Brimgangur í Sjónleikarhúsinum

Ljóð verða oftast samanborin við bylgjur. So ein kann siga, at veruligur brimgangur var í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið. Brimið dundi og alduskvatl kýndi hoyrnina. Her er nú ikki talan um vatnskaða ella nakað líknandi, men eitt tónleikatiltak.

Orð og myndir:

Johan Jacobsen


Glorybox, sum nú fyrireika seg til at spæla á Roskilde Festivalinum i Danmark, hevur havt eina lítla konsertferð her á Føroya klettum. Hetta er ikki fyrstu ferð, Glorybox hevur spælt her. Fyri einum ári síðan hevði bólkurin tvær konsertir í Føroyum, í Gøtu og í Klaksvík. So fólk kenna kanska eitt sindur til bólkin.

Trupult er at seta eitt heiti á tónleikin, men "Noise-pop" hevur verið uppi og vent. Guitarljóð við effektum eru dominerandi og seta landslag tónleikin. Helst eru hetta eksperimenterandi tónar, ið eru tætt knýttir at tónleikarunum sjálvum. Okkara egna føroyska veðurlag hevur nógv til felags við tónleikin hjá Glorybox. Tað skiftir so lýðandi, frá sól til regn, frá heilt góðum veðri til kolandi storm. Og brimið brýtur til dømis í "digitalum lava".


Føroyingur við

Nevnivert er í hesum sambandi, at guitaristurin Jan Johansen er føroyingur. Og tað ber næstan til at síggja, at tað fer at regna í tí væleydnaða »Farewell«, sum hann sjálvur syngur. Við guitarfeedback og øðrum ljóðeffektum gevur hann sangunum sín serliga lit.

Bassisturin, Je, ber sangirnar har teir skula. Á konsertunum virkar tónleikurin ofta við meiri livandi mátti, enn fløgan kann gera, og her eiga bassisturin og nýggi trummusláarin sín grundleggjandi lut. Sarah Heburn hevur eina rødd sum ein eingil; hon hoyrist betri á "Vacuum", sum higartil er einasta fløgan av Glorybox; hon kom út í fjør.

Pallframførslan var livandi og stuðlaði tónleikinum heilt væl. Tey hava roynt tað fyrr; altso, traðka á ein pall. Bólkurin hevur verið á konsertferð ymsastaðni í Evropa og USA, og talan hevur eisini verið um ein møguligan túr til Japan. Og sum sagt verður Glorybox eisini á Roskilde Festivalinum í summar.


Eisini friðarligt

Nógv lív var í tónleikinum hetta kvøldið á pallinum í Sjónleikarhúsinum, og einstakir áskoðarar vóru við upp á tað og flippaðu við; men tey flestu vóru meira føroysk í tí. Kvøldið eftir var konsertin í Losjuni í Gøtu. Her var eingin pallur, og tað virkaði sum bólkurin dámdi tað betri. Meiri javnvág var millum bólk og áhoyrarar hetta kvøldið.

Endin á konsertini eydnaðist serliga væl, ein meiri friðarlig løta, har Sarah betri slapp at útfolda sína einglarødd. Endað varð við einsartaðum tónum, sum "sjálvir" spældu upp móti rokinum frammanundan. Ein serligur endi, og í mun til heildina friðarligt.

Sjáldsamt er at síggja ein so væl samanspældan og "professionellan" bólk spæla fyri eitt sindur yngri føroyskum, tónleikaáhugaðum, áhoyrarum; alt ov sjáldsamt. Eitt veldugt tiltak, sum vónandi verður endurtikið.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.


Dómararnir ímóti Toda?

Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.

Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.

- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.

Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.

Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.


Greið mál fyri framtíðina

At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.

- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.

Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.

Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.


Halda fast um gongdina

Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.

- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.

Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.

Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?

- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.

Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.

Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.