Marcello verður við ímóti B71

Sandoyingar iðra seg illa um tapið á heimavølli ímóti FS Vágum

B68-B68

Upptakt

 

Toftamenn hava framvegis til góða at vinna í landskappingini i ár. Hetta var ikki akkurát tað, sum teir høvdu vónað og kanska roknað við. Sunnudagin fáa teir ein nýggjan møguleika, og ætla teir sær at vera við í toppinum, so er talan um heimadyst, sum skal vinnast.

Fyrstu umførini saknaði B68 álopsparið frá í fjør. Ímóti NSÍ var Súni Fríði Johannesen við, og hann skoraði. Marcello Marcellino er við í hópinum ímóti B71, men tað er ikki víst, at hann verður við frá fyrsta bríksli. Mortan Hansen hevur verið sera vandamikil, síðani hann kom á Svagaskarð.

Oleif Joensen, sum var leikbannaður ímóti NSÍ, er tøkur aftur.

 

Klossaðu

Á Sandi iðra teir seg bláar og gular! um, at teir ikki fingu trý stig ímóti FS Vágum. Í B71 halda teir, at tað meiri var teirra skilaleysa taktiska spæl, sum var orsøkin til tapið, enn tað vóru dygdirnar hjá mótstøðumonnunum.

Allir spælararnir eru tøkir og hava tískil møguleika so at siga at gera tað gott aftur. Eli Hentze gjørdist pápi at einum soni hósdagin (tillukku við tí, tit bæði), so kanska fer hann at vera serliga væl upplagdur á Svangaskarði!

Dysturin á Toftum er annars sermerktur av tí, at tað eru tveir gamlir liðfelagar, sum hava ábyrgdina fyri liðunum. Jóannes Jakbobsen og Kári Reynheim spældu saman í HB, og teir royndu seg eisini saman í næstbestu norsku deildini í 1986. Harafturat vóru teir liðfelagar í nógvum av teimum fyrstu altjóða skrásettu landsdystunum. Nú standa teir á odda fyri hvørt sítt árstalsfelag.