Frits Johannesen
Lítið og einki... men tey blíva við at skriva, hóast hesa trongu støðu... tann, sum æru býður, er æru verdur, og teimum, tú nýtir gott av, skalt tú rósa. Hví kunnu hesi fólk og listafólk í síni heild ikki fáa nakrar krónur úr okkara felags kassa? Hetta plagar at vera góður javnaðarpolitikkur. Gerhard, lukka, aftur til munnharpuna..... tú hevur fingið okkurt skeivt í rangastrúpan.? ?Mítt undurfulla lítla land? ?Eva Chortsen/ Frits Johannesen? ?1. Mítt undurfulla lítla land,?so stórbært er, so milt og blítt.?Ver tú fremst, har tú kanst.?Okkar' virðileiki, ert tú?í friðarligum stríð' for lív,?um líkarætt, er vár trú. ??2. Mítt undirfulla lítla land,?so stórbært er, so milt og blítt;?at lata gluggan upp?er ein føgur myndatala,?at síggja mangt, sum fjøllbroytt er,?ið raknar við úr dvala.??3. Mítt undurfulla lítla land,?so stórbært er , so milt og blítt.?Bert tann, sum margfalt sær ,?sær mangt nýtt, sum er ein loyna,?sum fólkastýri oysir av,?við hjartarót man goyma.?
4. Mítt undurfulla lítla land?so stórbært er, so milt og blítt.?Lat orðið verða frítt.?Tað er bót til fólkaræði,?lat allar røddir møtast tá?í spekt í sama lagi.??5. Mítt undurfulla lítla land,??so stórbært er, so milt og blítt.?Gakk fram í tign og trú,?lat alt smáligt okkum gloyma.?Tín styrki er so stórbær,?sjálvt eitt lítið land kann goyma.?










