Klaksvík: Skúlin við Ósánna var um at vera ov trongur til ta stóru mannfjøld, sum vildi sleppa at hoyra frásøguna um bygdina Skarð, ið varð sett á skrá týskvøldið í Torravikuni.
Páll Kunoy, sum hevur skrivað bók um bygdina Skarð, hugleiddi um søguna, ið knýtir seg at bygdini Skarð. Har stóð millum annað vøggan hjá navnframa Símuni av Skarði hesin Símun, ið skrivaði tjóðsang okkara og eisini var við til at seta á stovn Føroya fyrsta háskúla í Føgrulíð, har tjóðsangurin sigst vera yrktur.
Páll greiddi frá, nær bygdin man vera búsett, og toftunum av teimum húsunum, har standa eftir, og hvør har búði. Hann greiddi eisini frá teimum trimum stóru bátsvanlukkunum, har hava verið.
30. mars 1835 fóru skarðsmenn til útróðrar norður á hav við 6-mannafari. Komnir inn undir land, fingu teir eina hvirlu í seglið, og báturin holvdist. Ongin av teimum 6 monnunum spurdist aftur, og eftir sótu 4 einkjur við 8 faðirleysum og ómyndugum børnum.
Í 1872 doyði stór grind, 837 hval, inni í Bø. Tá doyðu tríggir mans, tá ið bátur teirra drakk sjógv inn og sakk niðurfyri lendingini á Skarði, tá ið teir komu aftur.
Tá ið Tollaksmessudagur 1913 var liðin, vóru 19 mans farnir á havinum, 6 við Norðdepilsbátinum, 6 við Kunoyarbátinum og 7 við Skarðsbátinum.
Julius Poulsen, sum er ættaður av Skarði, hevði tikið myndir við av fólki av Skarði og eisini eitt heiðursbræv, sum Petur Kornelius Heinesen fekk fyri sveinastykkið sítt í 1895. Á Skarði vóru fleiri tiltiknir smiðir, og var eisini smiðja har.
Eydna Skard, hevði eina søgu frá ommu síni um hendingina, tá ið Skarðsbáturin fórst, sum Páll Kunoy las upp. Eydna ber eisini ring á hondini, sum hon hevur frá abba sínum av Skarði, Jákup Petur Petersen, sum fórst 32 ára gamal eftir sótu kona og trý børn. Ringurin er frá 1906, tá ið abbi og omma hennara vórðu trúlovað.
Fólk víða hvar, høvdu leitað sær til hetta frásøgukvøldið í Skúlanum við Ósánna, og eisini abbasonur Símun av Skarði og tvey systkinabørn hansara. Símun av Skarði (abbasonurin) las upp eitt hugnaligt og fitt kærleiksbræv, sum abbin hevði skrivað til tá nýliga forlovaðu gentu sína, Sanna seinni Sanna av Skarði.
Eitt frálíka viðkomandi og áhugavert kvøld, sum fekk nógv tos í lag í krókunum aftur við einum kaffimunni. Flestu teirra høvdu onkur ættarbond og søgur at siga frá av Skarði.
Orð og myndir: Dávur Winther
Sí annars Myndafrásøgn frá fundinum aðrastaðni á Portalinum!