Tað er við sorg í barmi, at hesi orð verða fest á blað. Leygardagin 10. mars 2012 andaðist ein av okkara størstu kvinnuligu fyrimyndum, Leila Solmunde, bara 50 ára gomul. Tað var við sorg og skelki, at [...] at eg sunnumorgunin fekk boðini. Tað er so stutt síðan, vit báðar vóru á fundi saman í MBF-húsinum. Sum altíð vart tú greið, positiv og framskygd. Lítið visti eg, at hetta fór at verða okkara seinasti fundur [...] Vit hava mist ein íbirtara og framherja. Samfelagið er blivið fátækari. Eitt gott fólk í orðsins sanna týdningi hevur lagt árar inn. Mín samhugi fer til tykkum, ið eftir sita. Mínir tankar og hjartaliga
til persónliga trúgv á Jesus, og fekk hetta ein avgerandi týdning og ávirkan á framtíð teirra og okkara. Tey gjørdust íðin í arbeiðinum í missiónshúsinum í Sumba, og gekk pabba m.a. á odda fyri at seta kjallaran [...] hava verið arbeitt, tað hálva árið gjørdist til 5 ár. Afturkomin á klettarnar fekk Pabba starv á smoltstøðini hjá Marine Harwest á Hellunum, har hann starvast enn og er hetta eitt starv, sum pabba hevur [...] fáa berghol til Sumbiar. Hetta var serliga aftan á ræðandi hendingina, har skúlabussurin fullur av skúlabørnum, var tikin av vindi sumbiarmegin Hestin, á veg til Vágs skúla. Barnaárini hjá pabba
Erling Eysturoy. Tá kom ein ógvusliga hvirla, tók í bilin, sum koppaði á vegnum og fór út um bilverjuna. Helt alt var av - Takið á bilinum kom niður móti høvdinum, og tá eg helt mín seinasta tíma vera komnan [...] hondini. Fleiri bilar koyrdu aftan á honum, og tí kundu fólk beinanvegin koma til hjálpar. Tað er Erling Eysturoy takksamur fyri. Sjúkrabilur kom eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Hann breyt [...] er ikki vandaleyst at hava sum arbeiði at koyra millum bygdir. Hetta kann Erling Eysturoy í Havn sanna. Hann hevur vørukoyring, og tríggjar ferðir er tað hent, at hann í bili er tikin av hvirlu. Eina ferð
royna at seta nakað á blað, so er tað ikki einans um Jákup, men eisini um slupptíðina og lívið umborð, sum var so ólíkt tí hjá fiskimonnum nú á døgum. Jákup hevði sín uppvøkstur á Heygum í Vestmanna. [...] stuttligu. Tey hava sín stóra týdning. Lívið umborð á ein slupp Men latið okkum hugsa okkum umstøðurnar umborð á eini slupp. Hon var ein lítil flótandi eind á víðum havi, har umleið 20 mans skuldu liva saman [...] umborð at bidda, og tað var bæði eitt og annað. Tað var altíð kokkin, hann fyrst legði á. Eina ferð vit vóru á veg inn á Finnafjørðin, læt tað í Mourisi: “Kunnu vit ikki gera nakað fyri at styggja Valda burtur
Hon sigur: “Elspa, kennir tú ikki Pól á Látrinum?” Hon kendi hann ikki, tó at hann var ommubeiggi langabba. Soleiðis bar tað á, at abbi kom at eita Petur Pauli. Pól á Látrinum var deyður nøkur ár framman [...] Berlin, giftur við Hansinu í Súnastovu úr Norðragøtu. Búðu á Skála. Emil, giftist til Klaksvíkar við Davidu. Sanna, giftist til Klaksvíkar við Petur á Hædd Mikkjal abbabeiggi Abbi og bróður hansara, Mikkjal [...] havt moldgólv í roykstovuni, men so bleiv trægólv lagt á. Tað var evnað til úr einum ógvuliga stórum viðabuli, sum abbi hevði funnið ein dag, hann var á floti og hevði sleipað til lands. Húsini høvdu, sum
til verður hildin á mariumessu, 25. mars, sum er føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimb. Tað er heilt víst skilagott, at vit hava okkara egna móðurmálsdag, og at halda hann á føðingardegnum [...] at læra at stava. Vit sum dagliga fáast við málið kunnu tó sanna, at so er ikki – hóast tey lýti, ið vit gera. Treyðugt so treinja ábøtur. Men størstan týdningin hevur tó hugburðurin til [...] Í síðstu viku segði Jógvan í Lon, formaður í føroysku málnevndini og lektari á Fróðskaparsetrinum við heimasíðuna hjá Námi, at tey í málnevndini eru fegin um hetta tiltakið frá ST, men
Sveinur Gaard Olsen vísti sín sanna x factor, tá hann kvøld bæði spældi trummur og leyp upp á dómaraborðið, har hann dansaði og sang og næstan traðkaði á høvdið á skarprættaranum Thomas Blachmann. Men [...] Raise You'r Weapon TRÝST HER . Tær komu í »farezonen«, men komu víðari. Sostatt hava føroyingar ávirkan á helmingin av teimum, sum nú eru eftir í X Factorkappingini
sær um heiðurslønir og symfoniorkestrið. Ofta er í syndini sitið, og ikki tað sanna gitið. Hvat hava tey, sum skriva her á landi - yrkingar, skaldsøgur o. s. fr. fingið í sín lut av klingandi málmi? Lítið
uppi á landi, og tey fingu hann inn á kontórið hjá sorinskrivaranum, har hann kom í oktober 1935. Hann var sera samvitskufullur og møtti hvønn dag til arbeiðis, og á vegnum oman hevði hann verið á posthúsinum [...] var so nógv á floti sum tað yvirhøvur bar til. Hann og pápin komu til Kaldbaks við gásini og bóru ungarnar niðan á Brúnavatn í leypi, og tá ið stórkavin var í 1947, kom hann til Kaldbaks á skíðum. Tiverri [...] ondina. Hann kom á landssjúkrahúsið og morgunin eftir var hann so mikið ressaður at hann kundi ringja til elsta bróðursonin og greiða frá tí sum hent var. Mánadagin eftir varð hann sendur á ríkissjúkrahúsið
bátur teirra drakk sjógv inn og sakk niðurfyri lendingini á Skarði, tá ið teir komu aftur. Tá ið Tollaksmessudagur 1913 var liðin, vóru 19 mans farnir á havinum, 6 við Norðdepilsbátinum, 6 við Kunoyarbátinum [...] hugnaligt og fitt kærleiksbræv, sum abbin hevði skrivað til tá nýliga forlovaðu gentu sína, Sanna seinni Sanna av Skarði. Eitt frálíka viðkomandi og áhugavert kvøld, sum fekk nógv tos í lag í krókunum [...] trongur til ta stóru mannfjøld, sum vildi sleppa at hoyra frásøguna um bygdina Skarð, ið varð sett á skrá týskvøldið í Torravikuni. Páll Kunoy, sum hevur skrivað bók um bygdina Skarð, hugleiddi um søguna