KÍ-NSÍ 2-1 (0-1)
Hóast teir ikki megnaðu meiri enn 1?1 á heimavølli í fyrru semifinaluni ímóti NSÍ næstsíðsta sunnudag, so var fótbóltslagið í Klaksvík gott í síðstu viku. Tey trý stigini í Vági lívgaðu nógv. Og í hvussu so er fram til hósdagin, Kristi himmalferðardag, verður lagið í Klaksvík óført.
Sunnudagin høvdu teir annan sunnudagin á rað vitjan av NSÍ, og aftur hesa ferð eydnaðist tað KÍ, sum í døgunum undan dýra biðjudegi varð sagt at vera í svárari kreppu, at fara av vøllinum við øllum stigunum.
Í fjør søgdu klaksvíkingar fleiri ferðir, at teir høvdu ikki marginalirnar við sær. Eftir dystin í Vági søgdu teir tað mótsatta, og eftir næstu av trimum hólmgongum ímóti NSÍ í tólv dagar, verður sagt úr Klaksvík, at tað væl kundi havt farið báðar vegir.
Sørir fyrra umfarið
NSÍ var frammanfyri, tá tað var hálvleikt í Klaksvík. Hetta var triði heimadysturin hjá KÍ í landskappingini, og hetta var triðja ferðin, at teir fóru at hvíla seg, meðan mótstøðumenninir vóru omaná.
Bæði liðini vóru eitt sindur umskipað, síðani tey møttust sunnudagin frammanundan. Allan Joensen hjá KÍ var á miðvallarplássinum ytst í vinstru, meðan unglingaspælarin Símun Joensen hevði fingið sentrala leiklutin. Í 3?4?3 spælskipanini vóru Eyðun Klakstein, Alexander Djordjevic og Eyðun Klakstein í álopinum.
Hjá NSÍ var Sjúrður Jacobsen á sentrala miðvøllinum, meðan Jónstein Petersen var á vongverjanum í vinstru. Dánial Hansen, sum higartil í landskappingini hevði verið á miðvøllinum, var hesa ferð í álopinum.
Christian Høgni Jacobsen var ikki førur fyri at spæla. Ætlanin var ? sum tað varð sagt í leygardagsblaðnum ? at nýggi skotin ikki skuldi spæla við, men skaðarnir høvdu við sær, at Martin Glancy slapp at royna seg.
Tætti og ikki serliga høgi fremmanda maðurin vísti, at hann kann gerast fongur hjá NSÍ. Hann dugdi væl við bóltinum, hann var skjótur, hevði eyga fyri spælinum, og hann hevði góðar skotfintur. Onkra ferðina var hann í góðari støðu, men honum eydnaðist ikki at fáa mál. Men tað var heilt tætt við onkra ferðina.
Hóast klaksvíkingar einki mál fingu í 1. hálvleiki, so vóru teir betri við fyrru trý korterini, enn teir vóru eftir steðgin.
Einasta málið í 1. hálvleiki fekk NSÍ. Ian Højgaard gjørdi seg til at lyfta fríspark í brotsteigin. Hann bíðaði inntil stórstunandi liðformaðurin, Djóni N. Joensen, var komin í KÍ brotsteigin. Eingin KÍ spælari tóktist kenna ábyrgd fyri honum, og so stútaði Djóni sera væl í kassan aftanfyri Meinhard Joensen.
Fleiri aðrir møguleikar vóru í fyrra umfarinum. Dánial Hansen hjá NSÍ gjørdist púra leysur, tá KÍ málverjin og Jan Andreasen misskiltu hvønn annan, men KÍ málverjin blokeraði skotroyndini. Hjá KÍ var Alexander Djordjevic leysur, men royndin fór framvið málverja og málinum.
Brotssparkið avgerandi
Seinna umfarið tóktust teir á heimaliðnum ikki at hava so gott tamarhald á uppspælinum. NSÍ hevði fatur á langa endanum, og tað kann væl hugsast, at teir høvdu megnað at gjørt sær dælt av skjótum mótálopum, um støðan leingi hevði verið 0?1, og teir á heimaliðnum harvið høvdu verið noyddir at sleppa meiri í verjuni fyri at leggja størri dent á álopið.
So var tað, at KÍ fekk brotsspark. Allan Joensen lyfti frísparksbólt upp um NSÍ manngarðin, Hjalgrím Elttør lá flatur, dómarin bríkslaði, øði kom í NSÍ grindina, Jens Martin Knudsen sá gula kortið, Harley Bertholdsen helt seg burtur frá bóltinum!, og Alexander Djordjevic sendi flatt undir NSÍ málverjan.
Leiðslumálið setti ferð í klaksvíkingarnar, og Jan Andreasen, aftasti verjuskansin og mest sannførandi spælarin hjá KÍ, var høvuðsmaður fyri sigursmálinum. Hann fór framvið í vinstru og legði í brotsteigin. Alexander Djordjevic tamdi, og Erling Fles hevði síðsta fótin á. Harvið gjørdist ungi maðurin, sum eftir steðgin hevði avloyst Eyðun Klakstein, men sum ikki hevði verið serliga eyðsýndur, stóran hetjan hjá heimaliðnum.
NSÍ trýsti nógv síðstu løtuna. Sonni L. Petersen, Brynjolvur Nielsen og Áki L. Hansen komu inn, og hesin síðsti var tvær ferðir tætt við. Seinnu ferðina bjargaði Jan Andreasen á strikuni, og harvið var greitt, at øll stigini vóru eftir í Klaksvík.
KÍ-NSÍ 2-1 (0-1)
0-1: Djóni N. Joensen 37
1-1: Aleksander Djordjevic (br.) 60
2-1: Erling Fles 82
Dómari: Eiler Rasmussen (Skáli)
KÍ: Meinhard Joensen ? Andrass Jacobsen, Jan Andreasen, Niclas Niclassen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Símun Joensen, Allan Joensen ? Hjalgrím Elttør, Alexander Djordjevic, Eyðun Klakstein
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Jónstein Petersen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen, Eddie Mikkelsen ? Martin Glancy, Dánial Hansen