B71-KÍ:
Upptakt
Sandoyingar taptu síðsta sunnudag á Svangaskarði. Í sær sjálvum var hetta ikki nøkur skandala. Kári Reynheim og hansara menn kunnu væl finna løtur úr tí dystinum, sum tað er skilagott at byggja víðari á.
Á Toftum var Allin Simonsen í málinum, tí Waldemar Nowiscki var sjúkur. Nú er málmansálitið hjá B71 komin fyri seg aftur, og tað er sjálvandi ein kærkomin styrkur, sjálvt um Allin Simonsen stóð seg væl á Svangaskarði. Hinir B71 spælararnir eru allir tøkir, og so er tað upp til Kára Reynheim at finna fram til, hvussu liðið skal síggja út. Har eru einir sekstan spælarar um boðið. Tað er ikki komið so ofta fyri hjá B71 tey seinnu árini, at teir hava havt so stóra kapping um plássini.
Í Klaksvík skuldu teir hava heilt lætta venjing í gjárkvøldið. Undan ferðini til Sands ræður tað um at fáa spælararnar at koma fyri seg aftur, eftir at teir hósdagin løgdu nógv fyri, tá teir stríddu seg til finalupláss í steypakappingini.
Liðformaðurin hjá KÍ, Allan Joensen, noyddist av vøllinum í 57. minutti. Tíbetur var tað ikki gamli fótskaðin, sum gjørdi um seg. Hesa ferð tóktist talan vera um vøddaskaða í lærinum. Tá vit frættu var ikki greitt, hvussu álvarssamur skaðin er, men teir har norðuri søgdu seg kvíga fyri, at liðformaðurin ikki verður tøkur hesa ferð. Tíbetur fyri Allan Joensen og KÍ, so verður steðgur í landskappingini frá sunnudegnum og tvær vikur fram.
Tomislav Sivic noyddist eisini út við skaða í Runavík, og Alexander Djordjevic fekk eisini ein løst. Í KÍ roknaðu teir í gjár við, at í hvussu so er tann seinni nevndi verður við í morgin. Símun Joensen hevur bruna í øðrum hælinum, og hann er sera ivasamur til B71 dystin.
Eftir at tvey tey fyrstu umførini í landskappingini kendust heilt trilvandi, so hevur tað gingið heilt væl hjá KÍ tær síðstu vikurnar. Teir hava spælt seg í steypafinaluna, og teir hava í tveimum landskappingardystum fingið seks stig.