Tríggjar ferðir tikin av hvirlu

Erling Eysturoy hevur ligið á Landssjúkrahúsinum við nøkrum snuddum, hann fekk í síðstu viku, tá ið ein hørð hvirla lyfti hann og vørubil hansara uppfrá. - Eg verði skelkaður, hvørja ferð tað hendir, sigur Erling Eysturoy

Tað er ikki vandaleyst at hava sum arbeiði at koyra millum bygdir.
Hetta kann Erling Eysturoy í Havn sanna. Hann hevur vørukoyring, og tríggjar ferðir er tað hent, at hann í bili er tikin av hvirlu.
Eina ferð hendi tað honum í Gøtu, eina ferð í rundkoyringini í Kollafirði, og triðju ferð var hósdagin á Sundi.
Erling Eysturoy heldur ikki, at hann tók nøkur óráð fyri, tá ið hann um morgunin fór úr Havn.
- Eg kannaði allar veðurstøðir, og boðað varð ikki frá so nógvum vindi, sigur hann.
Tá ið hann var á veg suðuraftur, ringdi sonurin og segði, at tað var sera nógvur vindur í Havn. Hann beyð sær til at koma norður til Kollafjarðar við einum minni bili eftir pápanum.

Veðurtíðindini hildu ikki
- Tá ið eg kom til Kollafjarðar, var næstan logn, so eg tímdi ikki at ringja eftir soninum.
Erling Eysturoy fór gjøgnum Kaldbakstunnilin.
- Men tá ið eg kom út, stóð alt í einum roki. Vindurin var undan, so eg væntaði tó, at tað fór at ganga.
Tá ið hann so koyrdi niðan gjøgnum brekkuna eftir SEV-virkið, helt hann seg renna seg í eitt grovt kavaæl, men tað vóru einir 80-100 smásteinar, sum komu flúgvandi móti bilinum, og tá var eg bangin fyri, at tað fór at verða galið, sigur Erling Eysturoy.
Tá kom ein ógvusliga hvirla, tók í bilin, sum koppaði á vegnum og fór út um bilverjuna.

Helt alt var av
- Takið á bilinum kom niður móti høvdinum, og tá eg helt mín seinasta tíma vera komnan.
So skjótt sum bilurin steðgaði, leyp hann út, tí tað hevði ikki verið lukkuligt, tí høgt var niðurfyri.
- Beint sum tað hendi, sat eg og át eina banan í bilinum, og tá ið eg kom úr bilinum, hevði eg framvegis bananskalið í hondini.
Fleiri bilar koyrdu aftan á honum, og tí kundu fólk beinanvegin koma til hjálpar. Tað er Erling Eysturoy takksamur fyri.
Sjúkrabilur kom eftir manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið.
Hann breyt ella brákaði rivjabein, fekk hol á høvdið, blátt eyga og skøvur eftir vinstru lið og í andlitið.

Verður verri
- Jú, eg havi ilt, men eg fái pínustillandi heilivág, tá mær tørvar hann. Læknin var stuttligur, tá eg gramdi meg um pínu. Hann segði, hann kundi ugga meg við, at pínan verður verri í næstu viku.
Lagið á Erlingi Eysturoy er gott, men hann má ansa sær, tí hann fær ógvuliga ilt, tá ið hann flennur ella hostar.
Erling Eysturoy hevur fingið at vita, at einki er hent við nakkanum, og hann hevur ikki fingið heilaskjálvta.
Hvirlan, sum tók hann og bilin í seinastu viku, var nógv ógvusligari enn tær í hinum báðum hendingunum, sigur Erling Eysturoy.
- Jú, eg verði skelkaður hvørja ferð, tað hendir, men eg tori væl aftur í bil, sigur hann.
Hann er sloppin heim aftur av Landssjúkrahúsinum.