hava nógvar royndir úr bestu deildini, meðan aðrir eru ungir leikarar á veg fram. Eftir at teir í fyrstu umførunum høvdu vunnið trygt á ÍF og B68, var túrurin hesa ferð komin til KÍ, og úrslitið gjørdist [...] teir tryggan sigur á B68, sum í ár er at kalla hamskift. Áður hevur verið vanligt, at liðið hevur verið mannað við eldri leikarum, men hesa fer var Jákup Djurhuus einsamallur veteranur á liðnum. Restin vóru [...] hann kundi tryggja havnarmonnunum annað stigið. Seinasti dysturin hetta umfarið var á Sandi, har B71 vann tryggan sigur á Fuglfirðingum. Heimaliðið skeyt ikki færri enn níggju mál, men okkum hevur tíverri
Eftir skrábólt inn í feltið, stútaði Ken Nónklett í fyrsta umfari á tvørstongina, og tá bólturin so datt niður, var Eddie Mikkelsen fyrstur á, og so kundu runavíkingar fegnast saman við teimum sonevndu »guligans« [...] ikki nógv fólk at taka av, men í øllum førum kunnu teir á heimavølli geva nógvum liðum ein skarpan gang. Eisini teimum úr EB/Streymi, sum koma á vitjan komandi sunnudag. FS Vágar-NSÍ 1-2 (1-1) 1-0: Robert [...] eins effektiv sum einføld. Staddur heilt niðri við egnan brotsteig legði Osipovs ein langan bólt niðan á NSÍ hálvuna. Allar helst roknaði NSÍ verjan við, at bólturin ferðast heilt niðan til Jens Martin Knudsen
kórhýri settu dám á løtuna ovast uppi í hesum sjaldsama bygningi. Skráin var sett saman soleiðis, at hon hevði ein spegilsás, ið deildi skránna so speglingarnar vóru smidligar vallingar á spegils-blankum [...] ekspressivum líki í tónleikinum, men eisini álvarsemi stóð á breddanum hetta kvøld t. d. Vem är du ? Vagn Holmboe/Pär Lagerkvist og Nun lob mein Seel ? Kári Bæk, trad. danskur og týskur tekstur. Speglingin í hesum [...] røddirnar vóru eitt sindur skúlaðar, men hetta var bara ein fjøður í hattin, at onkur hoyrdist burtur úr á síni kórferð hetta kvøldið. Eg má taka til Trónd Bogason við sínum snildisliga máta at lata kallmannaljóðið
serliga væl upplagdur á Svangaskarði! Dysturin á Toftum er annars sermerktur av tí, at tað eru tveir gamlir liðfelagar, sum hava ábyrgdina fyri liðunum. Jóannes Jakbobsen og Kári Reynheim spældu saman [...] Mortan Hansen hevur verið sera vandamikil, síðani hann kom á Svagaskarð. Oleif Joensen, sum var leikbannaður ímóti NSÍ, er tøkur aftur. Klossaðu Á Sandi iðra teir seg bláar og gular! um, at teir ikki fingu [...] Harafturat vóru teir liðfelagar í nógvum av teimum fyrstu altjóða skrásettu landsdystunum. Nú standa teir á odda fyri hvørt sítt árstalsfelag.
Magnus Poulsen hálvbjargaði frísparksroynd frá Juliani Floresco, og Kári Nielsen var fyrstur á returbóltinum. At tað bara var eitt mál á muni hevði við sær, at nervin alla tíðina var til staðar. Men B71 [...] Petersen, heilfluktaði úr átjan metrum á tvørtræið, og Mortan Hansen stútaði úr stuttari fjarstøðu niður í og upp um. Súni Fríði Johannesen, sum í fjør gjørdi hattrikk á Svangaskarði ímóti B71, gjørdist hesa [...] hann var fyrstur á, eftir at fínt uppspæl frá Øssuri Hansen endaði við fløtum innleggi frá Arnoldi Joensen úr høgru. Mortan Hansen sendi í samankomingina, og miðframherjin var fyrstur á returinum. Sum 2
álopinum. Hjá NSÍ var Sjúrður Jacobsen á sentrala miðvøllinum, meðan Jónstein Petersen var á vongverjanum í vinstru. Dánial Hansen, sum higartil í landskappingini hevði verið á miðvøllinum, var hesa ferð í álopinum [...] og málinum. Brotssparkið avgerandi Seinna umfarið tóktust teir á heimaliðnum ikki at hava so gott tamarhald á uppspælinum. NSÍ hevði fatur á langa endanum, og tað kann væl hugsast, at teir høvdu megnað at [...] mótálopum, um støðan leingi hevði verið 0?1, og teir á heimaliðnum harvið høvdu verið noyddir at sleppa meiri í verjuni fyri at leggja størri dent á álopið. So var tað, at KÍ fekk brotsspark. Allan Joensen
at vita, um Todi Jónsson verður tøkur á landsliðnum. Fjórða umfarið í landskappingini var søguligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at EB/Streymur fekk stig á útivølli í bestu deildini. Teir vunu [...] smakkaði, so beiskt var tapið á heimavølli ímóti EB/Streymi. Vágaliðið má finna seg í, at í løtuni eru teir besta boðið upp á aftasta plássið. B71 tapti á Toftum, men í løtum sást, at har eru nógvir spælarar [...] at Kári Nielsen er komin afturíaftur. EB/Streymur fekk luft undir veingirnar, og tað krevja teir at hava komandi vikurnar. Eftir B68 vitjanina skulu teir á norðoyarstevnu, áðrenn HB kemur norður á Mølina
antin eru ella høvdu verið á landsliðnum. B68 má sigast at vera tað felagið, sum hevur flestar áltjóða royndir í Føroyum. Teir seks toftamenninir hava tilsamans spælt 113 ferðir á landsliðnum, meðan HB og [...] 1994/2000) - 37/2 John Petersen 1995/2001 31/3 Pól Thorsteinsson 1997/2001 21/0 Jákup á Borg 1998/2001 12/0 Heðin á Lakjuni 1999/2000 4/0 Arnbjørn Danielsen 1997 3/0 GÍ (5 leikarar, 86 landsdystir, 2 mál) [...] fekk FIFA viðurkenning í 1988. 31 teirra eru framvegis virknir í 1.deild, umframt nakrar, sum spæla á hægri støði uttanfyri landoddarnar. Tað eru trý feløg í bestu deildini, sum eru best umboðað av núverandi
síðsta sunnudag á Svangaskarði. Í sær sjálvum var hetta ikki nøkur skandala. Kári Reynheim og hansara menn kunnu væl finna løtur úr tí dystinum, sum tað er skilagott at byggja víðari á. Á Toftum var Allin [...] komin fyri seg aftur, og tað er sjálvandi ein kærkomin styrkur, sjálvt um Allin Simonsen stóð seg væl á Svangaskarði. Hinir B71 spælararnir eru allir tøkir, og so er tað upp til Kára Reynheim at finna fram
Reglarnir siga, at tá tað stendur á jøvnum, eru tað málini, ið eru skorað á útivølli, sum telja. Tað var nóg mikið hjá KÍ í 1999, tá teir eftir 1?0 tap í Klaksvík vunnu 2?1 á HB í Gundadali, og tað var nóg [...] NSÍ spælarar á vøllin. Brynjolvur Nielsen fekk heilt gott tak á tí í høgra borði, og Rúni Rasmussen styrkti um bóltspælið aftarlaga í høgra borði. Ian Højgaard og Sjúrður Jacobsen settu dám á, og í longum [...] at nógv stóð upp á spæl, og at spælararnir leingi vóru bangnir fyri at gera mistøk. Stríðið um miðvøllin var stórt, men KÍ hevði havt einstøk gjøgnumbrot í vinstru, tá NSÌ knappliga kom á odda. Rangstøðufellan