann einasti danski dreingjabólkurin sum hevur selt nógvar fløgur, og lagið All that I want varð so mikið nógv spælt í donsku loftmiðlunum, at tað varð innstillað sum besta hittlag í donsku tónleikavirðislønunum DMA 2005, men lagið tapti til Movieclip hjá Nephew. Stóri áhugin fyri bólkinum kemur millum annað til sjóndar á autograf bíðirøðunum, tá teir spæla konsertir. David sigur, at í byrjanini vóru tað mest tey, ið vóru 12-15 ár, ið komu á konsert. Men áskoðarafjøldin er alsamt blivin eldri, og nú er málbólkurin, fólk, ið eru til aldurs við teir +/- 40 ár.
 
Vildi gjarna til Føroyar
David sigur, at hann í longri tíð hevur vilja sloppið til Føroyar. Hann hevur einaferð gingið saman við eini føroyskari damu í eitt rættuliga langt tíðarskeið. Hon greiddi honum frá nógvum goðum um Føroyar serliga um náttúruna. Hóast daman var føroysk slapp hann ongantíð til Føroyar. Hansara skoðsmál til føroysku konufólkini er sera jaligt. Hann sigur Færøske piger er nogle dejlige tøser.
 
Á motorsúkklu
Hann hevur ein dreym um ein dag at sleppa til Føroyar at koyra á motorsúkklu. Hann eigur eina motorsúkklu og dámar sera væl at koyra á henni. At koyra runt í føroysku náttúrini heldur hann ljóða spennandi.
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Elin Hentze í&quot;$?$end$!$Elin Hentze í</st1:PersonName$?$end$!$ Stórustovu royndi fyri nøkrum árum síðan at fáa bólkin til Føroyar, men tá snúði tað seg um eitt vikuskiftið, har teir longu skuldu spæla eina aðra konsert, og tí gjørdist tað av ongum. David sigur, at hann er ordiliga glaður fyri, at hann fekk henda møguleika aftur.<BR> 
Føroysk presissheit
Eg spurdi hann sum dana, ið hevur liva saman við eini føroyskari kvinnu, um munur er á føroyingum og dønum. Tað helt hann, at tað var. Serliga hevur hann lagt til merkis, at avtalur um at hittast ofta eru øgiliga leysar, og føroyingar koma ikki til avtalaðu tíðina. Hetta sum er kent sum føroysk presissheit, hevur hann lagt til merkis.
Teir koma til Føroyar fríggjakvøldið og niður aftur sunnudag. Leygardagin verður høvið at síggja eitt sindur av landinum, og tað gleðir David seg nógv til.
 
Singback ikki Playback
Fordómarnir eru nógvir í tónleikaídnaðinum yvir fyri dreingja bólkum sum C21. Men C21 brýtur frá nógvum av útlendsku dreingja bólkunum við, at teir spæla ljóðføri á konsertunum og skriva egin løg. Ofta tá teir framføra, taka teir kassagittara í hond og spæla nøkur løg unplugged. David greiður frá, at teir spæla ljóðføri fyri at vísa, at her er talan um veruligar tónleikarar og ikki bara eina poppvøru. Hann heldur, at man av og á merkir eitt sindur av fordómum millum aðrar tónleikarar, men beint sum hesir hoyra C21 spæla, so hvørva  fordómarnir og teir verða góðtiknir sum vanligir tónleikarar.
Hann sigur, at teir hava avgjørt langt síðan, at teir ongantíð spæla playback. Røddirnar eru altíð live. Á konsertini í Ítróttarhøllini á Hálsi fara teir at spæla singback, t.v.s., at tónleikurin er upptikin, men røddirnar eru beinleiðis. Hetta ger, at neyðugt ikki er at taka tónleikarar við sær til Føroyar.
 
Hava lært nógv
David sigur, at tíðin í C21 hevur verið øgiliga lærurík, teir hava ment seg nógv bæði sum tónleikarar og sum undirhaldarar. Teir duga nógv betur at føra seg fram á einum palli nú enn í byrjanini. Hetta er ein góður skúli, eitt slag av íløgu í framtíðina sigur hann. Sum sagt, er ikki greitt hvat framtíðin fer at bjóða. Men hetta kann sera væl gerast bæði fyrsta og seinasta ferðin at C21 vitjar í Føroyum, so gleði tykkum.
David sigur við meg at hann gleðir seg, og gleðir seg eisini til at lesa samrøðuna við seg í Sosialinum, tí hann dugur nevniliga at lesa føroyskt, kanska ikki heilt perferkt heldur hann fyri, men nóg væl til at eg fái lisið eina grein, sigur hann at enda.
 
Um C21


C21 eru:
David Pepke (sang, kór, gittar, lagskriving)
Søren Bregendal (sang, kór, ljómborð, lagskriving)
C21 fløgur:
C21 - 27. januar 2003
Listen - 25. maj 2004
 
Um Náttin er Ung
Tiltakið verður leygarkvøldið 3. desember í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Náttin er Ung leggur dent á, at ung fara í býin uttan rúsevni og rúsdrekka.
Luttakandi bólkar eru C21, rapparin ALX, The Story Ends og Skunk.