Hálvfinala
Tað var tætt og spennandi í Runavík hósdagin. Í dýrdarveðrinum sótu og stóðu áskoðararnir hjá báðum pørtum á nálum allar 90 minuttirnar og ikki minst í teimum fýra minuttunum, sum Odmar Andreasen, ið kom væl frá uppgávuni sum 23. maður, hevði lagt afturat.
At tað skuldi vera KÍ og ikki NSÍ, sum skuldi í finaluna, var ikki greitt, fyrrenn dómarin hevði bríklsað fyri síðstu ferð. Úrslitið var 2?2. Harvið fór NSÍ úr kappingini uttan at hava tapt í hálvfinaluni (dysturin í Klaksvík endaði 1?1), og KÍ er komið í finaluna uttan at hava vunnið í hálvfinaluni. Reglarnir siga, at tá tað stendur á jøvnum, eru tað málini, ið eru skorað á útivølli, sum telja. Tað var nóg mikið hjá KÍ í 1999, tá teir eftir 1?0 tap í Klaksvík vunnu 2?1 á HB í Gundadali, og tað var nóg mikið hesa ferð.
Taktiska telvingin
Hetta var triðja uppgerðin ímillum NSÍ og KÍ í ellivu dagar. Báðir venjararnir hava roynt at broyta teirra lið frá dysti til dyst. Bæði tí teir orsaka av skaðum hava verið noyddir til tað, og tí teir hava roynt at fáa meiri burtur úr potentialinum.
Hesa ferð vóru bæði liðini í 3?5?2 útgangsstøðu, um alt meiri skaðadarvaði NSÍ liðformaðurin, Djóni N. Joensen, verður roknaður sum verjukendur miðvallari heldur enn miðverji.
KÍ liðformaðurin, Allan Joensen, var sera sannførandi í vinstru, inntil hann noyddist út við skaða, og enn eina ferð noyddist Christian Høgni Jacobsen, sum aftur hesa ferð hevði Andrass Jacobsen hangandi uppi í sær, at ásanna, at hann er so mikið darvaður av skaða, at tað ikki ber honum til at spæla.
NSÍ hondbremsan
Tað var týðuligt, at nógv stóð upp á spæl, og at spælararnir leingi vóru bangnir fyri at gera mistøk. Stríðið um miðvøllin var stórt, men KÍ hevði havt einstøk gjøgnumbrot í vinstru, tá NSÌ knappliga kom á odda. Rangstøðufellan miseydnaðist hjá KÍ, og innskifti Sonni L. Petersen gjørdist púra leysur í høgru. Hann kom væl inn í brotsteigin, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin sat í handara síðunetinum. Tá vóru 28 minuttir farnir.
Fagnaðurin á heimaliðnum var øgiligur, men tað var skjótt, at armarnir komu niður aftur. Beinanvegin vóru ábendingar um, at NSÍ hevði hug at binda um, soleiðis at teir heldur hugsaðu um at verja leiðsluna, enn at leypa á, men tað var ikki nakað gott hugskot, og tað var skjótt, at fyritreytirnar broyttust.
KÍ hondbremsan
Klaksvíkingar fingu yvirtakið. Fríðin Ziskason, sum hevur verið skaddur, var ikki bara stóri stríðsmaðurin á miðvøllinum, men hann spældi eisini skilagott. Í álopinum vóru Aleaxander Djordjevic og Hjalgrím Elttør sera vandamiklir, og teir áttu útjavnandi málið. At tað fór at koma, vóru tað týðuligar ábendingar um. KÍ hevði fleri hornaspørk, og eina ferð bjargaði NSÍ verjan á strikuni.
Alexander Djordjevic var hesa løtuna stóri munurin. Eftir at Jan Joensen skundaði sær at lyfta fríspark fram eftir miðásinum, og alt meðan NSÍ verjan snorksvav, gjørdi jugoslavin eina av sínum hegnisligu temjingum, snaraði um seg sjálvan og stakk til Hjalgrím Elttør, sum úr fimm metrum í vinstru sendi í handara síðunetið.
Tá vóru 32 minuttir farnir, og bara fimm minuttir seinni gjørdist lagið uppaftur betri ímillum nógvu KÍ viðhaldsfólkini. Jan Andreasen byrjaði álop heilt afturi í vinstru, spældi Hjalgrím Elttør, Allan Joensen yvirlappaði í vinstru, og Alexander Djordjevic umsetti flata innleggið dygst innvið nærra stólpanum. Trygvi Mortensen, sum annars stóð seg væl í NSÍ málinum, hevði í hesum førinum fingið vektina á skeiva beinið.
So noyddust teir á heimaliðnum at skora tvær ferðir fyri at koma í finaluna. Tað tóktist ávirka klaksvíkingar mest, og síðstu 50 minuttirnar var tað NSÍ, sum hevði leikliga yvirtakið. Teir spentu álopsbogan, KÍ varð trýst aftur á vøllin, men klaksvíkingar dúvaðu upp á snarálopsmøguleikarnar, og tríggjar ferðir vóru møguleikarnir so stórir, at teir áttu at havt mál við sær.
Umskipingin riggaði
Eftir steðgin komu tveir ungir NSÍ spælarar á vøllin. Brynjolvur Nielsen fekk heilt gott tak á tí í høgra borði, og Rúni Rasmussen styrkti um bóltspælið aftarlaga í høgra borði.
Ian Højgaard og Sjúrður Jacobsen settu dám á, og í longum løtum tóktist tað, sum um tað vóru fleiri gulir enn bláir á vøllinum. Sentrali miðvøllurin hjá KÍ hekk ikki saman. Spælararnir hugsaðu ov nógv um bóltin og ov lítið um, hvussu mótstøðumenninir fluttu seg. Og tað man lítil ivi vera um, at um NSÍ hesa løtuna hevði havt ein álopsspælara á sama støði sum Alexander Djordjevic hjá KÍ, so høvdu teir fingið fleiri mál enn eitt. Martin Glancy stýrdi innleggi úr vinstru í tvørtræið, og tvær ferðir vardi Meinhard Joensen, sum í KÍ málinum tóktist vaksa við uppgávuni, tá mótstøðumenn vóru einsamallir ígjøgnum.
Sonni L. Petersen var arkitektur fyri útjavnandi málinum. Hann kom leysur í høgru, sneiddi framvið málverjanum og sendi í stólpan. Verjuspælari royndi at bjarga, men ólukkutíð fyri hann og KÍ stakk bólturin í hann og fór í málið.
NSÍ spenti bogan uppaftur hægri. Intensiteturin var øgiligur, nógvir spælarar ofraðu seg fullkomuliga í nærdystunum, møguleikar vóru í báðum endum, og harvið var undirhaldsvirðið í toppi. Men tað komu ikki fleiri mál. Enn eina ferð noyddust teir í NSÍ at ásanna, at tað bleiv ikki meiri enn tætt við. Útferðin hjá klaksvíkingum hevði loyst seg, og upp á standandi fót avgjørdu teir at fara á ólavsøku.
NSÍ-KÍ 2-2 (1-2)
1-0: Sonni L. Petersen
1-1: Hjalgrím Elttør
1-2: Alexander Djordjevic
2-2: sjálvmál
NSÍ: Trygvi Mortensen ? Arnfinn Langgaard (Rúni Rasmussen, 46), Kári Hansen (Brynjolvur Nielsen, 46), Jónstein Petersen ? Dánial Hansen, Ian Højgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen, Áki L. Hansen ? Christian Høgni Jacobsen (Sonni L. Petersen, 25), Martin Glancy
KÍ: Meinhard Joensen ? Andrass Jacobsen, Jan Andreasen, Niclas Niclassen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic (Eyðun Klakstein, 80), Fríðin Ziskason, Allan Joensen (Símun Waag Høgnesen, 57) ? Alexander Djorjevic, Hjalgrím Elttør