bygningur – í roynd og veru eitt missiónshús - fyri seg uppi á eini høvd. Við einastu hurðina inn í bygningin stendur navnið ”Víkin”, sum eitt minni um, at her var í síni tíð ein útibarnagarður í bygdini. [...] gudstænastu í heimbygdini. (Hetta er fyrsta av íalt fimm greinum um kirkjuliðið í Æðuvík. Har er eingin kirkja, og tí verða gudstænasturnar hildnar í missiónshúsinum.) BYGDU SJÁLVI HÚSIÐ Í fleiri av smærru [...] einans 88 fólk í bygdini, og framdu tey eitt megnaravrik við at fáa hetta húsið bygt. Í dag búgva 110 fólk her. Tey byrjaðu við at hava deknagudstænastur, møtir og sunnudagsskúla í niðaru hæddini í nøkur ár
økinum alt síðsta valskeið. Í valstríðnum, sum júst hevur verið, var tað serliga Johan Dahl, sum tosaði um teir stóru møguleikar, vit hava á hesum øki, og nú hann er formaður í vinnunevndini, er at vóna [...] rekutera føroyskar sjómenn. Her tosa vit um eitt tilfeingi, sum reiðarar í grannalondunum liggja flatir í luftini fyri at fáa fatur í. Tað er sjálvandi gott fyri Føroyar, men stór skomm, at tann føroyski [...] har teir forsyrgja familjum teirra, og pengurin, teir tjena, kemur inn í tað føroyska samfelagið, so landið fær ein góðan part inn í MVG og øðrum avgjøldum. Men so er spurningurin: Kann landið fáa meiri
Glorybox hevur spælt her. Fyri einum ári síðan hevði bólkurin tvær konsertir í Føroyum, í Gøtu og í Klaksvík. So fólk kenna kanska eitt sindur til bólkin. Trupult er at seta eitt heiti á tónleikin, men "Noise-pop" [...] brýtur til dømis í "digitalum lava". Føroyingur við Nevnivert er í hesum sambandi, at guitaristurin Jan Johansen er føroyingur. Og tað ber næstan til at síggja, at tað fer at regna í tí væleydnaða »Farewell« [...] Og sum sagt verður Glorybox eisini á Roskilde Festivalinum í summar. Eisini friðarligt Nógv lív var í tónleikinum hetta kvøldið á pallinum í Sjónleikarhúsinum, og einstakir áskoðarar vóru við upp á tað
Í dag og í morgin skal 7. umfar av landskappingini avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin. Mest áhugaverdi dystur er uttan iva í Havn [...] Toftum tíðliga í kappingini, men síðani hevur tað gingið verri enn illa, og hjá fuglfirðingum er støðan ikki frægari: Teir hava als ikki vunnið í landskappingini í ár. Tvey leikbann eru í Gøtu í morgin. Søren [...] millum stengurnar í morgin. Eisini Hans Fróði Hansen, sum gjørdist sjúkur beint eftir túrin við landsliðnum í Estlandi, er komin fyri seg og spælir allarhelst í týdningarmikla dystinum í morgin. Úrslitið
sín stóra part í sigrinum hjá VÍF. Hann byrjaði við at taka eitt brotskast longu í fyrsta álopinum í dystinum, og seinni í fyrra hálvleiki tók hann tvey á rað. Í hinum endanum tyktist Johan Danielsen, sum [...] hevði StÍF vunnið. Serliga í fyrra av hesum báðum dystunum, sum báðir vóru í Vestmanna, hevði verið stórur munur á liðunum, meðan tað var javnari í tí seinna. Í fjórða dystinum í hesum kappingarárinum millum [...] Sólsker í fyrra hálvleiki ? og VÍF hevði eisini betra álopið, har serliga Áki Olsen skoraði, tá hann hevði hug. Flótandi spælið, sum strandingar hava staðið fyri í ár, kom ongantíð til sín rætt í finaluni
er við í hennara bólki til 1983. Í 1983 hevur hon filmsleiklut í Forræderne og hon er við í sangleiki. Í 1984 er eisini filmur á skránni og hon hittir eisini Mats Ronander. Tey giftast í 1985 í Stockholm [...] jazzfestivalin í Norðurlandahúsinum og í ár er hann aftur í augustmánað, eftir at hann í 2 ár hevur verið hildin í oktober. Brandur Øssursson, fyrireikari, sigur, at teimum dámar betri at hava hann í august, [...] power bólkum. Í 1970 verðu Sanne løgd til merkis og er við í stóra sangleikinum Hair, har hon hevur leiklutin sum Sheila. Nøkur av fólkunum í Hair gera sangleik í 1971 í Helsingør, har Johannes Møllehave og
elsti málskjúttin í trimum teimum ovastu deildunum í ár. Tað er í hvussu so er ikki á hvørjum degi, at málskjúttarnir eru mitt í fimti árunum! John Eystberg, sum plagdi at vera á miðvøllinum í 1. deild, hevur [...] til ein dyst í 3. deild, sum tað fara at vera í Klaksvík leygardagin ? í hvussu so er til 2. hálvleik. Týdningarmikil B36 hevur langt síðani vunnið deildini, og teir skulu komandi ár spæla í 2. deild, sum [...] úr í fjør. HB er langt síðani flutt niður í 4. deild, og B36 hevur vunnið 4. deild og fer tískil at hava lið í øllum teimum trimum ovastu deildunum komandi ár. B68 endaði á næstfremsta plássinum í 3. deild
áðrenn hon at kalla er komin í gildi. Fleiri skjøl at útfylla og meira eftirlit við tí, sum útflutt verður, er í øllum førum ein avleiðing av kunngerðini, sum kemur í gildi í vikuni. Tað fer eisini at verða [...] Men hýsuprísurin, sum mangan hevur verið fýlst á, tí hann er so lágur í Føroyum í mun til útlendska marknaðin, hevur verið góður í seinastuni, verður sagt av Fiskamarknaðinum. Útróðrarbátarnir hava fingið [...] fiskinum, uttan at nakað hendir. Fiskurin hevur jú verið boðin út í Føroyum eftir kunngerðini, sum komin er í gildi. Men Landsstýrismaðurin í fiskimálum, John Petersen, er ikki heilt samdur, og hevur tí avgjørt
Hann vísir í hesum sambandi á grein, sum aðalskrivarin í Det norske lutherske Indremissonsselskap, Anfin Skaaheim, skrivar í kronikki í norska blaðnum Missionsvennen. Anfin Skaaheim ivast í, um tað yvirhøvur [...] tekur undir við tí, Johannes Aagaard, professari í guðfrøði, segði um, at Torontorørslan eigur at ansa sær fyri Lívsins Orði. Bergur Debes Joensen vísir til tað, hann skrivar í oddagrein í seinasta Trúboðanum [...] Hagin, upplivað tað sama, sum nú eyðkennir møtini í Toronto. Hesi fyribrigdini, sum síggjast í Tronto, hava verið at sæð innan Trúarrørsluna, Lívsins Orð, í fleri ár. Hesi eyðkenni hava verið umtalað av
vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum [...] heldur seg til at byrja kortini. Gamla Sjómanssstovan í Reykjavík varð vígd í 1958, greiðir Jens frá, og Johan Olsen, trúboðari, var hvørt ár í eini 30 ár í Reykjavík. Men tað kom so har til, at húsið gjørdist [...] Hon var komin til Íslands í 1947 og býr nú í Reykjavík.« Tað eru rættiliga nógvir føroyingar í Íslandi, sigur Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis